Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-09-19, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. september 2013síða 38

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 108 · 20. september 2013 10 VIKUSKIFTI Finn rætta ít Er tú ein av teimum, sum bragdliga byrjar at venja, men gevst eins skjótt aftur? Kanska er tað ikki tær, tað er galið við, men heldur slagið av venjing, tú hevur valt at íðka. Vit eru ymisk og hava brúk fyri ymiskari venjing. Her eru fimm venjingartypir – helst kennir tú teg aftur í einari av teimum Hvørji sløg av ítrótti hevur tú íðkað gjøgnum lívið? Eg gekk til fimleik hjá Havnar Fimleikafelag sum barn. Eg royndi hondbólt í eina tíð, men tað var ikki rættuliga nakað fyri meg. Eftir tað royndi eg ymisk sløg av fimleiki og fitness, men tað var heldur ikki orduliga nakað fyri meg tá. Tú hevur runnið nógv, og nú styrkivenur tú – hvussu ber tað til, at tað bleiv júst hesi sløg av ítrótti? Tað eru nú umleið 6 ár, síðani eg byrjaði at renna. Tað byrjaði við gongutúrum, og so við og við fór eg at renna. Aftan á eina tíð hevði eg fingið blóð á tonnina og byrjaði at venja til marathon og rann mítt fyrsta og einasta heila marathon i Firenze. Tá ið eg hevði runnið í eitt ár, byrjaði eg so smátt at venja styrki. Eg helt, at tað var tað, eg hevði brúk fyri, fyri at hava meira orku og styrki til at renna. Ryggur og bein fór at gera um seg, og tí valdi eg at skifta til okkurt, ið ikki var líka belastandi fyri bein og rygg. Eg byrjaði at venja meir og meir styrkjuvenjing, og eftir eina tíð fekk eg arbeiði í Yndi fitness, og aftaná tað fekk eg veruliga blóð á tonnina. So tær dámar best at venja einsamøll? Ja, mær dámar best at venja sjálv. Tá fái eg valt tíðina sjálv, og tá eri eg ikki so bundin av øðrum. Mást tú hava eitt mál við tíni venjing? Tað er sera týdningarmikið fyri meg, at eg altíð havi eitt mál. Tað er tað, ið fær meg at stríðastfyri tí, eg vil – tað er drívmegin. Gjøgnum alla mina tíð havi eg altíð sett mær mál. Eg havi vant til marathon/hálv-marathon og so sjálvandi eisini FM í fitness. Tað seinasta árið havi eg so eisini havt persónligan venjara, og mítt næsta mál innan ítrott er sjálvandi Fitness Føroyar 2014. Lagt til rættis: Inna Törnroos Árna Fjallstein: Eg má altíð hava eitt mál Dámar tær at samstarva og fáa ein bólk at náa einum máli, ert tú helst ein liðspælari. Tað sosiala er eisini týdningarmikið hjá tær, og positiva bólkatrýsti ger, at tú veruliga fert avstað til venjingina. Royn onkran av hesum ítróttunum: Fótbólt Hondbólt Flogbólt Kappróður Hatar tú at tapa, tá tú spælir spøl? Vilt tú altíð hava síðsta orðið í einum kjaki? Dámar tær at gera veddimál við vinirnar? Tá kann tú verða ein, sum skal kappast í ítrótti. Vel gjarna ein ítrótt, har tú kappast sjálvur, so at tín kappingarhugur ikki gongur út yvir liðfelagarnar. Royn onkran av hesum ítróttunum: Frælsan ítrótt Tennis Badminton Borðtennis Tær dámar í grundini best at sita í sofuni, tí har ert tú vísur í, at tú ikki fært ein ítróttarskaða. Kanska er tú eitt sindur eldri og ikki eins fimur, sum tú plagdi at vera. Tú hevur – í eins stóran mun sum onnur – brúk fyri at venja ella íðka ítrótt, men vel ítrótt, sum fer varliga við likaminum. Roynt onkran av hesum ítróttunum: Svimjing Gongutúrar Yoga Liðspælarin Kappingarfúsi Varligi