Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-09-23, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. september 2013síða 19

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mánadagur 23. september 2013 · Nr. 108 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur B36 2 (0) KÍ 1 (0) Tróndur Arge Søgan heldur fram at endurt­ aka seg. KÍ kemur á odda, men endar við at tapa. Tað gjørdu teir aftur fríggjakvøldið móti B36 í Gundadali. KÍ hevði til hendan dystin broytt tak­ tiska uppleggið, og stór­ur dent­ur varð nú lagdur á verju­partin, sum hevur verið veika punktið í hesum kapp­ ingar­árinum. Tað eydnaðist til eitt vist, tí B36 kom ikki til nógvar møgu­leikar. Hinvegin, so gjørdist dysturin eisini lítið áhugaverdur fyri hyggj­aran, tí B36 slapp ikki til møgu­ leikar, meðan KÍ lá langt afturi á vøllinum og kom til lítið í hinum endanum. Størsta møguleikan í fyrra hálvleiki fekk KÍ. Tað skuldi ein verjuvilla frá Hørðuri Askham til. Hann skuldi spæla bóltin aftur til málverjan, men aftur­legg­ ingin gjørdist ov stutt. Páll A. Klettskarð gjørdist púra leysur, men Tórður Thomsen kom væl ú tog bjargaði. KÍ fær hol á Seinni hálvleiki var lítið minni spennandi fyrsti løt­ una, men nú var KÍ omaná. Teir komu inn á hálvuna hjá B36 og løgdu trýst á. Í 62. min­utti kom so málið. Álvur F. Christiansen meddar til uttan­fyri brotsteigin og skorar. Nú er gleði millum KÍ við­ halds­fólkini, men so skjótt sum tey fóru at gleðast, so endurtók søgan seg. Fyrst langaði Súni Olsen eitt fríspark í kassan úr 35 metr­ um. Helst skuldi Meinhardt Joensen havt tikið tað. Løtu seinni avgjørdi so inn­skifti Rasmus Dan Sørensen dystin. Hann fekk bóltin stutt uttanfyri brots­ teigin og skjeyt. Bólturin smoygdi sær millum vinir og fíggindar, og allan vegin í málið. Tá var eitt lítið korter eftir, og tað eydnaðist ongantíð KÍ at fáa spenning í dystin aftur. Hetta var dagur nummar 145 síðani KÍ vann seinast. Tað vil siga, at tá KÍ fer á vøllin í Klaksvík komandi leygar­dag móti EB/Streymi, so eru tað fleiri enn 150 dagar síðani KÍ seinast vann ein lands­kapp­ ingardyst! trondur@sosialurin.fo Fýra dystir at bjarga lívinum KÍ hevur nú fýra dystir at bjarga lívinum. Teir eru EB/Streymur (Ú), AB (Ú), Víkingur (Ú) og 07 Vestur (H). Bjargingin hjá KÍ tykist tó mest liggja í, at TB er steðgað upp. Teir vunnu gott nokk á KÍ, men síðani er einki komið á stigatalvuna. B36 fekk sjey stig ímóti KÍ B36 hevði gott tak á KÍ hetta kappingarárið. Tað var bert í tí fyrra dystinum í Klaksvík, at KÍ fekk eitt stig í einum 1-1 javnleiki. Seinna dystin í Klaksvík vann B36 2-0, og fríggjakvøldið gjørdist totalurin hjá B36 ímóti KÍ sjey stig í hesum árinum, tá B36 við tveimum langskotum vann 2-1 á KÍ á ovara vølli í Gundadali. Meinhard Joensen Jógan Isaksen ■ Oddmar Marsten Gunnar Christiansen Heðin á Lakjuni Hjalgrím Elttør Atli Danielsen Henry Heinsen Álvur Christiansen ■ (Heðin Klakstein, 85.) Páll Klettskarð Kristoffur Jacobsen (Ísak Simonsen, 80.) Tórður Thomsen Hørður Askham Robert Heðin Brockie Høgni Eysturoy ■ Ámund Nolsøe Evrad Ble Súni Olsen Høgni Midjord Gilli Sørensen (R. Dan Sørensen, 65.) (Jákup á Borg, 73.) Adeshina Lawal Lukasz Cieslevicsz ■ (Benjamin Heinesen, 90.) B36 - KÍ 2-1 (0-0) 0-1: Álvur F. Christiansen 62. 1-1: Súni Olsen 72. 2-1: Rasmus Dan Sørensen 77 Dómari: Rúni Gaardbo Nú verður tað KÍ slær til, Eyðun Thorgeirsson hevur lánt hestin hjá Atla Gregersen Besta SMS'ið um dystin í Triða Hálvleiki: Tað gongur pent sagt illa hjá KÍ. Tað eru 145 dagar síðani seinasta sigurin, sum var tann 28. apríl, tá teir bastu 07 Vestur á heimavølli fótbóltur 145 dagar uttan sigur Myndir: Álvur Haraldsen