mánadagur 23. september 2013síða 13
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 23. september 2013 · Nr. 108
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
Jóannes Hansen
Tíðliga í morgun fór kvinnu
landsliðið í fótbólti av land
inum. Kósin varð sett til
Polen, har HM undankapp
ingardystur er á skránni
hósdagin
klokkan
16.00.
Eingin ivast í, at talan er um
ógvuliga stóra avbjóðing.
Í gjár var føroyska liðið
fyri fyrstu ferð í altjóða eld
inum, eftir at tað í vár eydn
aðist liðnum at kvalifisera
seg til hesa kappingina. Ta
ferðina gakk tað væl hjá før
oyska liðnum í bólkaspæli
í Litava. Úrslitini ta ferðina
vóru 1-0 sigur á Litava, 2-1
sigur á Georgia og 3-3 ímóti
Montenegro.
Beinanvegin tá ið portu
gisiski dómarin hevði bríksl
að sást, at skotska liðið var á
øðrum støði, enn mótstøðu
liðini í Litava fyri fimm
mánaðum síðani. Skotsku
spælararnir vóru skjótari og
kropssterkari, enn føroysku
spælararnir eru vanir við,
og bóltførleikin hjá teimum
var væl betur, enn føroysku
kvinnurnar áður hava upp
livað.
Hesin veruleikin saman
við tí at stórur fjáltur var á
føroysku spælarunum var
orsøkin til, at heimaliðið á
Tórsvølli fyrsta hálva tíman
orduliga varð rent um koll.
Eftir fyrstu tredivu minutt
irnar var støðan 5-0, og tað
sá út til, at hetta skuldi verða
dagurin, tá ið størsta tapið
nakrantíð kundi verða veru
leiki.
Tíbetur gekk tað ikki so
illa. Kanska løgdu skotsku
kvinnurnar ikki so nógv
fyri, sum tær høvdu gjørt.
Og so er tað ein veruleiki, at
føroyska liðið síðsta tíman
var væl betri skipað, enn tað
hevði verið fyrstu løtuna, tá
ið tær ikki tóktust vera klárar
at standa seg ímóti skotsku
brotasjógvunum.
– Vit eru ikki so royndar,
og hetta var fyrsta ferðin
yvirhøvur, at vit spældu
rættuligan HM undankapp
ingardyst. Tað sást væl á av
rikinum fyrstu løtuna. Vit
vóru ov stirvnar og læstar,
og vit dugdu ov illa at takla
hesa støðuna. Tá hálvur
tími var farin, royndu vit
at rætta upp á tingini, og tá
Jón Pauli Olsen, venjarin, og
vit í steðginum høvdu tosað
saman, fingu vit betri tak á tí
í 2. hálvleiki. Vit kunnu eisini
siga, at vit fingu týdningar
miklar royndir, sum vónandi
hava lært okkum eina rúgvu.
Tað verður toført í Polen
hósdagin, men tað hevði
ivaleyst verið uppaftur tor
førari, um vit ikki høvdu
roynt okkum á heimavølli
ímóti Skotlandi í gjár, sigur
liðformaðurin á føroyska lið
num Malena Josephsen.
Heidi í hopla
Meðan Skotland vann fyrra
hálvleik 5-0, so megnaði før
oyska liðið í seinna hálvleiki
at standa seg eins væl og
mótstøðuliðið. Úrslitið av 2.
hálvleiki var 2-2, og harvið
fór Skotland til hús við 7-2
sigri. Føroysku málini vórðu
skorað, tá ið Skotland hevði
lagt seg framum 7-0. Í báðum
førum var Heidi Sevdal før
oyskur málskjútti.
Olga
Kristina
Hansen
var fremsti miðvallarin, og
Heidi Sevdal var einsamøll í
føroyska álopinum. Í báðum
førum, tá ið Heidi skoraði,
var tað, eftir at Olga Kristina
hevði spælt hana leysa.
– Sendingarnar hjá Olgu
Kristinu vóru góðar. At tað
bar til hjá mær at kapprenna
við verjuna hjá teimum er
undirstriking av, at tær vóru
væl skjótari í framrættaða
partinum, enn tær vóru í
vderjupartinum,
heldur
Heidi Sevdal.
Serliga seinna málið var
fott. Heidi smekkaði til við
fluktskoti av brotsteigar
samankomingini í vinstru,
og bólturin sigldi omanfyri
málverjan og inn í handara
síðunetið:
– Eg rakti hann væl, og tað
var deiligt at skora málini. At
tað júst var eg, sum skoraði,
hevur ikki so nógv at siga.
Týdningarmiklari var tað,
at vit endaðu betri, enn vit
byrjaðu. Tað gevur okkum
betri vónir um, at tað fer at
ganga hampuligt í Polen,
men vit vita, at tað verður
sera torført, sigur tvífaldi
málskjúttin.
Heidi Sevdal er uppvaksin
í NSÍ, og hon býr framvegis
í Runavík. Nú spælir hon við
HB.
Broytingar
Leygardagin komu boð um,
at Rannvá B. Andreassen
og Fríðrún Danielsen ikki
kundu spæla við orsaka av
kortunum, sum tær sóu í
undankappingini í vár. Tað
var smeitur, og tað bar við
sær, at tað var neyðugt at
gera onkrar rokeringar.
Tær báðar verða við, tá ið
føroyska liðið hósdagin fer
at royna seg í Polen. Í gjár
noyddist Rakul Johannesen
av vøllinum longu miðskeiðis
í fyrra hálvleiki.
– Nú fyrireika vit okkum
til avbjóðingina hósdagin. At
vit fáa høvi at taka lut í so
vornum kappingum er stórt
framstig
fyri
føroyskan
kvinnufótbólt, og sjálvandi
fara vit at leggja nógv fyri í
royndini at vinna so gott úrs
lit, sum tað á nakran hátt ber
til, sigur Malena Josephsen.
joannes@sosialurin.fo
Tvífaldi málskjúttin og liðformaðurin eru samdar í, at tað í 1. hálvleiki sást væl á føroysku
spælarunum, at hetta var fyrsta ferðin, at liðið spældi týdningarmiklan undankappingardyst
Slignar í gólvið
og reistu seg
fótbóltur
Føroyar - Skotland 2-7 (0-5)
Føroyskur málskjútti Heidi Sevdal (2) 82. og 83.
Dómari: Sandra Bastos, Portugal
Føroyar: Randi Wardum – Bára S. Klakstein, Malena Josephsen, Liljan
Petersen, Rakul Johannsen (Sigrid Jacobsen, 22.) – Íðunn Magnussen (Lailia
Pætursdóttir, 87.), Ansy Sevdal, Sigrun Kristiansen (Lív Arge, 77.), Oddrún
Danielsen – Olga Kristina Hansen – Heidi Sevdal
Á beinkinum uttan at verða skiftar inn:
Bjarta Johansen, Sólja Eiðisgarð, Elin Maria Isaksen, Milja Simonsen
Venjari: Jón Pauli Olsen