Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-09-19, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. september 2013síða 39

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 108 · 20. september 2013 11 róttin til tín Hvørji sløg av ítrótti hevur tú íðkað gjøgnum lívið? Eg byrjaði at venja fótbólt sum 5 ára gamal og tað er tann ítróttin, eg enn íðki. Eg vandi eisini hondbólt sum ungur, men legði tað frá mær, tá eg var eini 12 ára gamal. Hvat fær tú burturúr at verða ein liðspælari? Tað er ringt at siga, akkurát hvat man fær burtur úr við at spæla ein liðítrótt. Tað fari eg kanska at finna út av, tá eg einaferð gevist at leika fótbólt í bestu deildini. Tað jaliga við at vera á einum liði er uttan iva samanhaldið. Man skal minnast til, at vit eru saman fimm dagar um vikuna í einar 9-10 mánaðir um árið. Um man skuldi gjørt tað upp í tímum, hvussu nógv man hevur verið saman við sínum liðfeløgum, trúgvi at tímatalið vildi verið stórt. Man fær eisini, trúgvi eg, nakrar vinir, sum man kemur at hava samband við alt lívið. Er tad nakað negativt við at vera við í einum liði? Um man skal peika á okkurt neiligt, má tað vera øll tey egoini, sum eru samlað á vøllinum og í sama rúmi fimm dagar um vikuna Tað er heilt vist, at 20 mans í sama rúmi fimm dagar um vikuna vil geva nógv klammarí. Tað eru leikarar á einum og hvørjum liði, sum ikki klára upp við hvønn annan, og tað finnast tað dømi um allastaðni. Símun Samuelsen: Tú fært vinir fyri lívið Tú ræðist onki, og tú vilt hava stórar, sjónligar vøddar. At kunna verja teg og tíni er gott at kunna duga. Royn onkran av hesum ítróttunum: Styrkivenjing Judo Karate Tær dámar at tosa, flenna og læra at kenna nýggj fólk. Tú gevst skjótt at venja, um tú verður noydd at fara sjálv/ur avstað, tú mást hava eina vinkonu ella vinmann við tær. Royn onkran av hesum ítróttunum: Aerobics Dans Step Ríðing tann káti tann harði