mánadagur 23. september 2013síða 10
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 23. september 2013 · Nr. 110
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Jón Brian Hvidtfeldt
Skattareformur, kommunu
reformur,
eldrareformur,
pensjónsreformur, heilsure
formur, fiskivinnureformur.
Ætlanirnar vóru stórar,
tá formenninir Sambands
flokkinum, Fólkaflokkinum,
Miðflokkinum
og
Sjálv
stýrisflokkinum settu sínar
undirskriftir á samgongu
skjalið, 14. november 2011.
Leygarkvøldið á Fólkafund
inum gjørdu teir sjey flokk
arnir status, nú valskeiðið er
at kalla hálvrunnið.
Fyrsti reformurin varð
gjøgnumførdur eftir bara
fáum vikum, og flatskatt
urin og forskatting av pen
sjónum kom í gildi 1. januar
2012. Jørgen Niclasen er
avgjørdur, tá hann svarar
spurninginum, hvørt hann er
nøgdur við skattaroformin.
– Ja, ljóðar stutta og av
gjørda svarið frá landsstýris
manninum í fíggjarmálum.
Millum teir mest atfinn
ingarsomu
móti
førda
fíggjarpolitikkinum er Aksel
V. Johannesen, formaður í
Javnaðarflokkinum og fyrr
verandi landsstýrismaður í
fíggjarmálum.
– Inntøkurnar hjá lands
kassanum svíkja og undir
skotið veksur, bæði í fjør, í ár
og væntandi aftur næsta ár,
sigur Aksel V. Johannesen,
sum framvegis skýrir flat
skattin
at
raka
sosialt
skeivt:
– Tú byggir einki land við
at tey múgvandi fáa betur
ráð til at keypa nýggjan bil
og ferðast oftari uttanlands,
skjýtur formaður Javnaðar
floksins.
Jørgen Niclasen ásannar,
at tað hevur drigið út at
fáa ferð á samfelagshjólini.
Men hann tvíheldur um, at
effektin skal nokk koma. Og
skattareformurin var neyð
ugur:
– Inntøkuskatturin var
alt ov høgur. Og hóast flat
skattin hava vit framvegis
ov høgan inntøkuskatt, sigur
Jørgen Niclasen, sum tí longu
fyrireikar ein nýggjan skatta
reform.
Hóast lítið higartil hevur
verið at frætta úr sonevnda
”hugskotskataloginum”, sum
arbeitt verður við í Fíggjar
málaráðnum í hesum døgum,
so geva bæði Fólkaflokkurin
og Sambandsflokkurin greitt
til kennar, at ætlanin er at
snara
skattapolitikkinum
burtur
frá
traditionella,
norðurlendska
vælferðar
modellinum.
– Tað er neyðugt at
lækka
inntøkuskattin
og
í staðin krevja pengarnar
inn
við
brúkaragjøldum
av ymiskum slag, sigur Jo
han Dahl, næstformaður í
Sambandsflokkinum,
sum
umboðaði flokkin á kjak
fundinum leygarkvøldið.
Ein kós, sum sjónliga
ikki hóvar Karsteni Hansen,
ið umboðaði Miðflokkin á
fundinum.
– Nei, tað dámar mær
sera lítið. Tí her vera sam
felagsbólkar,
sum
koma
at detta niðurímillum, tí
tey hava ikki ráð at gjalda
hesi
brúkaragjøldini
til
tænastur,
sum
okkara
vælferðarsamfelag
í
dag
veitir øllum borgarum, sigur
Karsten Hansen.
Samgongan
stendur
rættuliga einsamøll við sínum
skattareformi. Bæði Javn
aðarflokkurin og Tjóðveldi
ynskja at broyta flatskattin,
umframt at flokkarnir siga
seg fara at kanna møguleikan
fyri at steðga forskattingini
av pensjónum, sleppa teir til
valdið aftur.
– Eg veit ikki, um tað
ber til, men vit fara so at
kanna tað. Tí forskattingin
stjelur inntøku frá komandi
ættarliðum, sigur Sirið Sten
berg, næstforkvinna í Tjóð
veldi, sum umboðaði flokkin
leygarkvøldið.
Naggatódn
Meðan tað gekk skjótt við
skattareforminum, so dregur
út við kommunureforminum.
Fleiri flokkar eru av tí greiðu
fatan, at fólkaatkvøðan á
Krossmessu í fjør amputeraði
hesa ætlan. Einki natúrligt
næsta stig tykist liggja fyri
framman, eftir at fólkið
segði eitt rungandi nei, 3.
mai í fjør.
– Tá tú ert valdur at taka
ábyrgd, so nyttar ikki at
blaka ábyrgdina frá tær, sigur
Karsten Hansen við greiðari
adressu til fólkaatkvøðuna.
Kári P. Højgaard, ið sum
landsstýrismaður
hevði
ábyrgd av fólkaatkvøðuni, er
somuleiðis skeptiskur ídag:
– Nei, eg trúgvi at tað
verður sera trupult at gera
nakað nú. Fólkið hevur talað,
sigur Kári P. Højgaard.
Sámal Petur í Grund, ið
umboðaði Framsókn leygar
kvøldið, tvinnaði kommunu
reformin og eldrareformin
saman:
–
Størri,
kommunalar
eindir eru væl ein fortreyt
fyri at leggja eldraøkið út til
kommunurnar at umsita. Og
tí hevur strandaði komm
unureformurin reelt beint
fyri eldrareforminum, sigur
Sámal Petur í Grund.
Herfyri
boðaði
lands
stýriskvinnan í almanna
málum frá, at eldraøkið
kortini ikki verður lagt út til
kommunurnar 1. januar 2014,
soleiðis sum samgonguskjalið
sigur og samgongan annars
higartil hevur tvíhildið um.
Ætlanin er útsett eitt ár.
– Vit hava valt at brúka
eitt sindur meira av tíð.
Men vit eru í einum góðum
dialogi við kommunurnar og
skulu nokk koma á mál, sigur
Jørgen Niclasen.
Andstøðan sigur seg tó
hava trupult við at trúgva
hesum:
– Her er ein lang røð av
ógreiðum viðurskiftum, alt frá
fígging til setanarviðurskifti
hjá teimum einstøku starvs
fólkunum, sigur Sirið Sten
berg.
Samgonguskjalið leggur
upp til, at fólkaskúlin skal
leggjast út til kommunurnar
at umsita, aftaná eldraøkið.
Dato er tó ongantíð settur á,
nær tað verður. Nú valskeiðið
er hálvrunnið og tað dregur út
við eldrareforminum, hongur
fólkaskúlareformurin í kløn
um tráð.
– Nei, tað er ikki sannlíkt,
at fólkaskúlin verður lagdur
út til kommunurnar í hes
um valskeiðnum, sigur Jo
han Dahl, næstformaður í
Sambandsflokkinum,
sum
við Bjørn Kalsø í Mentamála
ráðnum hevur ábyrgd av øki
num.
Fiskivinnan
Í mai í fjør boðaði Jacob
Vestergaard frá, at arbeiðið
við eini fiskivinnunýskipan
nú fór ígongd. Sambært tíðar
ætlanini hjá lands-stýris
manninum
skuldu
lógar
uppskotini í løgtingið áðrenn
síðsta framløgudag í ólav
søkutingsetuni, tað vil siga
fyrst í mars mánaða í ár. Men
tað hendi sum kunnugt ikki,
reformurin kom ongantíð,
hóast
landsstýrismaðurin
hevði
eitt
lógaruppskot
klárt.
–
Sambandsflokkurin
trýsti á bremsuna, tí vit vóru
ikki nøgd við uppskotið. Har
manglaði at fáa greiðu á eini
røð av spurningum og viður
skiftum, sigur Johan Dahl.
Eisini Miðflokkurin var
við til at bremsa landsstýris
manninum.
– Vit kundu ikki taka undir
við pørtum av uppskotinum.
Og tað gevur onga meining
fyri ein landsstýrismann at
bera uppskot í tingið, sum
hann ikki hevur fullan stuð
ul fyri í samgonguni, sigur
Karsten Hansen.
Andstøðan
eftirlýsir
framvegis og áhaldandi at
sleppa upp í part at gera eina
fiskivinnunýskapan. Politiski
fylgibólkurin við umboðum
úr øllum flokkum, sum varð
knýttur at arbeiðinum, er
steðgaður upp.
–
Fylgibólkurin
hevur
ikki havt nakran fund í eitt
hálvt ár. Og nú eitt nýtt upp
skot eftir øllum at døma er
sent út til hoyringar, velur
landsstýrismaðurin bara at
senda tað út til samgongu
flokkarnar. Einki tíðir uppá,
at man ynskir at fáa and
støðuna við eisini, sigur Aksel
V. Johannesen avgjørdur.
Jørgen Niclasen gevur
greitt til kennar, at sam
gongan fyrst má finna felags
stev, áðrenn andstøðan kem
ur upp í part:
– Tað gevur onga meining
at leggja eitt uppskot á
borðið fyri allar flokkar, sum
sjálvt samgongan ikki er
samd um. Tað er deyðadømt
frammanundan. Samgongan
má fyrst finna eina semju,
og so verður andstøðan tikin
við, sigur Jørgen Niclasen.
Formaðurin
í
Fólka
flokkinum roknar við, at and
støðan verður tikin við aftur
í arbeiðið um ein mánað ella
so.
Sambært Jørgen Niclasen
og Johan Dahl verður ein
fiskivinnunýskipan
bæði
løgd fram og eisini samtykt í
løgtinginum í hesari tingset
uni, tað vil siga áðrenn løg
tingið fer til hús móti sumri
næsta ár.
Ymisk ferð á reformunum
Meðan tað gekk sera skjótt at gera eina skattanýskipan, so dregur út við at fáa aðrar reformar gjøgnumførdar.
Leygarkvøldið á Fólkafundinum gjørdu politisku flokkarnir status, nú valskeiðið er hálvrunnið
Mynd: Norðlýsið
fólkafundur 2013