Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-09-23, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. september 2013síða 7

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mánadagur 23. september 2013 · Nr. 110 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Skeiðini fara millum annað at geva luttakarunum innlit í hesi øki: • Lógir og reglugerðir á økinum • Skelting, merking og fráboðan • Skeltiætlanir, ábyrgd, eftirlit og samstarv við løgregluna • Trygdarásetingar fyri vegarbeiðsfólk • Merkingar av akførum og útgerð • Greining av ferðsluóhappum • Ferðslutrygd sum heild Skeiðslongdin er 2 dagar, og skeiðini vera hildin hesar dagar: Skeið I: 30. september - 1. oktober Skeið II: 2. - 3. oktober Undirvísingin skiftir millum fyrilestrar, kjak og bólka- uppgávur, har arbeitt verður við ítøkiligum dømum frá vegarbeiði. Skeiðini enda við eini roynd. Luttakarar, ið standa royndina, fáa prógv, ið er galdandi í 5 ár. Skeiðini eru ætlaði verkfrøðingum, teknikarum, løgreglufólki, entreprenørum, vegformonnum og øðrum, ið hava vegin sum arbeiðsstað. Skeiðshaldarar eru: Finn Engelbrecht Ruby, løgreglumaður, Københavns Politi og Knud Pedersen, sivilverkfrøðingur. Kostnaðurin er kr. 6.500,00 fyri hvønn luttakara. Íroknað prísin eru kostur, skeiðstilfar og prógv. Til ber at tekna seg til skeiðini við at senda teldubræv til Rúnu Hjelm, Landsverk: ruhj@lv.fo. Upplýsið navn, arbeiðsstað, starvsheiti, teldubústað, skeiðsnummar og p-tal. Seinasta freist at tekna seg til skeiðið er týsdagin 24. september, skeiðsgjaldið skal eisini vera goldið á konto nr.: 9181-1282206 í Eik ella 6460-4314680 í BankNordik. Navn á luttakara og skeiðsnummar skulu upplýsast, tá goldið verður. SKEIÐ Trygdarskeið um vegarbeiði Í døgunum 30. september - 3. oktober 2013 skipar Landsverk fyri tveimum grundskeiðum undir heitinum: “Vegurin sum arbeiðspláss”. Skeiðini verða hildin á Hotel Hafnia. Landsverk, Tinghúsvegur 5, Postsmoga 78, 110 Tórshavn Tel. 340 800, Faks 340 801, lv@lv.fo, www.landsverk.fo Landsverk er stovnur undir innlendismálaráðnum, og hevur um hendi vega- og havnamyndugleika uppgávur og byggiharrauppgávur. Stovnurin ráðleggur, ger ætlanir um og útinnir, rekur og viðlíkaheldur landsvegir, havnir, bygningar og flogvøllir; herundir tyrlupallar. Send sms-boð við tekstinum: sos til 1940 eitt sindur festligari Skriva »sos« í einum sms-boðum og send til 1940 Hvørt sms-boð er lutaseðil í dráttinum, sum verður hósdagin 3 oktober í seinnapartsendingini á Rás2. Hvørt sms kostar 20 kr (+ vanligan takst) ...jú fleiri seðlar – størri er møguleikin! Nú kanst tú vinna tína dreymaferð fyri fýra fólk til Keypmannahavnar í oktober mánaði. Tit flúgva til Keypmannahavnar við Airbus flogfarinum hjá Atlantsflog. Komin til Kastrup Lufthavn í Keypmannahavn taka tit shuttle bussin hjá Crowne Plaza Copenhagen Towers, sum steðgar beint uttan fyri komuhøllina í Kastrup og koyra stutta teinin til marglætis hotellið, sum er í Ørestad, beint við Metroina og S-tokið. Tit gista á luksushotellinum, Crowne Plaza, og haðani kunnu tit njóta vikuskiftið í Keypmannahavn sms’a & vinn Vinn Dreymaferð fyri 4 til keypmannahavnar gist á crowne plaza Sosialurin 341800