Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-09-23, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. september 2013síða 6

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 23. september 2013 · Nr. 110 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Størstu und­ir­ tøk­una hevði løg­mað­ur beint eftir valið Eirikur Lindenskov Kaj Leo Holm Johannesen hev­ur ongantíð havt lægri um­dømi enn nú. Tað vísti sein­asta kanningin hjá Gall­ up, sum varð kunngjørd síðsta mánadagin. Í kanningini eru fólk spurd, hvussu væl tey halda, at løg­mað­ur klárar seg samlað. Tey skulu geva honum karakter á einum stiga frá 1 til 10, har 1 er »sera illa« og 10 er »fram­úr­skar­ andi«. Karaketerurin, sum velj­ ar­ar­nir hes­a­ferð góvu løg­ manni, var 4,3. Tað er væl lægri, enn hann fekk í sein­ astu kann­ing, sum varð gjørd í febr­uar í ár. Tá fekk hann 5,0. Bestu undirtøkuna fekk løg­mað­ur í kann­ing, sum Gallup gjørdi fyri Sos­i­al­ in í de­sem­ber í 2011. Tá var skoðs­málið 6,2. Tann kann­ ing­in varð gjørd beint eft­ir, at nýggja samgongan mill­ um Sam­bands­flokk­in, Fólk­a­ flokk­in, Mið­flokk­in og Sjálv­ stýr­is­flokk­in varð skipað. Tann karakterurin, sum tann størsti bólkurin gevur løgmanni, er botn­kar­ak­ter­ ur­in »1«, sum 19 prosent av teim­um spurdu geva hon­ um. Næststørsti bólkurin gev­ur hon karakterin beint und­ir miðal, sum er 5. Tað skoðs­málið hava 17 prosent av teim­um spurdu givið løg­ manni. Hyggja vit eftir ald­urs­ bólk­um, so eru tað tey ungu und­ir 24 ár og tey gomlu yv­ ir 60 ár, sum halda mest um løg­mann. Tey ungu geva løg­manni karakterin 4,7 og tey gomlu 4,5. Lægstu undirtøkuna fær løg­maður frá teimum 50-59 ára gomlu, sum geva honum skoðs­málið 4,0. Kanningin býtir eisini und­ir­tøkuna hjá løgmanni sund­ur á øki í Føroyum. Størstu undirtøkuna hevur løg­mað­ur Norðoyggjum. Har geva tey honum skoðsmálið 5,2. Næstbest er hann um­ tókt­ur í Vágum, har hann fær skoðs­málið 5,0. Lakastu und­ ir­tøkuna fær løgmaður í høv­ uðs­stað­ar­øk­i­num og í Sand­ oy, har hann fær skoðsmálið á­vik­a­vist 3,8 og 3,7. Nevnast kann, at flokkurin hjá løg­ manni søguliga hevur lítla und­ir­tøku í Sandoynni – Sam­bands­flokk­u­r­in hev­ur ong­an­tíð havt tingmann vald­an í Sandoyar sýslu val­ dømi. Løgmaður lægsta umdømi Hendan talvan vísir, hvussu býtið er millum skoðsmálini, sum fólk hava givið løgmanni Hendan talvan vísir, hvørji skoðsmál ymsu aldursbólkarnir geva løgmanni Hendan talvan vísir undirtøkuna hjá løgmanni býtt á ymsu økini í Føroyum Hendan talvan vísir, hvussu væl fólk halda, at løg­ mað­ur hevur klárað seg samla á einum stiga frá 1 - 10, har 1 er »sera illa« og 10 er »framúrskarandi« Sambært seinastu kanning frá Gallup hevur Kaj Leo Holm Johannesen lakastu undirtøkuna higartil. Veljararnir geva honum skoðsmálið 4,3. Bestu undirtøkuna hevði hann í kanningin beint eftir, at samgongan varð skipað í 2011. Tá var skoðsmálið 6,2