mánadagur 23. september 2013síða 18
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 23. september 2013 · Nr. 108
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
Víkingur 0 (0)
AB
2 (1)
Tróndur Arge
Tá liðini hittust fyrstu ferð í
ár vann Víkingur 1-0. Talan
var um málmansvillu frá
Símun Rógva í málinum
hjá AB, tá Hanus Jacobsen
skoraði einsamalla málið í tí
dystinum. Símun Rógvi hevði
eins og restin av AB liðnum,
eina vanaliga byrjan upp á
kappingarárið. Hann misti
fleiri avgerandi bóltar og sá í
støðum illa út, men við tíðini
hevur bæði hann og AB liðið
reist seg.
Nú bjargar hann í avger
andi løtunum, er tryggur
í øllum hann hann ger og
vinnur liðnum stig. Avrikið í
Gøtu í gjár var sannførandi.
Fyri uttan stjóbjargingunum
hjá Símun Rógva, so hevði
AB tamarhald á støðuni.
Víkingur kom til lítið og
einki, meðan AB í løtum fekk
kontra maskinuna at rigga
og hótti í hinum endanum.
Tá
dómarin
bríkslaði
hevði AB heldur ikki verið
undir tí heilt stóra trýstinum
og sigurin tóktist rímuliga
uppiborðin.
Flyti steypafinaluna
Tað tykist verða einasta
loysnin fyri Víking, sum
annað árið á rað er steðgað
upp, eftir at hava vunnið
steypafinaluna. Teir hava
tapt tríggjar dystir, móti NSÍ,
B36 og AB. Einastu stigini eru
komin móti botnliðnum 07
Vestur.
Líka mikið hvønn tú tosar
í Víkingi, so tykist ongin hava
ein frágreiðing. Ongin veit
hví felagið brádliga ikki kann
vinna ein dyst. Avrikini móti
NSÍ og og B36 vóru á góðari
leið, meðan avrikið móti 07
Vestur var nokk til trý stig.
Avrikið í gjár var ikki gott.
AB gjørdi nógv rætt, men
Víkingur spældi ikki kortini
rætt. Teir lótu seg trýsta og
høvdu einki aftursvar.
Víkingarnir vóru frustrer
aðir og tað vóru serliga Kaj
Leo Í Bartalsstovu og Filip
Djordjevic, sum gingu á
odda. Kaj Leo enaði við at
fáa sítt seinna gula kort, tá
hann hevndi seg inn á Beinir
Ellefsen.
Kaj Leo hevur saman við
Hans Jørgen Djurhuus leik
bann til komandi dyst.
Einasta loysnin er, at
Brandur Jacobsen og leiðsl
an í Víkingi kemur við einum
uppskoti, um at flyta steypa
finaluna til eftir seinasta
umfar í landskappingini.
AB nærkast bjargingini
Við sigrinum er AB seks stig
frammanfyri TB, sum liggur
undir niðurflytingarstrikuni.
Tað sá svart út, tá AB bara
hevði tvey stig eftir ellivu
dystum. Nú er felagið í eini
góðari støðu undan granna
uppgerðini móti HB miku
kvøldið.
AB kann sjálvt avgera sína
lagnu, tí felagið hevur dystir
móti 07 Vestur(Ú), TB(Ú) og
KÍ(H) eftir.
Spælir AB eins klókt, sum
teir gjørdu í gjár, so hava
teir einki at verða bangnir
fyri. Teir spæla við nógvari
orku og hava spælarar at
seta inn, sum kunnu broyta
dystargongdina. Tað hevur
verið teimum kærkomið, tá
teir hava vunnið mangt eitt
stgi í evstu løtu. Í gjár komu
teir ikki eingongs undir trýst
seinastu tíggju minuttirnar,
og vóru nærri 3-0.
Hyggur tú eftir stigatalv
uni, so er munurin upp til
Víkking bara seks stig. Aftaná
11. umfar hevði Víkingur 15
stig og AB 2 stig.
trondur@sosialurin.fo
fótbóltur
Siggi í Kina Sigfríður Clementsen var
ikki á bonkinum hjá Víkingi í gjár. Hann er
í Kina, har hann skal í brúdleyp hjá systir
hansara. Hann verður aftur til komandi
dystin hjá Víkingi, sum er móti ÍF.
Seks til AB og trý til Víking Um AB bjargar sær tilveruna, sum lið í effo
deildini til komandi kappingarár, so fara dystirnir hjá AB ímóti Víkingi at verða eitt
gott ískoytið i so máta. AB tapti 1-0 ímóti Víkingi í Sarpugerði í 3. umfari, men
vann hinar báðar dystirnar ímóti Víkingi. AB vann á heimavølli í 12. umfari 3-1
á Víkingi, og ígjár vann AB aftur á Víkingi, hesaferð ein 2-0 sigur í Sarpugerði.
Simun Rógvi Hansen
Morten Overgaard Rói Danielsen
Jobin Drangastein ■ Beinir Ellefsen ■
Dmitrije Jankovic Kári Nielsen
Sorin Anghel
(Jónas Stenberg, 90.)
Dion Splidt Rógvi Poulsen
Ahmed Keita
(Mikkjal T. Hentze, 72.)
Geza Turi
Hans J. Djurhuus ■ Erling Jacobsen
(Hjartvard Hansen, 78.)
Bárður Hansen Dánjal Pauli Lervig
(Heðin Hansen, 65.)
Sølvi Vatnhamar Jann Ingi Petersen
(Magnus Jarnskor, 90.)
Kaj Leo í Bartalsstovu ■■ Hanus Jacobsen
Finnur Justinussen Filip Djordjevic ■
Víkingur - AB 0-2 (0-1)
0-1: Dmitrije Jankovic 15.
0-2: Rógvi Poulsen 80.
Dómari: Dagfinn Forná
Føroya besta lið er AB, hoppið nù vìkingar
Besta SMS'ið um dystin í Triða Hálvleiki:
Tvær ferðir var Símun Rógvi Hansen í fullari longd, tá hann bjargaði. Við málum frá
Dmitrije Jankovic og Rógva Poulsen vann AB 2-0 á Víkingi og bjargingin nærkast
Símun Rógvi
bjargaði AB
Dystargongd
Fyrri hálvleikur:
0-15: (Minuttir)
Víkingur leggur trýst á høgru síðu hjá AB. Hanus Jacobsen er nær við eftir
hornaspark, men fær ikki ordiligt samband við bóltin, tá hann stútar. Dion
Splidt sendir fríspark innfyri. Sorin Anghel stútar bóltin innfyri aftur og har
stendur Dmitrije Jankovic. Við vinstra beini fær hann akkurát ferð nokk á
bóltin, til at hann trillar um málstrikuna.
16-30:
Filip Djordjevic verður spældur leysur, men verður taklaður í evstu løtu
av Jobin Drangastein. Í hinum endanum er Sorin Anghel nær við, tá hann
meddar til uttanfyri brotsteigarmarkinum, men Geza Turi bjargar flott.
Víkingur trýstur, men AB megnar at spæla seg úr trýstinum.
31-45:
Filip Djordjevic fær gult kort fyri at rena hondina upp í andlitið á Beinir
Ellefsen. Símun Rógvi Hansen stórbjargar, tá Finnur Justinussen stútar úr
góðari støðu. AB hóttir upp á deyðbóltar, men annars er tað Víkingur, sum
er á bóltinum.
Seinni hálvleikur:
46-60:
Víkingarnir tykjast frustreraðir og koma við býttum eftirtaklingum. Bæði
Kaj Leo Í Bartalsstovu og Filip Djordjevic fáa gul kort. hvørgin hevur fingið
nakað burtur úr higartil. AB sær út til at hava fingið rætt upp á bein í
mótálopunum.
61-75:
Dysturin broytir skap. Heðin Hansen kemur inn á miðvøllin hjá Víkingi,
meðan Ahmed Keita verður útskiftur við arbeiðssama Mikkjal T. Hentze. AB
hevur tak á spælinum og Vikingur fær ikki trýsti at rigga. Teir tykjast ikki
vilja tað nokk.
76-90:
Rógvi Poulsen skorar til 2-0 og tað er ikki óuppiborið. Hann fær fatur
á bóltinum á brotsteigarmarkinum og sendir bóltin í málið við vinstra
beinsskoti. Í hinum endanum er Símun Rógvi aftur í fullari longd, tá innskifti
Hjartvard Hansen royndir seg. AB hevur møguleiakr til 3-0, men hevur ikki
brúk fyri meir enn 2-0 og vinnur.
Mynd: Álvur Haraldsen