Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-09-23, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. september 2013síða 20

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 23. september 2013 · Nr. 108 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur fótbóltur Við 4-1 útisigri á TB fekk NSÍ reinsað stórtapið mitt í vikuni av sær, og NSÍ er enn væl við í kappingini við bæði EB/Streym og B36 um bronsu og Europa League. Hinvegin er TB framvegis tvey stig undir niðurflytingarstrikuni TB 1 (0) NSÍ 4 (1) Hilmar Jan Hansen – Hetta var eitt gott mótsvar frá mínum spælarunum til tapið fyri EB/Streymi miku­ kvøldið, tí teir koyrdu á frá byrjan til enda og hildu fokus alla tíðina. Hetta var ein øgiliga góður dystur frá okk­ ara síðu, og tí kom TB ongan­ tíð ordiliga í nánd av okkum. Tað var niðurstøðan hjá vælnøgda NSÍ-venjaranum, Heðini Askham, eftir at hansara menn á vøllinum við Stórá í Trongisvági seinna­ partin í gjár høvdu tryggjað sær øll trý stigini við at vinna 4-1 á TB. Ein onnur orsøk til, at Heðin Askham óivað var væl nøgdur, mundi vera úrslitið av dystinum í Havn, sum syrgdi fyri, at NSÍ framvegis er væl við í kappingini um bronsuna og ytsta sessin út í Europa næsta summar. Sum er, er NSÍ bara eitt stig aftan fyri EB/Streym og B36, so har kann nógv henda – og næsti dystur hjá NSÍ á nýggja graslíkinum við Løkin er forrestin ímóti júst B36. – Vit hanga í og flyta okk­ um ongan veg á stigatalvuni, men eru framvegis við, nú bara fýra dystir eru eftir. Hjá okkum er talan um truplar dystir, so vit kunnu bæði tapa alt og vinna alt, men fara heilt avgjørt eftir at vinna hesar dystirnar, sigur Heðin Askham. Klæmint tvey Fyrri hálvleikur, ið ikki var merktur av teimum stóru til­ boðunum, livnaði av álvara síðstu løtuna fyri steðgin, tá fyrst TB hevði ein møguleika, men NSÍ so í staðin legði seg á odda 1-0. Andy Olsen legði bóltin innfyri úr vinstru síðu, og Klæmint A. Olsen var klárur inni fyri málinum og setti pannuna á. Bara átta minuttir inn í seinna hálvleik fekk NSÍ aftur mál, tá bólturin kom siglandi inn í TB-brotsteigin og Andy Olsen flatt smekkaði hann í síðunetið til 2-0. Eitt lítið korter seinni fekk TB minkað um munin, tá Nicky Diverdics sendi eitt fríspak í pannuna á innskifta Ndende, ið fekk minkað um munin, so TB aftur fór at trúgva upp á tað. Gleðin bleiv bara í so stokkut hjá tvøramonnum, tí tveir minuttir seinni bleiv Klæmint A. Olsen feld­ur, tá hann frammi móti TB- baklinjuni inni í brots­teig­ inum royndi seg við ein­ ari fintu. Sjálvur skoraði Klæmint við brotssparkinum til 3-1, so hann fekk tvey mál aftrat og nú hevur skorað sjey mál síðstu tríggjar dystir­nar! TB fekk hetta sum vátan vøtt, nú vertirnir annars høvdu verið so væl við í eina góða løtu, og við brots­spark­ inum til 3-1 var dysturin í roynd og veru avgjørdur. Sigurin skuldi tó blíva enn tryggari, tí ein misskiljing í TB-verjuni tíggju minuttir fyri tíð kostaði enn eitt mál. Málverjin hjá TB, Ivan Stockovic, var komin nakað langt út úr málinum, tá Martin Tausen skallaði bóltin aftur til hansara – men mátti síggja bóltin fara upp um mál­verjan og í tóma málið til 4-1 til NSÍ. Í so bílig mál – Eg haldi, at NSÍ kom ov lætt til tað, tí tvey og kanska trý av málunum vóru bílig, men vit gera í so nógvar per­ són­ligar feilir, og tað er tað, sum hendir, tá man er í hesi støðuni. Tá vit vóru við at koma ordiliga inn í dystin og kanska áttu at havt javn­ að, fingu teir brotsspark og komu í staðin upp á 3-1, ásann­aði TB-venjarin, Páll Guðlaugsson. – Tíverri fyri okkum, so vóru spælararnir hjá NSÍ nógv meira avgjørdir og kaldir, tá avgerandi støðurnar vóru, og teir dugdu at revsa okk­um, tí eg haldi ikki, at mun­urin á liðunum var so stór­ur sum úrslitið sigur. Vit høvdu eina góða løtu í seinna hálvleiki, men høvdu ikki neyð­ugu rutinuna til at fáa nak­að burturúr tí, og so fór alt hin vegin. Støðan hjá TB er tí fram­ vegis tann sama, sum hon var undan dystinum, at liðið framvegis er tvey stig aftan fyri KÍ, sum er tað liðið, TB má fáa fatur í fyri at yvirliva í Effo-deildini. Men nú fækk­ ast dystirnir, har hesi stigini skulu hálast inn. – Hjá okkum er einki ann­að at gera, enn at koma víðari. Vit kundu kanska havt skorað eitt ella tvey mál aftrat hesaferð, men tað riggaði bara ikki, so nú mugu vit bara royna aftur næsta dyst, sigur Páll, sum tó ikki bara var ónøgdur, hóast dysturin í gjár endaði við tapi. – Eg haldi, at har var nógv positivt at taka frá dyst­ inum, sum so. Tað haldi eg heilt avgjørt. Men vit fara at stríð­ast til tað seinasta, og vit hava framvegis eina vón um, at vit fara at klára tað. hilmarjan@sosialurin.fo TB - NSÍ 1-4 (0-1) 0-1: Klæmint A. Olsen 40. 0-2: Andy Ó. Olsen 53. 1-2: Ndende Adama Gueye 66. 1-3: Klæmint A. Olsen br 69. 1-4: sjálvmál 80. Dómari: Lars Müller Í Hesti hava tey Klæmint's gjógv, í Runavík hava tey Klæmint's skógv Besta SMS'ið um dystin í Triða Hálvleiki: Fimm til NSÍ og tvey til TB Fyrr í ár megnaði TB at arga NSÍ við tveimum málleysum javnleikum. Tann fyrri varð spældur í 3. umfarinum, og tann seinni í 12. umfari. Manglaðu málini í teimum báðum fyrru uppgerðunum millum TB og NSÍ, so manglaðu tey ikki ígjár við Stórá í Trongisvági, har NSÍ vann ein 4-1 stórsigur. NSÍ ein og tveir javnir Eftir at NSÍ og TB í teimum báðum fyrstu dyst­unum sínamillum spældu málleysar javnleikir, brast fyri nev í sein­ asta dystinum, sum NSÍ vann 4-1. Annars eru teir báðir javnleikirnir í triðja og tólvta umfarið teir einastu 0-0 dystirnir hjá NSÍ higartil í ár, meðan TB á heimavølli eisini hevur spælt 0-0 ímóti B36. NSÍ er framvegis við Kristian Joensen Jens Joensen Einar Tróndargjógv (Andras B. Vágsheyg, 89.) Jónhard Frederiksberg Pól J. Justinussen Karl Løkin ■ Magnus H. Olsen Andy Ó. Olsen Jann Martin Mortensen (Sjúrður Jacobsen, 78.) Árni Frederiksberg (Haraldur R. Højgaard, 83.) Klæmint A. Olsen Ivan Stojkovic Martin Tausen Óli Johannesen ■ Teitur J. Olsen Eirikur M. Ellendersen Babacar Ndiour Rógvi Joensen ■ Dan Mortensen Poul Ingason (Ndende Adama Gueye, 51.) Nicholas F. Diverdics (Teitur Justinussen, 78.) Arthur D. Poulsen ■ (Ragnar Tausen, 51.) Myndir: Áki Bertholdsen