hósdagur 19. september 2013síða 35
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 108 · 20. september 2013
7
Nevnd burturúr
Í komandi Summar útgávunum fara vit at hyggja nærri
at børnum, sum eru nevnd burturúr. Vit fregnast um
søgurnar handan serligu nøvnini, og hvørjar tankar foreldrini
hava gjørt sær, áðrenn børnini fingu navn.
Lesarar eru vælkomnir at senda inn uppskot um børn við serligum
nøvnum – og søgum tengdar at nøvnunum – til post@sosialurin.fo
Rannvá G. Fossaberg
rannva@sosialurin.fo
- Fyri okkum hevur eitt barnanavn
stóran týdning. Navnið og barnið,
sum ber tað, renna jú saman og verða
til eitt, bæði hjá barninum sjálvum
og teimum, sum kenna barnið, sigur
Jonhard Eliasen, pápi Treysta.
Í sambandi við nøvini hjá børnunum,
sum eru trý í tali, hava Jonhard Eliasen
og Elin Holm valt ikki at kalla tey upp.
- Í staðin hava vit roynt at
funnið fram nýggj nøvn við at leita
í ymsum norðurlendskum orða- og
navnasøvnum. Fyri øll børn okkara
hevur verið galdandi, at vit ikki hava
havt skund við at navngeva. Ymist
er, sum hevur havt týdning, men
navnið skal helst siga okkurt um
barnið, greiðir Jonhard Eliasen frá.
Vóru í iva
Tá yngsti sonurin skuldi hava
navn, vóru tey bæði foreldrini
eitt sindur í iva um navnið.
- Vit noyddust at geva okkum
góða tíð fyri at finna út av
‘temperamentinum’ hjá honum og
síðan at finna okkurt, ið passaði. Eins
og áður skrivaðu vit langan lista við
nøvnum, sum vit hildu vera í lagi.
Listin fevndi bæði um nøvn, sum longu
funnust og nøvn, vit høvdu roynt at
smíðað sjálvi, fortelur Jonhard Eliasen.
Tey fóru síðani øvugta vegin við
at minka um listan við at útiloka
eitt navn fyri og annað eftir.
- At enda stóð bert Treysti
eftir á listanum. Hetta hildu vit
hóskaði væl, tí hesin lítli var góður
í sær og áhaldin, sigur Jonhard
Eliasen og vísir á, at tey nærmastu
í familjuni vóru glað fyri navnið.
- Ommur og abbar og onnur av
teimum nærmastu tóku væl ímóti
navninum og vóru ikki so bilsin.
Tey høvdu longu við nøvnunum
hjá stórabeiggjanum og systrini
hjá Treysta vant seg við óvanlig
nøvn, sigur Jonhard Eliasen,
sum sipar til nøvnini Eiri og Leik,
sum systkini hjá Treysta eita.
- Fólk annars hildu eisini, at navnið
var fitt, men tey spurdu kanska meira
enn ta einu ferðina um navnið, tí
tey ikki høvdu hoyrt hetta áður.
Torført við serstøkum
nøvnum
Sum heild halda Jonhard Eliasen
og Elin Holm, at fólk halda tað
vera gott, at nýggj nøvn koma við í
hópin av nøvnum, sum kunnu gev
ast føroyskum børnum. Men tey
vita eisini, at tað ikki er so líkatil
at geva børnum serstøk nøvn.
- Her ynskir lóggávuvaldið, sum
á so mongum øðrum økjum, at
leggja seg út í privat viðurskifti.
Foreldur hava í útgangsstøði ikki
frælsi at geva børnum sínum navn,
tey sjálvi ynskja, greiðir Jonhard
Eliasen frá og heldur fram:
- Í fyrsta umfari kunnu foreldur
velja millum nøvn, sum longu eru á
navnalistanum, sum víst verður til í
navnalógini. Um navnið, tey ynskja, ikki
finst á hesum lista, mugu foreldrini í
gongd við kontórvaldið, sum umsitur
navnalógina. Hetta fer fram eftir
reglum, sum finnast í navnalóggávuni.
Navnanevndin, sum varð stovnað við
navnalógini, hevur í hesum føri stórt
tulkingarvald, sigur Jonhard Eliasen,
sum hevði ynskt, at tað var lættari
at geva børnum serstøk nøvn.
- Væl er skiljandi, at lóggávuvaldið
ynskir, at børn ikki skulu fáa nøvn, sum
verða teimum til ampa. Men vit halda,
at lógin – ella umsitingin av henni -
kundi verið meira liberal, enn hon er.
Vit hava verið gjøgnum kvørnina 3
ferðir. Úrslitið av einu royndini vórðu vit
ikki so fegin um. Hinar báðar gingu væl.
- Navnið skal helst siga okkurt um barnið. Harafturat skal tað
ikki vera ov langt og skal ljóða væl. Treysti hildu vit hóskaði væl,
tí hesin lítli var góður í sær og áhaldin. Tað siga Jonhard Eliasen
og Elin Holm, ið eru foreldur at seks ára gamla Treysta
Foreldur:
Elin Holm
og Jonhard Eliasen
Bústaður:
Tórshavn
Treysti
Treysti Holm, 6 ár
Navnið skal hóska til persónin