mánadagur 23. september 2013síða 5
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mánadagur 23. september 2013 · Nr. 110
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
av øllum sínum nærmastu
greitt, hvussu støðan var.
– Eg fortaldi eisini børn
unum tað. Elsti sonurin var
tá átta ára gamal, og hann
skilti væl, hvat tað snúði
seg um. Hann mintist til
vinkonuna hjá mær, sum
stutt frammanundan var
deyð av krabbamein, og tí
bleiv hann keddur og bangin.
Men eg fortaldi honum eisini,
at nógv fólk gerast frísk, tá
tey fáa eina slíka sjúku, og
tað hjálpti, greiðir Ruth á
Plógv frá.
Eitt sindur aftaná valdi
hon at skriva á Facebook,
at hon var sjúk og skuldi í
viðgerð.
– Tá eg hevði verið í skann
aranum í Havn, tóktist tað,
sum at rættiliga nógv vistu
um mína støðu. Nógv høvdu
skrivað eitt hjarta á mína
Facebook síðu og ynsktu
mær alt tað besta. Fólk
spurdu meg dagliga, um hvat
og hvussu, eisini tá eg eitt nú
var til handils við børnunum.
Eg helt ikki, at tey høvdu so
gott av at hoyra alt aftur og
aftur, fortelur Ruth á Plógv
og heldur fram:
– So eg valdi bara at
skriva á Facebook, har eg
segði, sum var, og tað gjørdi
alt nógv lættari fyri meg.
Eisini skrivaði eg javnan
dagføringar, meðan eg var í
Danmark.
Ein fantastisk jólagáva
Í næstan tveir mánaðir var
Ruth á Plógv á Ríkissjúkra
húsinum í Keypmannahavn
til viðgerðar. Mamman var
við henni, meðan unnustin
var eftir í Føroyum hjá børn
unum. Á Ríkissjúkrahúsinum
var hon í pet-skannaranum,
sum vísti, at krabbin ikki
hevði spjatt seg, tó skuldi hon
undir skurð tríggjar ferðir.
Allir eitlarnir í lyskuni blivu
tiknir, meira bleiv skorið úr
lendunum, og ein blettur
bleiv tikin úr lunganum.
Fleiri royndir blivu gjørdar
ta tíðina, Ruth á Plógv
var niðri, og av tí at fyrstu
svarini higartil vóru positiv,
slapp hon heim til Føroya,
meðan bíða varð eftir svari
frá seinastu kanningini.
– Tað var ótrúliga gott
endiliga at koma heim tá og
vera saman við familjuni
aftur, men eg hugsaði nógv
um hesa seinastu royndina.
Minnist eisini væl, hvussu
ringt eg hevði tað, tann dagin
eg og Petur fóru til Havnar
at fáa svarið úr Danmark.
Eg haldi, at tað var líka ringt,
sum fyrstu ferð eg fór til
Havnar eftir svari, sigur Ruth
á Plógv, sum í december 2011
fekk góðu boðini frá lækn
anum, um at hon nú var
frísk.
– Tað er tann besta jóla
gávan
nakrantíð.
Heilt
fantastiskt. Vit fóru heim,
ótu góðan mat saman við
teimum nærmastu og hugn
aðu okkum. Og eg var eisini
glað í einar tveir dagar, men
so komu tankarnir, sum eg
hevði skúgvað til viks, meðan
eg var undir viðgerð. Eg fór
nú at hugsa um alt tað, eg
hevði verið úti fyri, greiðir
Ruth á Plógv frá.
Hon vendi sær til Krabba
meinsfelagið, har hon prátaði
við forkvinnuna um tað, hon
hevði upplivað. Eisini tosaði
hon fólk úr móðurmerkja
krabbabólkinum.
– Tað hjálpti mær ótrúliga
væl, tí tá kundi eg seta orð
á allar tankar og kenslur.
Soleiðis byrjaði eg at arbeiða
við mær sjálvari, so eg kundi
koma víðari sálarliga. Tí
ræðslan sat enn í kroppinum,
hóast eg var frísk.
Eitt nýtt lív
Ruth á Plógv minnist aftur
á, at hóast hon gjørdist frísk,
merkti tað ikki, at alt bleiv
gott beinanvegin.
– Eg merkti ongantíð,
at eg var sjúk, tí eg var væl
fyri, íðkaði nógvan ítrótt og
orkaði væl. Í roynd og veru
havi eg ongantíð verið so væl
fyri kropsliga, sum eg var, tá
eg bleiv sjúk. Harafturat át
eg hampiliga sunnan mat. So
tað var ringt at læra kroppin
at kenna aftur aftan á alt
hetta, sigur Ruth á Plógv.
– Í fyrstuni livdi eg í ein
um støðugum ótta, um eg nú
fór at blíva sjúk aftur. Teir
tankarnar mást tú veruliga
læra teg at liva við og ikki
minst stýra, sigur Ruth á
Plógv, sum av somu orsøk
hevur verið á skeið innan
mindfullness.
– So skjótt sum eg merkti
bara tað minsta, so eg hugsaði
eg alt fyri eitt tað ringasta.
Tað er keðiligt, at hava tað
so, men eg byrji at duga betri
at handfara negativu tank
arnar, sum framvegis onkun
tíð kunnu spøkja, sigur Ruth
á Plógv.
Hon leggur tó dent á, at
hon er ovurfegin um at vera
frísk og hevur lært nógv frá
tíðini, hon var sjúk.
– Tú fert av tær sjálvari
at raðfesta annarleiðis eftir
eina slíka uppliving. Ikki tí,
gerandisdagurin hjá okkum
er ikki stórvegis broyttur,
men eg hugsi um ikki at taka
nakað fyri givið og eisini at
seta prís á tær góðu løturnar.
Eitt nú tá børnini gleðast um
eitthvørt, so taki eg mær tíð
at gleðast við teimum, greiðir
Ruth á Plógv frá og leggur
afturat, at hon í størri mun
enn áður ger ting, sum glaða
hana.
– Eg bíði ikki við nøkrum,
sum kann skapa gleði. Eitt
nú havi eg síðani smágenta
ynskt mær ein hest, men tað
er ongantíð blivið til nakað.
Í januar valdi eg so at keypa
mær mín egna hest, tí tað er
einki at bíða við. Eg verði glað
av at fáast við ross, og at fara
ein túr í fjøllini á rossabaki er
reint terapi fyri meg.
rannva@sosialurin.fo