mánadagur 23. september 2013síða 8
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 23. september 2013 · Nr. 109
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
fólkafundur 2013
Bertholdsen
- Fakfeløg skulu blanda seg
upp í politikk. Men fakfeløg
skulu ikki vera partapolitisk.
Tað halda fleiri føroysk
fakfeløg.
Á fólkafundinum í Klaks
vík um vikuskiftið varð
spurningurin
um
sam
bandið ímillum fakfeløg og
politiskar flokkar, til við
gerðar.
Fleiri av fakfeløgunum
eru sannførd um, at fak
felagsarbeiðið og politikkur
hanga óloysiliga saman, og
at fakfeløgini skulu sjálvandi
blanda seg upp í politikk.
Tað halda bæði Maud
Vang Hansen, forkvinna í
Pedegogfelagnum, Selma Ell
ingsgaard, forkvinna í Star
vsmannafelagnum, Majbritt
Mohr, forkvinna á Heilsu
røktarafelagnum og Georg F.
Hansen, formaður í Føroya
Arbeiðarafelag.
Tey vísa øll á, at politikkur
hevur
stóra
ávirkan
á
viðurskiftini hjá limunum í
fakfeløgunum.
Tískili er tað sjálvsagt, at
fakfeløg blanda seg upp í, tá
ið politiskar avgerðir verða
tiknar, sum ávirka livikorini
hjá limunum.
Fleiri av teimum halda
enntá, at fakfeløgini hava
beinleiðis skyldu til at leggja
seg út í politisk mál.
Majbritt
Mohr
heldur
enntá, at fakfeløgini eiga at
gera vart við síni sjónarmið
í at kalla hvørjum einasta
máli, sum er frammi polit
iskt.
-
Fakfelagsarbeiðið
er
politikkur og vit taka tað
sum okkara skyldu at gera
vart við okkum, staðfestir
Selma Ellingsgaard.
- Tann, sum fæst við
fakfelagspolitikk,
sleppur
ikki undan at leggja seg út
í politikki, heldur Georg F.
Hansen.
Bjóða okkum av
Hinvegin
eru
fakfeløgini
næstan líka samd um tað,
at tey eiga ikki at blanda seg
upp í partapolitikk.
Hjá summum av feløg
unum stendur tað enntá
niðurfelt í viðtøkurnar, at
tey skulu vera partapolitisk
óheft.
Tey vísa á, at eisini í sjálv
um fakfeløgunum eru nógv
ar ymsar politiskar áskoð
anir
Sostatt fara tey ikki at
stuðla ávísum flokkum og
tey halda øll, at tað er heilt
óhugsandi, at fakfeløg fara
at stuðla ávísum politisku,
flokkum fíggjarliga.
Summi halda, at lyfti
um fíggjarligan stuðul, ella
hóttanin um at taka fíggjar
ligan stuðul aftur, eigur ikki
at stýra politikkinum.
Tann einasti, sum ikki er
heilt avgjørdur er formað
urin í Føroya Arbeiðarafelag.
Georg F. Hansen er ikki so
avgjørdur, tí hann heldur, at
Føroya Arbeiðarafelag kundi
hugsast at stuðla ávísum
flokki.
Men
tað
verður
ikki
treytaleyst,
leggur
hann
afturat.
sHann sigur, at hendan
samgongan, sum nú situr,
hevur rættiliga bjóða fak
feløgunum av, tí hon hevur
lagt so stórar byrðar á fólk,
sum hann málbar seg.
Her hugsaði hann um at
forskatta pensjónir, sum ger,
at limir í Føroya Arbeiðara
felag missa ein stóran part av
pensjónini.
- Tí er tað ein spurningur
um Føroya Arbeiðarafelag
ikki eigur at blanda seg meiri
upp í, tá ið løgtingsval verður
aftur so at teir flokkar, sum
hava sett hetta í verk, verða
settir til svars fyri tað.
Spyrja flokkar
Ein møguleiki, sum varð
nevndur á fólkafundinum
var, at tá ið løgtingsval verður
aftur, skulu fakfeløgini senda
flokkunum nakrar beinleiðis
spurningar at vita, hvørja
støðu, teir ymsu flokkarnir
hava til ymisk mál.
Hetta halda fakfeløg, kun
di verið eitt gott hugskot
Svarini kunnu so leggjast
fyri limirnar í fakfeløgunum
og so kunnu teir sjálvir av
gera, hvør flokkur tænir
teirra áhugamálum best.
Fakfeløg skulu sjálvandi
blanda seg upp í politikk
FAKFELØG OG POLITIKKUR Fakfelagsarbeiði og politikkur hoyra óloysiliga saman, halda fleiri fakfeløg
Áki Bertholdsen
Fakfeløgini
skulu
halda
fingrarnar langt vekk frá
politikki.
Tað heldur Eyðstein Djur
huus, formaður í Skipara- og
navigatørfelagnum.
Á fólkafundinum í Klaks
vík um vikuskiftið varð
spurningurin
um
sam
bandið ímillum fakfeløg og
politiskar flokkar, til við
gerðar.
Á tí fundinum var for
maðurin
í
Skipara-
og
Navigatørfelagnum
mest
sum í sjálvdrátti við sínum
sjónarmiðjum.
Og hann er sannførdur
um, at fakfelagsarbeiðið og
politikkur hoyrir ikki saman.
Tí
vildi
Skipara-
og
navigatørfelagið ikki vera
við í mótmælisgonguni fyri
stuttum
ímóti
politisku
framferðini i sambandi við
ætlanina at gera Eysturoyar
tunnilin.
- Tað hevði verið heilt
við síðurnar av, tí Innlendis
málaráðið er ikki okkara
arbeiðsgevari.
Hann vísir á, at er nakað
skeivt farið fram, hava vit
hava stovnar og fyriskipanir
at viðgera slík mál og vit eiga
at líta teimum tað til, at taka
tær røttu avgerðirnar.
- Vit skulu vera ógvuliga
varin at taka málini úr
hondunum á teimum, sum
eru sett til at loysa tey, sigur
Eyðstein Djurhuus.
Týðiligt
Hann heldur, at tá ið fakfeløg
eru so íðin at blanda seg
upp í politikk, er talan um
eitt fyribrigdi, sum á donsk
um
kallast
”oversprings
handlinger”.
Í hesum sambandi heldur
hann, at tá ið leiðslurnar
í fakfeløgum kanska ikki
megna sína uppgávu til
fulnar vi samráðingarborðið,
kasta tey seg yvir øll onnur
mál, sum einki hava við fak
felagsarbeiði at gera, sigur
hann.
Hann heldur, at tað er
týðligt í hesum føri.
Hann heldur eisini hjá
viðhvørt tykist støðan eitt
sindur undarlig, tá ið tosa
verður um at ávirka politiska
arbeiðið
- Tá ið ein vinnufyritøka
roynir at ávirka politikarar
ígjøgnum lobbyismu, verður
tað kallað korruptión. Tá ið
fakfeløg gera tað, er tað víð
kað fólkaræði, staðfesti hann
turrisliga
Sjálvur leggur hann dent
á, at skipara- og Navigatør
felagið leggur seg ikki út í
politikk,
Men hann ásannar kort
ini, at okkurt undantak er og
tað er tá ið lógin um vinnu
ligan fiskiskap er til viðgerð
ar.
- Tað eru viðurskifti, sum
beinleiðis
ávirka
vinnu
møguleikarnar hjá okkara
limum so tað hava vit sjálv
andi eina meining um, sigur
hann.
Fakfeløg skulu halda
fingarnar langt vekk
FAKFELØG OG POLITIKKUR Tað er púra burturvið, at
fakfeløg blanda seg upp í politisk mál, heldur Eyðstein
Djurhuus, formaður í Skipara- og navigatørfelagnum
Alt annað
Tá ið fakfeløg kanska ikki megna sína uppgávu
við samráðingarborðið, kasta tey seg yvir øll
onnur mál, sum einki hava við fakfelagsarbeiði
at gera, sigur Eyðstein Djurhuus