Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-09-23, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. september 2013síða 15

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mánadagur 23. september 2013 · Nr. 108 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur Fótbóltur Avrátt varð at mynda lið við lokalum spælarum, og at bæði venjarin og spælararnir skuldu halda fram næsta ár, um tað eydnaðist at flyta upp. Nú tað er greitt, at vit flyta upp, fara vit at halda fast við tað, sum vit hava avrátt. Men tit ætla at fáa styrk aðra staðni frá? – Nú er hetta so spildur­ nýtt, hóast tað leingi hevur verið góður møguleiki fyri, at B68 fór at flyta upp. Tí hava vit í nevndini ikki tosað saman, síðan uppflytingin varð veruleiki, hvussu vit skulu fara fram. Tað verður gjørt í samráð við venjaran. Men frammanundan hava vit tosað um, at tað ivaleyst verður neyðugt við trimum nýggjum spælarum, sum hava royndir úr bestu deild­ ini. Tá verður hugsað um ein til hvørja ketuna, men nú fáa vit at síggja, hvussu tað verður. Alt er treytað av fíggjarligu korunum, og har er tað greitt, at vit ikki fara at spenna bogan høgt. Tíðir­ nar og royndirnar bæði hjá okkum og øðrum siga okk­ um, at tað skulu vit ikki gera, sigur Beinta Mikkelsen, for­ maður í B68. Stór kapping Tað hevur verið stór kapping millum feløgini í Eysturoy, og hon verður ikki minni í 2014. ÍF, Víkingur og NSÍ eru í fremstu røð. Nú er greitt, at B68 verður fjórða felagið í Eysturoy í EFFO deildini næsta ár, og tað er rættuliga sann­líkt, at Skála eisini flytur upp. Í gjár var Skála á Sandi, og skálamenn komu norðúr um aftur fjørðin við 8-0 sigri í viðførinum. Tað er greitt, at B71 næsta ár skal spæla í triðju bestu deildini, og tað er rættuliga sannlíkt, at Skála verður fimta felagið í Eysturoy í fremstu røð. Skála hevur 45 stig, og einasti kappingarneytin til uppflytingina er FC Suðuroy, sum hevur 40 stig. Skála hev­ ur væl betri málmun enn FC Suðuroy. Tað vil siga, at hjá Skála er bara neyúgt at fáa eitt stig burtur úr tveim­um teimum seinastu um­før­ unum fyri at tryggja sær upp­flyt­ingina. Og tá skal FC Suðuroy einki stig missa. Í tveimum teimum sein­ astu umførunum skal Skála spæla ímóti Víkingi í Lerivík og ímóti EB/Streymi á heima­ vølli. Skráin hjá FC Suðuroy er B36 á útivølli og Víkingur á heimavølli. Um Skála eisini flytur upp, so verður helmingurin av liðunum í bestu deildini úr Eysturoy, og tá skal leggj­ ast aftrat, at EB/Streymur partvís verður roknað sum felag í Eysturoy, hóast heima­ dystirnir verður spældir í Streymnesi. Grundar­lagið undir felagnum í Sunda­lag­ num er Eiði, Kollafjørður og bygdirnar í Sunda kommunu, sum fyri ein part eru í Eysturoy. Tætt í botninum Tað er stórur spenningur um, hvat lið skal flyta niður saman við B71. Undan hesum um­farinum var EB/Streymur undir strikuni. Leygardagin vann EB/Streymur 2-1 á heimavølli ímóti FC Suður­ oy. Tá ið TB seinni á degnum legði rygg til 7-2 tap í Gunda­ dali ímóti HB, bar tað við sær, at TB datt niður um strik­ una. KÍ tapti 2-0 ímóti B68. Úrslitini hesa ferð bera við sær, at tað umframt TB eru EB/Streymur og KÍ, sum kappast fyri at sleppa undan 9. plássinum. Tað er møguleiki fyri, at endasstøðan í bestu deildini verður avgerandi fyri, hvat lið skal flyta niður úr næstbestu deildini. TB og KÍ eru høvuðs­ kandidatar til svarta per í bestu deildini. Tað av hesum báðum liðunum, sum flytur niður, fer at trýsta næstbesta liðið í sínum felag niður úr 1. deild. joannes@sosialurin.fo Myndir: Álvur Haraldsen 1. deild menn støðan nr. lið dystir vunni javnt tapt + mál - mál +/- stig 1 B68 25 14 8 3 65 28 +37 50 2 Skála 25 13 6 6 67 36 +31 45 3 HB II 25 14 3 8 63 41 +22 45 4 FC Suðuroy 25 12 4 9 59 47 +12 40 5 B36 II 25 11 4 10 57 49 +8 37 6 Víkingur II 25 10 4 11 45 46 -1 34 7 KÍ II 25 9 2 14 48 53 -5 29 8 EB/Streymur II 25 8 5 12 39 55 -16 29 9 TB II 25 8 3 14 40 69 -29 27 10 B71 25 5 3 17 21 80 -59 18 KÍ - B68 0-2 (0-1) 0-1: Jónleif Højgaard 29. 0-2: Óli H. Olsen 71. Reytt kort: Johan Jacobsen, KÍ, 90. (beinleiðis reytt) Víkingur - B36 1-1 (1-0) 1-0: Magnus Jarnskor br 24. 1-1: Árni G. Nielsen 69. Reytt kort: Jan Poulsen, Víkingur (beinleiðis reytt) 82. EB/Streymur - FCS 2-1 (0-0) 1-0: Árni G. Olsen 65. 1-1: Jón Krosslá Poulsen 72. 2-1: Árni G. Olsen Reytt kort: Jón Krosslá Poulsen, FC Suðuroy, 78. (beinleiðis reytt) HB - TB 7-2 (2-0) 1-0: Bartal Wardum 39. 2-0: Rói av Fløtum 42. 2-1: Einar Petersen 46. 3-1: Dávid R. Nolsøe 1. 4-1: Bartal Wardum 55. 5-1: sjálvmál 56. 5-2: Magnar Vang 58. 6-2: Dávid R. Nolsøe 62. 7-2: Kjartan Nielsen 66. B71 - Skála 0-8 (0-2) 0-1: Brian Jacobsen 15. 0-2: Jákup Johansen 34. 0-3: Brian Jacobsen 53. 0-4: Ólavur Mikkelsen 61. 0-5: Ólavur Mikkelsen 70. 0-6: Edvin Jacobsen 72. 0-7: Jákup Johansen 74. 0-8: Jákup Johansen 79. 25. umfar Toftamenn eru aftur í bestu deildini