Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-09-23, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. september 2013síða 14

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 23. september 2013 · Nr. 108 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur Fótbóltur Jóannes Hansen Leygardagurin 6. oktober 2012 var fótbóltslagið í bygdunum í Nes kommunu einki serligt, hóast teirra fótbóltslið henda leygardagin vann 4-1 á úti­vølli ímóti TB. Hetta var síðsta ferðin yvirhøvur, at TB átti heimavøll á Sevmýri, og tað var um reppið, at tað hjá TB endaði við stórum og óvænt­aðum vónbroti, og at tað hjá B68 endaði við stór­ um fagnaði, sum tey fægstu mundu hava roknað við. Henda dagin fyri einum knøppum ári síðani varð tað greitt, at B68 í 2013 skuldi spæla í næstbestu deildini, og at TB skuldi halda fram í bestu deildini. Men tað mangl­aði so sera lítið í hjá tofta­monnum, og tað leyp so lítið av hjá TB, sum tað á nakran hátt ber til. Bæði liðini endaðu við 24 stigum og málmuninum -20. At B68 noyddist niður og TB ikki komst av, at málmunurin hjá TB var 30-50, meðan hann hjá B68 var 23-43. Tað vil siga, at tað, sum avgjørdi, var, at TB hevði skorað fleiri mál enn B68, sum á Sevmýri henda leygardagin økti til 4-1, tá ið vanliga leiktíðin var farin. Møguleiki var lítla løtu seinni at skora málið, sum hevði sent TB niður, og sum hevði borið við sær, at B68 varð verandi í bestu deildini, men tað endaði 4-1. Hvussu tað verður hjá TB næsta ár er framvegis ikki greitt. Á Toftum er lagið mun­andi betri, enn tað var fyri einum ári síðani. B68 hevur verið og vent í 1. deild, og leygar­dagin – tvey umfør undan kappingarenda – varð tað stað­fest, at toftamenn næsta ár skulu spæla sunnu­ dag. FC Suðuroy tapti tíðliga seinnapartin 2-1 í Streymnesi. Harvið var uppflytingin hjá B68 tryggjað. Seinni á deg­num vóru toftamenn í Klaksvík, og tá eydnaðist at vinna 2-0. 25 spælarar hava verið á vøllinum fyri B68 í ár. Felags fyri teir allar er, at teir, hvat fótbólti viðvíkur, eru upp­ vaksnir á Svangaskarði. Øssur Hansen er venjari, og har­við er talan bara um lokal­ar kreftir. Styrkja seg Fleiri av spælarunum eru yngri enn tjúgu ár, og teir flestu eru 25 ár og yngri. Ætlanin er í so stóran mun, sum tað letur seg gera, at dúva upp á heimligu kreft­ irnar, tá ið B68 skal stríðast við bestu liðini, men tað slepst ikki undan at leita eftir styrki aðra staðni. Beinta Mikkelsen varð vald til formann eftir aðal­ fundin í vár. Hon fegnast um uppflytingina, og hon sigur, at tað er mest sum avgjørt, at tað verður Øssur Hansen, sum fer at hava ábyrgdina av liðnum, sum næsta ár skal royna seg í bestu deildini: – Tað lá í kortunum longu í ár. Øssur tók uppgávuna á seg at fáa liðið uppaftur. Øssur Hansen verður venjari, tá ið B68 skal royna at fóta sær aftur í bestu deildini. Um tað skal eydnast, verður neyðugt at styrkja liðið við trimum spælarum, sigur B68 formaðurin, Beinta Mikkelsen í fremstu røð B68 er aftur