Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-09-23, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. september 2013síða 17

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mánadagur 23. september 2013 · Nr. 108 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur undir­hald, og fegnast um trý frálík stig, stendur skrivað á hb.fo og soleiðis mugu mong hava tað. Ov nógvir raka ikki Við róðrið hjá EB/Streymi er ein maður, sum kennir HB so sera væl. Rúni Nolsøe roynir á ongan hátt at koma við undanførslum. Hann stað­ festir stutt og greitt, at av­ rikið var ikki nóg gott. – Vit fingu ein ordiligan um­gang. Tað var minni mun­ ur á liðunum í fyrra hálvleiki og fyrsta hálva tíman vóru vit heilt væl við. Men tað vóru ov nógvir persónligir feilir, vit raka ikki dagin og tað kostar okkum stigini, held­ur Rúni Nolsøe. Sambært honum lá dyst­ urin og vippaði fyrsta hálva tíman. – Eg føldi tað sum um, at tað liðið, ið fekk fyrsta málið fór at fáa yvirvágina. Tíverri raka vit stongina og so fáa teir eftir mínum tykki eitt nokk so keðiligt mál, sum kem­ur burtur úr ongum og so koyrir tað bara hjá teimum, sigur Rúni Nolsøe. Tí er ikki stórt annað at gera hjá EB/Streymi, enn at fylgja ráðunum, sum standa á heimasíðuni hjá EB/ Streymi: – Ná, hesin dysturin er longu gloymdur. Nú stendur KÍ á skránni komandi leygar­ dag, og tá vóna vit, at vit finna góða spælið hjá okkum fram aftur, eins og vit finna net­meskarnar aftur, skrivar eb-streymur.fo. Tað er nevniliga neyðugt, um EB/Streymur ætlar at halda fast um triðja plássið, ið teir hava í løtuni, tí B36 eru nú ájavnir í stigum við EB/ Streym og NSÍ er einans eitt stig aftanfyri. – Vit hugsa fyrst og fremst um triðja plássið, og tað er nóg mikið at hugsa um. At hyggja eftir øðrum plássi er at hyggja ov langt fram, held­ ur Rúni Nolsøe. Einfald mál Tølini siga okkum, at HB var munandi betra liðið. Soleiðis var eisini. EB/Streymur hevði eitt skot á stongina og eina løtu miðskeiðis í fyrra hálv­leiki sá tað hampiliga skila­gott út hjá teimum, men annars sat HB á øllum. Eitt liðavrik úr enda í ann­ an var grundarlagið undir sigr­inum. Tað var miðverjin Pál Mohr Joensen, sum byrj­ aði álopið, sum førdi til fyrsta málið. Hann legði ein langan og høgan bólt fram í vinstra borð, Kristin tók í móti, dróg oman móti baklinjuni og legði so aftur í vøllin, har Andrew stýrdi bóltin væl í netið. Næsta málið átti Páll Mohr Joensen sín stóra lut í. Hann vann bóltin frá ein­ um mótstøðumanni og fann síðani Fróða heilt undir mál­ inum, sum var komin stun­ andi fram og einans skuldi seta fótin á. Fróði var eisini við í triðja málinum, tá hann gjørdi skjótt av og sendi Andrew av­stað við einum innkasti. Andrew slapp sær av við Pætur og skoraði síðani trygt einsa­mallur við René Tórgarð. Seinasta málið og stað­ fest­ingina av sigrinum stóðu Mouritsen-menninir fyri. Kristin stóð fyri for­arbeið­ inum og Christian umsetti til mál. Meðan HB hekk væl sam­ an, so gjørdi EB/Streymur tað á ongan hátt. Menn sum Leif Niclasen, Gunnar Zachariassen og Hans Pauli Samuelsen eru gull verdir, tá tað gongur væl. Men í mótgongd vísa teir á ongan hátt tað, sum kann krevjast av teimum. rolant@sosialurin.fo HB og EB/Streymur vunnu heima EB/Streymur hevði tað torført í Gundadali, HB hevði tað torført við Margáir. Men HB er liðið við tí betra, innanhýsis roknskapinum, tí teir høvdu tveir heimasigrar. HB vann 4-0 á EB/Streymi ígjár, og í 3. umfari vunnu teir 2-0 á EB/Streymi. EB/Streymur fekk bert ein heimadyst ímóti HB, og hann vunnu sundalagsmenn 2-0. René Tórgarð 2 Var prísgivin við hvørt einasta mál, og hevði ongar avgerandi bjargingar eins og seinast. Spældi upp á ongan máta illa, men har fóru bara ov mong mál inn til eitt betri støðumet. Rógvi Egilstoft Nielsen 3 Var lítið sjónligur og skaraði tískil ikki framúr. Í verjupartinum var avrikið á eini leið, men frameftir sást einki til hann. Marni Djurhuus 3 Rópar, stýrir og gevst ikki, hóast hann ikki sjálvur spælir upp til sítt besta. Besta dømið um hetta var, tá Fróði hevði sett hann og René av, men har Marni á strikuni bjargaði í evstu løtu. Pætur Dam Jacobsen 2 Miðvallarin hevur annars víst seg sum ein stinnur miðverji, men stóð í fleiri førum skeivt, misti bóltar og sá ikki so gott út. Jóhannes Hansen 3 Fekk ein tíma á vøllinum, áðrenn Andrew fór illa við honum. Taldist inn til tá millum frægastu leikararnar hjá EB/Streymi, hóast hann sum miðvallari spældi á bakkinum. Levi Hanssen 3 Var helst frægasti leikarin hjá EB/ Streymi í einum kollektivum kollapsi, har hann royndi at arbeiða og flutti seg væl. Brian Olsen 3 Fær altíð fleiri kilometrar í beinini undir ein dysti, men tóktist at renna til fánýtis. Misti eisini onkrar bóltar og var eitt fet aftanfyri, men royndi kortini at stríðast. Niels Pauli Danielsen 2 Fall fullkomiliga burtur í millum í slagnum um miðvøllin, har hann annars hevur verið so stinnur saman við Briani. Hans Pauli Samuelsen 2 Hevði fleiri góðar flytingar og spreiddi spælið væl, men megnaði sum liðformaður ikki at ganga á odda og lyfta sínar menn, tá tað gjørdist tungt. Gunnar Zachariassen 2 Er gull verdur, tá tað gongur væl, men er ikki nógv verdur, tá tað av álvara sær trupult út. Vísti tó, at tað er rætt, at hann liggur fremst og ikki í borðinum. Leif Niclasen 2 Rakti stongina við góðum skoti í fyrra hálvleiki, men tað var fyrsta og einasta ferðin, at toppskjúttin í landskappingini vísti seg í dystinum. Arnar Dam 2 Kom á vøllin og so bleiv støðan 3-0 minuttin eftir. Ein ómetaliga trupul dystur at koma inn í, og innskiftingin av Arnar broytti einki. Hanus Olsen 2 Miðvallarin fekk sín næsta dyst í bestu deildini á høgra bakki móti HB. Legði eitt vandamikið innlegg, men hevði tað annars trupult í verjupartinum. Avrik: tøl 1 til 6 Tað er ógvuliga hugaligt at síggja tveir ungar og evnaríkar menn, sum Hera Hjalt Mohr hjá HB og Hanus Olsen í einum dysti sum hesum. Tað eru nummar eitt og trý, sum dystast, men bæði liðini hava pláss fyri hvør sínum 16 ára gomlum manni á vøllinum. Harmiligt er tað, at menn sum Símun Samuelsen og Arnbjørn Hansen ikki sleppa upp í part í einum dysti sum hesum. Símun Samuelsen spælir ikki aftur í ár, meðan tey í Sundalagnum vóna at síggja Arnbjørn aftur onkran av síðstu dystunum. René Tórgarð Pætur D. Jacobsen ■ Marni Djurhuus ■ Rógvi E. Nielsen Jóhannes Hansen (Hanus Olsen, 64.) Brian Olsen Niels Pauli Danielsen (Arnar Dam, 57.) Levi Hanssen Leif Niclasen Hans Pauli Samuelsen Gunnar Zachariasen ■ Teitur Gestsson Pál M. Joensen Jóhan T. Davidsen Tróndur Jensen Alex J. Dos Dantos Páll M. Joensen Bárður Olsen (Rógvi S. Holm, 84.) Fróði Benjaminsen Chr. R. Mouritsen Kristin R. Mouritsen (Heri H. Mohr, 76.) Andrew av Fløtum ■ (Bárður J. Heinesen, 84.) HB - EB/Str. 4-0 (2-0) 1-0: Andrew av Fløtum 39. 2-0: Fróði Benjaminsen 41. 3-0: Andrew av Fløtum 58. 4-0: Christian R. Mouritsen 71. Dómari:  Chris Johansen Savnsmyndir: Álvur Haraldsen EB/Streymararnir hava allir verið í grind í morgun Besta SMS'ið um dystin í Triða Hálvleiki: Mikudagin klokkan 17.00 verður útsetti dysturin mill­um AB og HB spældur. Tá hava hesi bæði liðini spælt eins nógv og hini lið­ini í deildini – 23 í part. AB hevur heimavøll og spælt verður á Argjum. Útsetti dysturin ein risi HB liðskiparin, Fróði Benjaminsen var einastandandi á øllum økjum, tá hann misnýtti størsta kjansin í dystinum