mánadagur 23. september 2013síða 16
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 23. september 2013 · Nr. 108
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur fótbóltur
Bæði HB og EB/Streymur telja brøðapør í hópinum
Hjá EB/Streymi vóru Hansen-brøðurnir ikki við, meðan
Mouritsen-brøðurnir høvdu lyklaleiklutir hjá HB. Men eisini
tvørtur um liðini vóru brøður at síggja, tí Bárður Olsen hjá HB og
Hanus Olsen, sum varð skiftur inn fyri EB/Streym, eru brøður.
H E S A V I K U N A
Teitur Gestsson 4
Hevði merkiliga lítið at gera,
tá hugsað verður um, hvat
mótstøðuliðið var. Tók tað, sum
skuldi takast og var tryggur í bæði
loft- og útspælinum.
Tróndur Jensen 4
Spældi ein fínan dyst, har hann var
tryggur í verjupartinum og eisini kom
væl við í framrættaða spælinum.
Jóhan Troest Davidsen 4
Var aftur í miðverjuni har hann hevði
tamarhald á bæði mótstøðumonnum
og sjálvum bóltinum, tá hann hevði
henda fyri føturnar. Eitt sannførandi
avrik.
Pál Mohr Joensen 5
Var eins og hin miðverjin ógvuliga
sannførandi, ikki minst í nærdystum.
Dugdi eisini væl at finna framrættaðu
kreftirnar við høgum bóltum úr
verjuni.
Alex José dos Santos 3
Brasilumaðurin var ikki so sjónligur,
sum hann áður hevur verið, tá restin
av liðnum hevur verið í hopla. Røkti
tó sínar skyldur til fulnar.
Bárður Olsen 4
Gevur miðvøllinum eina dýpd og
støðufesti, tá Fróði fer framvið í álop.
Ein ógvuliga góður maður at hava á
miðvøllinum.
Fróði Benjaminsen 5
Er ein risi hjá HB. Hóast 35 ár hevur
hann spælt flestar minuttir fyri HB í
ár. Var einastandandi á øllum økjum,
men misnýtti eisini størsta kjansin í
dystinum.
Kristin R. Mouritsen 5
Dagsins leikari í Gundadali. Hevði
ein avgerandi leiklut í framrættaða
spælinum hjá HB, var ógvuliga
undirhaldandi at eygleiða, og fekk alt
at síggja so leikandi lætt út.
Páll Mohr Joensen 4
Spældi sín fyrsta, mens neyvan sín
síðsta, dyst frá byrjan. Arbeiðir og
stríðist betri enn teir flestu – og
tað gevur úrslit. Átti millum annað
uppleggið til málið hjá Fróða.
Andrew av Fløtum 5
Hevur ómetaliga stóran týdning
fyri HB, og kann einans lastast fyri
ikki at skora nóg mikið av málum. Í
gjár var eitt undantak í so máta, tá
Andrew fekk tvey mál og spældi ein
branddyst.
Christian R. Mouritsen 4
Landsliðsleikarin var ógvuliga
tryggur við bóltinum, og spældi ein
fínan dyst har krúnan á verkinum var
málið til 4-0.
Bárður J. Heinesen
Spældi ov stutt til, at nøkur meting
kann gerast, men hevði tó onkra
roynd úti frá, sum René tó fekk
vart fyri.
Rógvi S. Holm
Spældi sínar fyrstu minuttir á besta
liðnum í ár, tá hann kom inn á høgra
bakk, men ov stutt til at nøkur
meting kann gerast.
Heri Hjalt Mohr
16 ára gamli maðurin fekk sínar
fyrstu minuttir á vøllinum í
stórsigrinum á føroyameistarunum.
Ein minnilig løta hjá honum.
Avrik: tøl 1 til 6
HB
4 (2)
EB/Str.
0 (0)
Rólant Waag Dam
Sokallaða formkurvin peik
aði beint hvør sín veg. Heima
liðið HB hevði ikki vunnið í
tríggjar dystir, meðan EB/
Streymur ikki einans hevði
vunnið, men kom til Gunda
dals við trimum sigrum og
eini málúrtøku, sum segði
pluss 14 og minus 1, sum ikki
er lítið sannførandi. Serliga
tá hugsað verður um, at mót
støðuliðini millum annað
vóru ÍF og NSÍ.
Men
HB
vísti
styrki.
Styrki, sum ger lið til meist
arar. HB hevur ikki spælt
síðani 31. august. Ein lands
liðssteðgur og so ein útsettur
dystur hava syrgt fyri hes
um.
EB/Streymur
hevur
hinvegin
spælt
tríggjar
dystir upp á eina viku. Men
sundalagsmenn kunnu ikki
nýta hetta sum undanførslu,
at menn vóru móðir. Tí
sigurin móti 07 Vestur var
lætt keyptur, og seinasta
korterið av dystinum í móti
bæði NSÍ og ÍF var leikferðin
ikki hægri enn hon er undir
upphitingini til eina vanliga
venjing.
EB/Streymur
kundi
í
roynd og veru ikki havt betri
útgangsstøði undan dyst
inum. Gaman í, so hevði tað
verið munandi betri, um
Hansen-brøðurnir Arnbjørn
og Gert vóru við, men í so
máta vantaðu bæði Símun
Samuelsen
og
Gunnar
Haraldsen hjá heimaliðnum,
so HB var eisini skert mun
andi.
Kanna sær ikki bitan
At vinna 4-0 á meistarunum,
sum hava verið so sannfør
andi seinastu dystirnar, sigur
ikki sørt um styrkina hjá HB.
Andrew av Fløtum vil hóast
hetta ikki kannað sær bitan
enn.
– Tað eru bara fimm stig
niður til ÍF. Ein sigur gevur
trý stig, so tað kann skjótt
venda. Høvdu vit ikki vunnið,
so hevði EB/Streymur eisini
meldað seg inn í stríðið um
fremsta plássið. Tí fegnast
vit bara um, at vit við hesum
halda EB/Streymi burtur,
segði Andrew av Fløtum eftir
dystin.
Hann minnir eisini á, at
dysturin móti EB/Streymi
bara er byrjanin upp á eina
strævna viku hjá HB, sum
annars bjóðar AB miku
kvøldið og so 07 Vestur
sunnudagin.
Á heimasíðuni hjá HB
loyva tey sær eisini at fegnast
um stórsigurin, men eisini
har gera tey tað við einum
ávísum fyrivarni.
– Gongur tað okkara veg
á Argjum mikudagin, byrjar
tað alvorliga at verða stuttligt
av verða HB viðhaldsfólk.
Vit bukka og takka fyri gott
Nú er allur ivi kveistraður til viks. Alt talar fyri, at gullið fer
úr Sundalagnum til høvuðsstaðin. HB spældi meistarafótbólt
í móti meistarunum, soleiðis at sunnudagurin gjørdist ein
súmbolsk staðfesting av útskiftingini í oddinum
Eingin
ivi
longur