hósdagur 19. september 2013síða 36
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 108 · 20. september 2013
8
VIKUSKIFTI
»Juhuuu – eg fari
4 mánaðir til Rom«
So kom aftur ein bylgja av undarligum dagføringum á Facebook frá
kvinnum í øllum aldri. Sosiali miðilin flýtur yvir av upplýsingum um, at
konufólk nú skulu til fremmand lond í so og so nógvar mánaðir, eins
og yvirskriftin sigur. Flestu kvinnur vita, hvat tað snýr seg um, men
tað haldast loyniligt fyri monnunum. Ætlanin við átakinum er at seta
fokus á bróstkrabba – men hjálpa átøk sum hesi nakað sum helst?
Bróstkrabbi
Eydna Skaale
eydna@sosialurin.fo
– Stuttligt; eg havi sæð nógvar av has
um dagføringunum, men eg visti slett
ikki av, at hatta var eitt átak fyri bróst
krabba. Fyri mær var tað meiri spamm,
sum faktiskt irriteraði meg eitt sindur, tí
so nógvar kvinnur postaðu hatta í senn,
er fyrsta viðmerkingin frá Niels Una
Dam, sum er ráðgevi í marknaðarføring
og samskifti á internetinum.
– Á ein hátt kann man væl siga, at
hetta er genialt í so máta, at øll konufólk
gerast partur av einum loyniligum
felagsskapi, sum menninir einki vita
um, og tað aktiverar eina rúgvu av
kvinnum. Hinvegin er tað øgiliga lítið
fokus á bróstkrabba í hasum mailinum,
sum verður sendur runt – tað verður
bara nevnt einar tvær ferðir. Hugsa vit
um, at endamálið er at økja tilvitanina
um bróstkrabba – ja, so kundi tað verið
betur frágingið, heldur Niels Uni.
Elvt til kjak
Átakið, sum hevur danskan uppruna,
hevur elvt til øsing í Danmark. Atfinn
ingarnar snúgva seg millum annað um,
at tað ikki økir tilvitskuna um bróst
krabba, tá konufólk posta slíkar einki
sigandi dagføringar.
– Um endamálið er at seta fokus
á bróstkrabba, hví so ikki breiða boð
skapin um bróstkrabba, heldur enn at
skriva fjollutar dagføringar um, hvør
skal ferðast hvagar hvussu leingi?
skrivar danski Peter Brichs millum
annað í eini langari viðmerking. Kona
hansara hevur havt bróstkrabba, og
hann er í øðini um, átakið ikki hevur
meiri upplýsing um sjúkuna ella um
hvussu tað rakar alla familjuna.
– Bróstkrabbi fer at ávirka lívið hjá
okkum øllum so ella so fyrr ella seinni
í lívinum, tí tað eru so nógvar kvinnur,
sum gerast sjúkar. Hví ikki heldur
siga søgurnar um hesar kvinnurnar
ella familjur teirra, spyr Peter Brichs
eisini og heldur á – Og hví skulu menn
haldast uttanfyri? Sum um tað ikki eis
ini rakar okkum, tá kona ella mamma
okkara gerst sjúk!
24 tímar eftir, at hann hevði skrivað
illsinnisglepsið móti átakinum, hevði
hann fingið 10.000 »likes«, og hansara
íkast til kjakið varð deilt óteljandi ferðir
á Facebook.
Danskir miðlar tóku evnið upp,
tá danski ferðsluráðharrin, Pia Olsen
Dyhr, á Facebook staðfesti, at hon fór
til Las Vegas í 30 mánaðir. Tá so ein
mannligur journalistur spurdi hana um
kryptisku dagføringina, svaraði hon, at
hon kundi ikki siga einum manni, hvat
hon meinti við.
Loynidómurin handan dagføringar
nar er tann, at allir mánaðirnir hava
fingið ein bý knýttan at sær. Juni er
Rom, januar er Mexico og so framvegis.
Hevur tú til dømis føðingardag 8. jan
uar, skalt tú sostatt skriva, at tú fert 8
mánaðir til Mexico.
Eisini í Føroyum hava dagføringarnar
elvt til kjak, og tað eru fleiri, ið harmast,
at eitt átak, sum skal kunna um og seta
fokus á bróstkrabba, so lítið hevur at
siga um sjálva sjúkuna.
Ein føroysk dama skrivaði soleiðis
í vikuni:
– Eg haldi tað vera irriterandi, at
man 3. ella 4. árið á rað skal spammast
við hasum kommentarunum. Helt tað
vera okey fyrsta árið, men nú haldi eg
tað er farið ov vítt. Haldi tað minnir
alt ov nógv um fjasut loyndarmál, vit
høvdu í 3. flokki, har nakrar gentur
gingu og teskaðu allan dagin, fyri at
fáa okkum at gerast forvitnar. Dugi
hvørki at síggja humor ella logik í
hasum. Har verður onki nevnt um
bróstkrabba, fleiri fáa ikki eingongd
við, hvat tað gongur út uppá. Tað er
kanska bara eg, sum havi tað soleiðis;
eg veit væl at tað verður lagt út í bestu
meining
Fleiri kvinnur draga somu línu í
málinum og halda, at tað munnu vera
fáar kvinnur, sum posta hatta, sum
veruliga geva sær far um álvarsomu
sjúkuna aftanfyri.
Ov illa umhugsað
Hesum er Niels Uni Dam samdur við.
– Sjálvandi kanst tú siga, at alt, sum
verður gjørt fyri at varpa ljós á bróst
krabba, er av tí góða. Men samstundis
kundi tú gjørt tað nógv betri, til dømis
um tað fylgdi meiri kunning við hasum
skrivinum, sum verður sent runt til
allar kvinnur.
Viðvíkjandi atfinningunum í Dan
mark heldur hann, at um tað ikki var
gjørt sum eitt loyndamál bara fyri
kvinnur, so hevði tað ikki verðið deilt
eins ofta, sum tað nú verður.
– Eg skilji væl, at tað kann vera
sárt, tá tú hevur sjúkuna so tætt inni
á lívinum, sum hesin Peter Brichs
hevur tað. Og eg skilji væl, at hann
er ørkymlaður. Men hugsa vit um, at
tað skal eydnast at breiða boðskapin
so langt út, sum gjørligt, so nyttar tað
ikki, um menn eisini verða tiknir við.
Tað, at tað er eitt loyndarmál millum
allar kvinnur, ger, at tað kemur so víða.
Tú kanst ikki hava eitt loyndarmál, sum
øll á Facebook vita. Høvdu menninir
eisini vitað, hvat hetta snúði seg um, ja,
so hevði tað als ikki verið deilt so ofta,
tí so hevði tað ikki verið eins stuttligt
fyri kvinnurnar at verið við, metir Niels
Uni Dam.
– Um fólk hinvegin vórðu biðin
um at deila fakta um bróstkrabba ella
krabbameinssøgur, so hevði tað heilt
víst ikki fingið eins stóra undirtøku, og
boðskapurin hevði ikki verið spjaddur
so víða. Men tey, ið høvdu sæð tað,
høvdu helst fingið meiri burturúr tí,
enn ein útsøgn um, at onkur ætlar sær
at ferðast, gevur.
Við øðrum orðum, høvdu tað verið
fakta, veruligar søgur ella góð ráð um
at kanna seg, sum kvinnurnar vórðu
bidnar um at deila, so hevði átakið
kanska mist í luttakaratali. Hinvegin
hevði tað helst vunnið í góðsku og
úrsliti.
– Eg loyvi mær at ivast í, at júst
hetta átakið fær nógvar kvinnur at
kanna sær bróstini ella at gerast meiri
tilvitaðar um bróstkrabba. Men hevði
tað verið ein lítil stubbi heftur í handan
mailin, sum varð sendur runt, sum heilt
stutt greiddi frá, at um tú kannar tær
bróstini so og so ofta, so minkar vandin
fyri at gerast sjúk við so og so nógvum
prosentum, so hevði tað verið ein heilt
onnur søk. Tí so hevði átakið havt ein
greiðan boðskap, tað hevði økt um til
vitanina um bróstkrabba og tað hevði
kanska fingið fleiri kvinnur at kannað
seg. Og so hevði tað einki gjørt, um tað,
sum so varð postað út á Facebook, var
eitt sindur fjákut.
– Samanumtikið haldi eg, at hetta er
eitt gott hugskot, sum tó er ov illa um
hugsað, staðfestir Niels Uni Dam.
• Bróstkrabbi verður staðfestur hjá umleið 25 føroyskum kvinnum árliga.
• Tær flestu eru yvir 30 ár.
• Talið av bróstkrabbatilburðum í Føroyum er vaksandi.
• Viðgerð og deyðiligheit er tengt at fleiri viðurskiftum, til dømis
hvørjum støði sjúkan er á, tá hon verður uppdagað, hvussu aggressiv
hon er og hvat slag av krabbakyknum, talan er um.
• Viðgerðin av bróstkrabba batnar støðugt, og tískil gerast nógv
tær flestu kvinnurnar í dag frískar aftur.
• Fleiri av teimum, ið ikki gerast frískar, kunnu liva í nógv
ár við sjúkuni, tí viðgerðin er so góð.
• Bestu ráðini eru at kanna bróstini regluliga, so tú beinanvegin varnast,
um okkurt broytist í bróstunum. Jú fyrr, tú varnast sjúkuna,
jú betri eru møguleikarnir at gerast frísk.
Kelda: Krabbameinsfelagið
Fakta