hósdagur 19. september 2013síða 37
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 108 · 20. september 2013
9
1 Hygg at tær sjálvari:
Statt frammanfyri einum spegli og ver
nakin yvir beltið. Hygg at bróstunum
– syrg fyri at hava nóg mikið av ljósi.
Eru nakrar broytingar? Eru vørturnar
broyttar, eru kullur, sum ganga niður í
ella inn í bróstið? Er útslett á húðini? Set
hendurnar á mjadnarnar og skjót bróstini
fram – sært tú nakra broyting nú? Lena
teg framyvir og hygg, um alt eisini sær
út, sum tað plagar, meðan tú stendur
soleiðis. Reist teg upp og lyft nú ørmunum
yvir høvdið og hygg enn einaferð, um
tú varnast nakað, ið er øðrvísi. Vent tær
eitt sindur frá síðu til síðu, so tú eisini
sært bróstini í profili. Er nakað broytt?
2 Nem við teg sjálva:
Nýt hendurnar at kanna bróstini, meðan
tú stendur uppi. Ímynda tær, at bróstið er
skivan á einum uri við nógvum rundingum
innií – eins og ein spiralur inn ímóti
vørtuni. Við høgru hond byrjar tú á klokkan
12 við tí ytsta og størsta ringinum á
vinstra brósti. Flyt fingrarnar við urinum,
inntil tú ert aftur, har tú byrjaði. Flyt
so fingrarnar nakrar sentimetrar nærri
vørtuni og ger tað sama – allanvegin runt.
Halt á soleiðis, inntil tú hevur kannað
alt bróstið og vørtuna. Kanna eisini heilt
upp undir hondina, tí bróstvevnaðurin
er festur heilt uppi undir hondini. Tað
er best at nýta flata hond og alla
longdina á fingrunum heldur enn bara
fingraspíssjarnar. Hevur tú stór bróst
skalt tú trýsta bæði fast og spakuliga,
soleiðis, at tú merkir allan bróstvevnaðin.
Tá tú hevur kannað teg standandi, skalt
tú leggja teg flata á ryggin við einum
kodda undir vinstru øksl og vinstru hond
undir høvdinum. Kanna teg so eins og
omanfyri – fyrst annað bróstið – síðani hitt.
Kanna eisini vørtunar væl. Hava tær skift
lit, eru tær rivnaðar ella lekur væta úr, tá
tú klemmar um tær? Er vætan grøn ella
gul, er alt í lagið, men er hon klár, kleiggjut
ella er blóð í, eigur tú at fara til læknan.
3 So ert tú liðug
Varnaðist tú nakrar broytingar? Set teg
so í samband við læknan, so tú kanst
verða kannað ordiliga. Men áðrenn fjáltur
kemur á teg – minst so til, at hóast tú
sært onkrar broytingar, so er tað ikki vist,
at tað endar við sjúku og deyða. Flestu
broytingarnar eru púra vandaleysar. Men
betri er at vera fyrivarin enn eftirsnarin.
Soleiðis kannar tú bróstini: