Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-09-23, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. september 2013síða 12

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 23. september 2013 · Nr. 108 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur ítróttartoymi www.ab.fo: Vit halda tørn og vinna og bjargað okkum harvið 3 týdningarmikil stig í kappingini. www.vikingur.fo: Huff – Huff. Eg havi besta hugin at siga sum pápi Herviliga Henry: “Hatta var einki stuttligt.” So var aftur ein av hesum døgunum, har alt sær so positivt út, men sum so við og við broytist til eina reina marru. www.b36.fo: - Tit skulu bara lata KÍ koma á odda, so vinna tit! Jú, sjálvspeiseminum bilti einki hjá klaksvíkingum, sum í kvøld høvdu leitað sær í Gundadal, og sipað varð sjálvandi til gongdina hjá KÍ, sum í fleiri førum hevur tveitt at síggja til trygga leiðslu burtur. www.nordlysid.fo: KÍ gjørdi tey flestu tingini røtt, men kreppurakta liðið stóð framvegis eftir við ongum, tá dómarin floytaði fyri seinastu ferð. Spyr ein Mikkjal Thomassen, nær hansara lið hevur skapt minst av opnum mál møguleikum á heimavølli í ár, so er ikki óhugsandi, at hann svarar móti KÍ. www.hb.fo: Hóast sundalagsmenn hava verið reyðgløðandi seinastu umførini og hava hølvað gestandi liðini við Margáir av vøllinum aftur, vóru teir fyri ongum í Gundadali í dag. Tá vit høvdu koppa dystinum okkara veg, var einki djús eftir og greitt var hvør hevði meiri at stríðast fyri. www.eb-streymur.fo: Eftir tríggjar sera góðar dystir, har samlaða ,málúrtøkan var 14-1, komu vit so ruddiliga niður aftur á jørðina í dag, tá vit stutt sagt fingu ein avsmurning frá HB. www.tb.fo: Eitt sum tó skal sigast og tað er, at hetta kappingarárið er als ikki liðugt fyrr enn seinasta bríksl hevur verið. Vit mugu kempa víðari, sum svakir og AB skal vinnast um eina viku! Tá skal lív og sál leggjast í arbeiði inni á vøllinum og tað skal stríðast og berjast, sum um Beelzebub var í hølunum á okkum allatíðina! Kempa, kempa, kempa! www.b68.fo: Næst seinasta umfar í 1. Deild verður komandi leygardag, har B68 vitjar EB/Streym við Margáir, og vinnur B68 eisini tann dystin, er Gullið komið í hús. www.svimjing.fo: Elin Kallsberg Matras og Dan Hjelm eru úttikin til at verða dómarar á komandi evropameistarastevnuni á stuttgeil, sum verður í Herning í Danmark hin 12. til 15. desember 2013. Enn eitt herðaklapp til føroyska svimjing! www.fsf.fo: Tryggur sigur til Skotland á Tórsvølli. Eftir eina keðiliga byrjan kom føroyska liðið meir við í seinna hálvleiki, men tá avtornaði vann Skotland ein sanførandi 7-2 sigur á Føroyum. www.fsf.fo: Gentur U19: Taptu stórt fyri Kekkia. Føroyska U19-landsliðið við gentum tapti stórt í fyrsta dystinum í EM-undankappingini í Finnlandi. Úrslitið gjørdist 7-0 til Kekkia. Heimasíðurnar skriva: Tróndur Arge Hilmar Jan Hansen Heri Simonsen Jóannes Hansen Pætur Albinus Álvur Haraldsen Pætur Eyð. Jensen Hondbóltskappingin stendur fyri størtu avbjóðingini í nýggjari tíð. Ongin vil døma og tað merkir, at ongin at spæla Vinnara sms'ið í Triða Hálvleiki: ■ Í Hesti hava tey Klæmint's gjógv, í Runavík hava tey Klæmint's skógv (TB - NSÍ) Besta sms'ið, vinnur eitt atgongumerki til lands­dystin ímillum Føroyar og Eysturríki 15. oktober 2013 So reyk Paolo Di Canio Hann var róstur í klummuni fyrr í ár, fyri at verða ein litrík persónligheit, sum fótbólturin hevði brúk fyri. Nú vísur tað seg, at hann var vits nokk ov litríkur til norðurenska býin, Sunderland. N ú hendi so tað, at Dimmalætting takkaði fyri seg á hesum sinni. Dimmalætting hevur saman við Sosialinum verið einastu skrivandi miðlarnir, ið hvørt vikuskiftið hava greitt lesarunum frá øllum dystunum í bestu deildini í føroyskum fótbólti. Fyrr í ár var eisini kreppa í Kringvarpinum, tá 3-2 var um reppið at blíva niðurlagt. Hetta er ein keðilig gongd. Av tí, at bæði miðlaheimurin má tillaga seg nýggjar tíðir, so hendir tað eisini meir enn so, at tað bara er eitt frásøgu/tíðindafólk út til dystirnar ein sunnudagin. Um vit hyggja eftir hvør skrivar, so hevur Dimma­ lætting onkuntíð havt eitt navn undir somu fimm dystunum, meðan Sosialurin hevur verið niðri á tveimum fólkum, sum hava verið út til dyst, meðan Kring­varpið upp aftur bara hevur ein frásøgumann úti, og so heimildarfólk, sum greiða frá gongdini. Serliga eru tað hesi heimildarfólkini, sum verða brúkt sum tíðindafólk. Mangan er talan um fólk í leiðsluni í feløgunum, ella onkur av íðnastu viðhaldsfólkunum, sum gera miðlunum eina tænastu. Tíverri er góðskan ikki altíð nóg góð, og tí fær føroyski fótbóltsfjepparin ikki eina sanna mynd av einum dysti. Eg havi eisini hoyrt frá fleiri lokalum heimildar­ fólki, at tey fáa ákoyringr, tá tey ikki rósa sínum egna liðið. Hetta verður tikið ill upp. Hetta hevur enn tá fingið fólk at aftra seg við at verða heimildarfólk. Men hvat vilja fólk hava? Vilja tey ikki hava eina meiri objektiva mynd av einum dysti/felagið, enn at eitt lokalt heimildarfólk skúgvar allar trupulleikar til viks, og bara rósar sínum egnu? Hvussu skal tað verða? Hvussu skal tað verða, tá hvørkini bløðini, portal­ar­ nir, Rás2 ella Kringvarpið hevur fólk til dystirnar? Hvussu skulu vit fáa dygdargóða viðgerð av fótbóltsdystum í føroysku miðlaverðina? Hóast fleiri heimsíður vísa fótbóltbóltinum ans, so tykist veruliga ítróttarskrivingin ikki heilt fylgja við. Millum annað hendi tað, at einki tíðindafólk var í Kasakstan, tá føroyska landsliðið spældi har. Eg veit ikki um tað er hent fyrr, men tað er ikki nóg gott. Tað er lætt nokk at sita heima og kopiera heima­ síðuna hjá FSF, ella okkurt líknandi. Men tað kann also ikki passa, at meðan meiri og meiri pengar kom í fótbóltin, so minkar áhugin ella evnini at fylgja við. Tað er ikki rætt, at onki føroyskt tíðindafolk er til ein A-landsdyst, Tað er heldur ikki rætt, at tað eru so nógvir dystir í Effo-deildini, har onki tíðindafólk er til staðar. Har dystarfrágreiðingin er gjørd útfrá dómaraseðlinum og ongin meining er um dystin, taktikkin, venjararnar ella dómaran. Eitt positivt dømi um hvat kann koma burtur úr, er finalan um Løgmanssteypið. Tá vóru fleiri tíðindafólk til dystin, fleiri meiningar vóru og fleiri niðurstøður – meiri av tí! Hvat vilja vit við ítróttar­ frásøgn í Føroyum? Ítróttar klumman Tróndur Arge Dómarapørini leggjast afturat Tróndur Arge Í løtuni er bara eitt dómarapar tøkt og tað sigur seg sjálvt, at tað letur seg ikki gera at gjøgnum­føra kappingina við ein­um dómaraparið. Í gjár kærdi Kristian Johansen, formaður í Hond­ bólts­sambandinum, og Hartvig Joensen, formaðurin dóm­ara­nevndini, sína neyð. – Nú mugu feløgini koma við dómarum, ella verður kapp­ingin ikki gjøgnumført, er boðskapurin. Nú ljóðar, at fleiri áhuga­ verd nøvn hava bjóað­að seg fram at royna seg sum dóm­ arar. Hetta er alt av­ger­andi fyri at hond­bólts­kappingin kann fara av bakkastokki um eina viku. Í fjør var um reppið, at kapp­ingin ikki kundi gjøgnum­førast, tí tað vóru bara fýra dómarapør. Men nú hava fleiri av teimum takka fyri seg. Millum annað al­tjóða dómarin, Andreas F. Hansen, sum er blivin venjari hjá kvinn­unum hjá Kyndli. Trupulleikin er iki nýggjur og helst skuldi dómarafelagið havt hálað stykkið úr longu í fjør, fyri at vísa á hvussu stór­ur trupulleikin er. Sum skilst, so er møguleiki fyri at koma upp á fimm dóm­ ara­pør, men arbeitt verður við at fáa fleiri dómarar at leggj­ast afturat. Sostatt sær út til, at hond­bóltskappingin verður gjøgnum­førd. trondur@sosialurin.fo