mánadagur 23. september 2013síða 4
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 23. september 2013 · Nr. 110
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Rannvá G. Fossaberg
– Eg minnist ordiliga væl
ein biltúr, stutt aftaná at
eg hevði fingið boðini um,
at eg hevði krabbamein. Tá
sá eg nakrar nakrar menn,
sum hava drukkið dagliga í
fleiri harrans ár, og hugsaði
við mær sjálvari, at hetta
var virkiliga órættvíst, tí
her gingu teir púra frískir,
meðan eg brádliga var blivin
álvarsliga sjúk. Tað gav onga
meining.
Tað sigur Ruth á Plógv úr
Sandavági, sum fyri tveimum
árum síðani fekk staðfest
móðurmerkjakrabba í einum
eitli í lyskuni.
Ruth á Plógv stóð brád
liga sum 34 ára gomul og
álvarsliga sjúk. Hon hugsaði,
at unnustin, Petur, og teirra
trý børn, sum tá vóru eitt, trý
og átta ára gomul, møguliga
skuldu liva eitt lív uttan
hana.
– Tankin um at eg kundi
doyggja frá børnunum var
nokk tað allar ringasta. Men
samstundis var tað eisini
sami tankin, ið fekk meg at
hugsa, at eg skuldi bara klára
hetta og kempa meg ígjøg
num eina harða tíð, sigur
Ruth á Plógv.
Móðurmerkið irriteraði
Hóast Ruth á Plógv, ið dag
liga starvast sum lærari
á Giljanesi, fekk staðfest
krabbamein í 2011, so ivast
hon ikki í, at hon longu var
sjúk í 2005.
– Eg hevði eitt móður
merki á lendunum, sum kundi
skriða viðhvørt. Móðurmerk
ið var ikki serliga stórt og sá
heldur ikki óvanligt út, men
allíkavæl hugsaði eg tankan
um, at møguliga var krabba
mein í tí, greiðir Ruth á Plógv
frá. Hon fór kortini ikki til
lækna beinanveg.
– Eg fortaldi onkrum um
hetta móðurmerkið, men tey
søgdu bara at hatta mundi
ikki vera nakað álvarsamt.
Og tí gekk ein tíð, áðrenn eg
fór til lækna, sigur Ruth á
Plógv.
Læknin skar móðurmerkið
burtur, og tá 14 dagar vóru
farnir, fekk hon boð um,
at ókendar kyknur vóru
í
móðurmerkinum,
men
tey dugdu ikki at siga, júst
hvørjar kyknur talan var um.
Tey vildu tí hava hana til ein
føroyskan serlækna at skera
meira burtur, minnist Ruth á
Plógv, sum alt fyri eitt fekk
ein hvøkk.
– Eg bleiv hjartkipt, tí tey
kundu ikki siga mær, hvat
tað var, so eg visti hvørki,
um kyknurnar vóru av tí
góða ella av tí ringa, sigur
Ruth á Plógv. Frá vevnaðin
um, ið bleiv skorðin hjá ser
læknanum, vóru ongar ill
kynjaðar kyknur at finna
– Tað bleiv tí ikki stað
fest, um krabbi var í móður
merkinum.
Tordi ikki til lækna
Tá Ruth á Plógv í 2008 átti
næsta sonin, legði hon merki
til, at ein knútur á einir tveir
sentimetrar vaks í lyskuni.
Vikurnar gingu, men knút
urin hvarv ikki.
– Eg hugsaði um at fara
til lækna, men eg tordi ikki,
tí hvat nú um tað var okkurt.
Og so var eg skjót at hugsa
“nei tvætl, hatta hevur einki
upp á seg, har er einki” sigur
Ruth á Plógv og ristir eitt
sindur við høvdinum.
– Býtt at hugsa so. Eftir
eina tíð hvarv knúturin, og
eg hugsaði ikki meira um tað
sum so. Ikki fyrr enn um várið
2011, stutt eftir eg hevði átt
dóttrina, tí tá kom knúturin
aftur. Tá fór eg faktisk at
hugsa um móðurmerkið aft
ur, fortelur Ruth á Plógv og
leggur afturat:
- Hesaferð settist eg ikki
aftur við ikki at tora at møta
lagnuni, sum kundi vera
krabbamein. Men tankarnir
vóru, hvat nú um tað var
krabbamein, og eg einki
hevði gjørt, av tí at eg ikki
tordi at fara til lækna, sigur
Rúth á Plógv, sum síðani fór
til læknan.
Hon greiddi læknanum
frá um knútin, og í tríggjar
mánaðir blivu ymsar royndir
gjørdar, men eingin teirra
vísti nakað.
– Eg fortaldi honum eisini
um móðurmerkið, men hann
helt ikki, at tað hevði nakað
við knútin at gera. Treisk
sum eg eri, so fór eg til ein
radiolog, og hann helt, at
knúturin var ov lítil til at
vera illkynjaður, sigur Ruth
á Plógv, sum síðani skifti til
annan lækna. Og tá hendi
nakað.
– Síðstu ferð eg fór til
lækna, ringdi læknin til
Havnar og fortaldi um bæði
móðurmerkið og knútin, og
dagin eftir slapp eg á Lands
sjúkrahúsið, har knúturin
bleiv skorðin burtur. Og so
helt eg, at nú var alt yvir
staðið og eg var glað.
Alt bleiv svart
Ein týsdag í oktober 2011,
nakrar vikur eftir at knúturin
varð skorðin burtur, ringir
telefonin hjá Ruth á Plógv,
sum júst tá var til arbeiðis.
– Tey bóðu meg koma
á Landssjúkrahúsið tveir
dagar seinni eftir svari upp
á royndir, tey høvdu tikið av
knútinum. Í tí løtuni bleiv eg
rættiliga kløkk, men eg var
ikki bangin, minnist Ruth
á Plógv. Seinni tann dagin
hugsaði hon annarleiðis.
– Tá tonkti eg, at um tey
vilja hava meg til havnar
fyri at hoyra svarið, so má
okkurt vera. So eg fekk Petur
at ringja aftur til sjúkrahúsið
og spyrja, men tá søgdu tey, at
soleiðis var mannagongdin,
tá slíkar royndir høvdu verið
gjørdar. Og so bleiv eg kanska
eitt vet róligari, fortelur Ruth
á Plógv.
Næsta dag ringir telefon
in aftur, og tá er tað aftur frá
sjúkrahúsinum.
Hesaferð
ringdu tey frá CT-skannar
anum.
– Sjálvt um eg ikki hevði
fingið boðini tá, so visti eg,
at eg heilt sikkurt hevði
krabbamein. CT-skannarin
vísir nevniliga um krabbin
hevur spreitt seg. Tað visti eg
frá, at eg hevði eina vinkonu,
sum tá fyri stuttum var deyð
av krabbamein, og hon hevði
verið í tí skannaranum, sigur
Ruth á Plógv, sum næsta dag
fór á Landssjúkrahúsið við
unnustanum.
– Læknin var ótrúliga
fittur og dugnaligur. Hann
greiddi frá, at eg hevði malignt
melanoma, sum er illkynjaður
húðarkrabbi, og at kyknur
frá
móðurmerkinumsum
varð tikið í 2005, høvdu sett
seg í eitilin. So segði hann,
at eg skuldi til Danmarkar
til
viðgerðar
innan
sjey
dagar, fortelur Ruth á Plógv,
sum framvegis minnist væl
kensluna, hon fekk, tá hon
hoyrdi boðini.
– Eg fór líka sum í svart
og hoyrdi ikki meira av tí,
sum læknin hevði at siga.
Petur lurtaði, og eg minnist,
at hann spurdi læknan um
mínar kjansir fyri at yvirliva,
og læknin segði 50 prosent.
Tá kendist tað, akkurát sum
eg datt av einum høgum
fjallatindi. Nakað so ræðulig
kensla.
Skrivaði á Facebook
Tað gingu 16 dagar, áðrenn
Ruth á Plógv slapp til Dan
markar, og hesa tíðina var
hon ikki til arbeiðis.
– Eg fór líkasum í eina
bløðru. Eg vildi ikki vita nakað
um móðurmerkjakrabba og
mína støðu. Eingin skuldi
siga
nakað
um,
hvussu
álvarsom sjúkan var, hvussu
hørð viðgerðin við tablettum
fór at blíva, ella hvørjir
møguleikarnir at yvirliva
vóru. Tí eg vildi ikki gerast
meira bangin enn neyðugt,
men
heldur
bara
hugsa
positivar tankar og hugsavna
meg um at gerast frísk, sigur
Ruth á Plógv.
Hon gjørdi frá fyrsta degi
Ruth fekk krabbamein:
Lívið kendist
órættvíst
– Eg hugsaði, hvussu órættvíst tað var, at eg, sum havi livað so rætt, skuldi blíva so
sjúk. Hóast eg var kedd um mína lagnu, tá eg fekk ringu boðini, tók eg alt fyri eitt
eina avgerð um at vera sterk. Eg skuldi kempa fyri at blíva frísk. Tað hevur hjálpt mær
ígjøgnum ta ringu tíðina. Soleiðis sigur 36 ára gamla Ruth á Plógv, sum fyri tveimum
árum síðani fekk staðfest krabbamein. Í dag er hon frísk og tekur ongan dag fyri givið
– Eg merkti ongantíð, at eg var sjúk,
tí eg var væl fyri, íðkaði nógvan ítrótt
og orkaði væl. Í roynd og veru havi eg
ongantíð verið so væl fyri kropsliga,
sum eg var, tá eg bleiv sjúk