hósdagur 19. september 2013síða 30
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 108 · 20. september 2013
6
VIKUSKIFTI
Vit mugu sløkkja
– Út á seinnapartin søgdu mamma
og babba mær, at tey høvdu fingið at
vita frá læknunum, at har var einki
at gera at bjarga lívinum hjá Katrinu.
Hon lá við andingartóli (respirator).
Tey høvdu roynt at geva henni blóð,
men kroppurin avvísti tað. Eg slapp inn
at sita hjá henni saman við mammu,
babba og beiggja mínum. Hon var so
vøkur og tóktist bara at sova friðsælt.
Bara okkurt smávegis skursl var at
síggja á henni. Tað var so syrgiligt,
minnist Annleyg.
– Mamma og babba skuldu taka
avgerð um, nær sløkkjast kundi fyri
andingartólinum. Omma, abbi og
mostir sluppu eisini at siga farvæl
fyrst. Ta seinastu løtuna vóru bara
vit foreldur og systkin hjá Katrinu.
Tað kann ikki lýsast við orðum, og alt
var so ófatiligt og høpisleyst, greiðir
Annleyg frá.
Luddi uttan vit
Tey vistu ikki, hvussu vorðið var við
Ludda. Hann hevði vit, men svav
djúpt.
– Hjá mær er alt svart frá vanlukku
degnum og tað mesta av vikuni eftir.
Men mær er sagt, at eg vaknaði spaku
liga dagin eftir vanlukkuna. Eg minnist
brotpetti frá jarðarferðini, so sum rósur
á benkrunum. Men eg minnist einki frá
ervinum, tó at eg havi fingið at vita,
at eg havi tosað við nógv fólk, greiðir
Luddi frá.
Luddi fekk skaða. Hann breyt høvdið
høgrumegin og kjálkabeinið, eins og
hann fekk ein harðan heilaskjálvta.
Nøkur arr síggjast á hansara høgru
lið.
– Men eg síggi, hvussu sorgin nívir
Annleyg, og eg eri her fyri hana. Eitt,
sum sjálvandi eisini fyllir hjá mær er,
at Katrina beitti tey víðari at leita eftir
mær á vanlukkustaðnum. Hon eigur
lívið í mær. Tað sleppi eg ikki at takka
henni fyri, staðfestir Luddi.
Likamliga kom Annleyg væl frá
vanlukkuni.
– Teir niðastu ryggjageislarnir brotn
aðu eitt sindur, nøkur smápetti brotnaðu
av, tó uttan at meiðsla mønuna. Tað
gevur eitt sindur av pínu, og viðhvørt
læsist beinið enn. Eg hevði eisini øgilig
blá merki av trygdarbeltinum, og allur
vinstri armur var bláur. Alt bendir
á, at eg hevði fingið eitt hart slag á
armin. Men eg eri væl sloppin, heldur
Annleyg.
Hvat hendi?
Bilførarin, ið koyrdi aftan fyri tey ungu
hendan vetrarmorgunin, kundi vátta,
at tey koyrdu lutfalsliga spakuliga,
nevniliga einar 60 km/t. Hált var, og
tó at bilurin var skøddur við góðum
heilársdekkum, var hon tilvitað um, at
hon ikki visti, hvussu hon átti at bera
seg at, um bilurin fór á glið – so tað
mátti ikki henda.
– Tað, sum hendi var, at okkara bilur
gleið í mótkoyrandi breyt, har ein mót
koyrandi bilur við sínum fronti rendi
í ferðafólkamegin okkara. Tað vil siga
fyri mótkoyrandi ein frontalur saman
stoytur og fyri okkum ein síðusaman
stoytur. Tað er vandameiri hjá tí, sum er
fyri síðusamanstoyti, sigur Luddi.
– Bilførarin í mótkoyrandi breyt
fekk tíbetur ongan skaða. Hann sat í
trygdarbelti, og stoytkoddin riggaði
eftir vild, greiða tey bæði frá.
– Okkara bilur rendi útav vegnum,
hann rullaði ikki runt. Tað var bara
ferðafólkasíðan, sum var farin. Hon
var buglað næstan heilt inn í miðjuna á
baksetrinum. Ferðafólkasíðan framman
var eisini buglað inn, og tað var nokk
farið av autoverjuni. Høvdið á mær
hevur helst rakt í síðustólpan, og so
eri eg helst slongdur út gjøgnum opnu
hurðina, sigur Luddi.
– Førarasíðan var púra heil. Um
Katrina hevði sitið í hasum forbrenda
trygdarbeltinum, var hon ikki deyð,
ásannar Annleyg.
Hvussu ber mann
seg at í hálku?
Annleyg heldur, at tað manglar upplýs
ing, tá tað ræður um at koyra í hálku.
– Tað er so ofta, at tað er hált í Før
oyum. Mong hava sagt mær aftan á,
hvussu mann ger, men tá var ov seint.
Tað eru mong stór tóm øki, har mann
kundi lært seg – vit hava vanliga ov
mikið av hálku í hesum landinum. Eg
havi spurt nógvar javnaldrar, og tey
flestu vita ikki, hvussu mann ger, um
bilur missir vegtakið. Tíðum hoyrir
mann um, at ungir dreingir sjálvir
læra seg, men tað kann ikki vera rætti
hátturin.
– Eg føldi, at tað var mær, tað var
galið við, men eg var so tilvitað um at
koyra varliga í hálkuni, og kortini gekk
tað galið. Hjá okkum var tað bara so
óheppið, at ein mótkoyrandi bilur kom,
heldur Annleyg.
Bilbelti er lívbelti
Fyri Annleyg er tað sjálvsagt at vera
íbundin, tá hon koyrir bil, og soleiðis
hevur tað altíð verið hjá henni.
– Eg gekk bara út frá, at Katrina
eisini var í trygdarbelti. Hetta var ikki
nakað, vit tosaðu um. Í dag havi eg ilt
við at fyrigeva mær sjálvari, at eg ikki
tryggjaði mær, at øll vóru íbundin,
harmast Annleyg.
– Eg plagdi ongantíð at brúka
trygdarbelti, og heldur ikki hendan
dagin. Eg helt tað føldist stramt og av
markandi. Men nú brúki eg tað altíð,
sigur Luddi avgjørdur.
Svárur longsul
– Eg sakni hana ræðuliga illa. Hon
manglar so hjá allari familjuni. Nógv í
hennara kamari stendur enn. Seingin og
myndir, sum hon hevur hongt upp. Tað
følist skeivt og tómt; tað eigur jú ikki
at vera so, at mann doyr 19 ára gomul.
Tó at eg var hjá henni, áðrenn sløkt
varð fyri andingartólinum, er kenslan,
at eg ikki fekk gjørt henni greitt, hvussu
ómetaliga nógv hon hevði at týða fyri
okkum øll.
– Summar morgnar, sum tann lítla
løtan áðrenn mann er ordiliga vakin, og
tað dagar fram fyri meg, at Katrina er
burtur fyri altíð, tá slær sorgin øgiliga
hart. Og so tá okkurt stórt er hent, tá
er tað fyrsta, eg hugsi, at eg má ringja
at fortelja tað fyri Katrinu. Tað er so
svárt.
– Katrina elskaði børn og var so
øgiliga góð við lítlusystur okkara. Hon
plagdi eisini at trilla børnini á gøtuni
og spæla við tey, tá hon var yngri. Her
fyri spurdi sjey ára gamla lítlasystir
okkara, Rannvør, um mær longdist
eftir Katrinu, og eg játtaði sjálvandi.
Hon segði, at hon royndi at lata vera
at hugsa um Katrinu, tí hon gjørdist so
kedd av tí. Hetta fingu vit okkum eitt
prát um, báðar. Mann noyðist at vera
kedd viðhvørt, og ið hvussu er heldur
tað enn at gloyma, tí vit vilja sjálv
andi ongantíð gloyma Katrinu, endar
Annleyg.
Annleyg fekk studentsprógv í
summar. Hon ætlar sær uttanlands
undir víðari lesnað.
tilvildarlig mynd