mánadagur 23. september 2013síða 9
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 23. september 2013 · Nr. 109
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
fólkafundur 2013
Áki Bertholdsen
Foreldur skulu sjálvi gera av,
hvussu tey býta barnsburð
arfarloyvið ímillum sín.
Tað halda 51 prosent av
føroyingum, vísir ein kann
ing, Gallup hevur gjørt fyri
Javnstøðunevndina.
Annars
hevur
Johan
Dahl, landsstýrismaður í
javnstøðumálum, boðað frá,
at hann ætlar at broyta lóg
ina um barnsburð og at ein
broyting verður, at pápin
SKAL í farloyvi í eina tíð.
Hetta er tað, sum vanliga
verður kallað pápakvota.
Men hesum vilja føroy
ingar ikki vita av, vísir ein
kanning, Gallup hevur gjørt
fyri Javnstøðunevndina.
Kanningin
vísir,
at
bara 14 prosent av føroy
ingum tekur undir við, at
tríggir mánaðir av barns
burðarfarloyvinum verður
markaðir til mammuna og
at tríggir mánaðir verða
markaðir til mammuna. Síð
ani skulu mamman og pápin
í felag gera av, hvussu teir
síðstu tríggir mánaðirnar
skulu býtast ímillum tey.
Hinvegin eru tað bara
tvey prosent av føroyingum,
sum taka undir við, at
mammur og pápar skulu
hava líka langt farloyvi.
Annars halda 24 prosent
av føroyingum, at barns
burðarfarloyvið skal leingj
ast, men at lutfallið ímillum
mammuna og pápan skal
ikki broytast.
Níggju prosent av føroy
ingum hava onga støðu til
spurningin.
Sostatt er greitt, at rætti
liga stórur meiriluti av før
oyingum, ella heili 75 pro
sent, eru ímóti at tvinga
pápar at fara í barnsburð
arfarloyvi longri enn teir
eru nú.
Myndin er av básinum
hjá Javnstøðunevndini á
Fólkafundinum í Klaksvík.
Nøkur ungfólk eru komin
at forvitnast og at taka
lut í eini stuttligari, men
púra órformligari atkvøðu
greiðslu á básinum – har
úrslitið annars passar sum
fótur í hosu við Gallup
kanningina.
BARNSBURÐARFARLOYVI Stórur partur av føroyingum heldur ikki, at politikarar
skulu avgerða, hvussu foreldur býra barnsburðarfarloyvi ímillum sín
Pápar skulu ikki tvingast í farloyvi
Áki Bertholdsen
- Øll sambýlini kring landið
skulu steingjast, tí vit hava
ikki ráð til at hava tey.
Tað heldur landsfelagið
hjá pensjonistunum.
Finnur
Johansen
er
nevndarlimur í Landsfelag
Pensjónistanna
og
á
fólkafundinum í Klaksvík
um
vikuskiftið
staðfesti
hann, at Landsfelagið roynir
at sannføra politisku flokk
arnar um at steingja øll sam
býlini í landinum.
Samstundis skulu ikki
fleiri sambýli byggjast.
- Tað er okkara politikkur
í landsfelagnum hjá pensjón
istunum og vit gevast ikki,
fyrrenn øll sambýlini eru
stongd.
Finnur Johansen sigur,
at gera vit tað, spara vit 150
milliónir krónur um árið,
sum síðani kunnu brúkast
til heimahjálp og annað.
- Hugtøkini ellisheim og
sambýli skulu avtakast men
samstundis skulu røktar
heim byggjast til tey, sum
ikki klára seg sjálvi, men sum
krevja røkt.
Umframt at vera nevnd
arlimur í Landsfelag Pen
sjónistafelagnum, er hann
eisini formaður í pensjón
istafelagnum í Havn.
Hann er greiður yvir, at
hetta gerst ikki eftir stutt
ari tíð. Orsøkin til tað er,
at í veruleikanum hava vit
ov fá røktarheimspláss og
samstundis er heimahjálpin
niðurpínd.
Avleiðingin av tí er, at
nógvir røktarkrevjandi fólk
búgva á sambýli.
- Tann, sum hevur fingið
búpláss, kann ikki koyrast út,
sigur Finnur Johansen.
Hann sigur, at eldraøkið
skal leggjast undir kommun
urnar, tí tá ið tær merkja,
hvussu dýr sambýlini eru,
skulu tær nokk finna útav at
steingja tey og brúka orkuna
upp á at byggja tey neyðugu
røktarheimini ístaðin.
Vilja hava arvin
Finnur Johansen kom eisini
við tí eygnarívandi páhaldi,
at nógv gomul fólk flyta á
sambýli, rætt og slætt tí at
tað er nógv bíligari enn at
búgva heima!
Hann staðfesti, at ein pen
sjónistur rindar 5.500 krónur
um mánaðin fyri at búgva á
sambýli.
Fyri tað fáa tey bæði mat
og alskyns tænastur og eing
in kann búgva heima fyri so
bíligan penga, sigur hann.
Hinvegin rindar tað al
menna eina hálva millión í
rakstri til hvørt búfólk á ein
um sambýli.
- Tað hava vit ikki ráð til,
sigur Finnur Johansen og
hann leggur afturat, at hann
veit sjálvur um frísk fólk,
sum búgva á sambýli.
Hann sigur eisini, at fólk
vilja helst búgva heima sum
longst.
Og hansara páhald er, at
tað eru ikki tey gomlu sjálvi,
sum taka avgerðina um, at
tey skulu flyta á sambýli.
- Tað eru arvingarnar,
sum vilja hava tey gomlu á
sambýli, fyri at fáa arvin og
tað tvíhaldi eg um, til onkur
hevur mótprógvað tí sigur
Finnur Johansen.
Pensjónstafelag vil
steingja øll sambýli
ELDRARØKT Vit gevast ikki fyrrenn øll sambýlini eru
stongd, sigur Landsfelagið hjá pensjónistunum
Sjálvandi
Fakfeløgini halda, at sjálvandi skulu fakfeløg
blanda seg upp í politikk og Georg F. Hansen,
formaður í Føroya Arbeiðarafelag, útihýsir enntá
ikki møguleikanum at stuðla ávísum flokkum
Eingin tvingsil
Pápar skulu ikki tvingast at verða í
barnsburðarfarloyvi longri enn teir eru nú,
heldur ein stórur partur av føroyingum
Spara 150 milliónir
- Vit hava ikki ráð at hava sambýli og tí skulu tey steingjast,
sigur Finnur Johansen, nevndarlimir í Landsfelag
Pensjónistanna og formaður í pensjónistafelagnum í Havn.