mánadagur 23. september 2013síða 21
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mánadagur 23. september 2013 · Nr. 108
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
Clayton skorar á heimavølli Málslúkarin
hjá ÍF, Clayton Soares, trívist eftir øllum at døma
væl á heimavølli. Hann er í løtuni fjórðbesti mál
skjúttin í Effodeildini við 13 málum, og heili 11 av
hesum eru skotin á heimavøllinum í Fuglafirði.
fótbóltur
ÍF
3 (0)
07Vestur 2 (1)
Pætur Albinus
Hvør einasti dystur hjá 07
Vesturi er ein bardagi um at
halda seg í Effodeildini. Hóast
útlitini fyri hesum ikki eru
góð, so hevur 07 Vestur argað
seinastu tíðina við at vinna
3-2 á TB farna vikuskifti og
mikukvøldið tapa tepurt 0-1
ímóti Víkingi.
Hinvegin ráddi um hjá ÍF
at halda lív í FM-vónini við
at framhaldandi elta HB,
sum teir undan dystinum
vóru fimm stig frá. Við stóra
stigamuninum og heima
vallarfyrimuninum
mátti
tað metast sum eitt krav hjá
ÍF, at teir vunnu dystin, men
ikki skuldi tað gerast lætt.
07 Vestur á odda
Fyrsta løtan leikaði javnt á
og tað sást, at gestirnir úr
07 Vesturi bardust fyri lív
inum. Ikki eru teir eiðasørir
í álopspartinum, og tilspæla
teir sær – um enn ikki so
hegnisliga – fleiri vanda
støður. Slík var støðan eisini,
tá ið 07 Vestur heldur óvænt
að legði seg á odda tá ið 13
minuttir vóru farnir. Tað var
eftir eitt frísparksinnlegg, at
07 Vestur varðveitti trýstið
í ÍF-brotsteiginum, og sum
endaði við, at Tór-Ingar
Akselsen skeyt bóltin í málið
til 1-0 til 07 Vestur.
ÍF royndi at sláa kalt vatn
í blóðið og fáa sítt egna spæl á
glið. Tað eydnaðist í ein ávís
an mun, og teir høvdu eisini
bróðurpartin av spælinum.
Tíggju minuttir fyri hálv
leik eydnaðist tað ÍF at javna.
Leivur Joensen legði bóltin
innfyri úr høgru síðu, har
Nenad Saric tamdi bóltin væl
og legði hann fyri føturnir á
Clayton Soares, sum javnaði
til 1-1.
1-1 var eisini støðan, tá ið
farið varð til hálvleiks.
Hendingarríkt
Okkurt bendi á, at ÍF-venj
arin, Albert Ellefsen, ikki var
heilt nøgdur við avriki hjá
sínum monnum í fyrra hálv
leiki. Í øllum førum skifti
hann Poul N. Mikkelsen út í
hálvleikinum. Í hansara stað
kom Áki Petersen.
Seinni hálvleikur var gott
og væl hálvrunnin, tá ið ÍF
fekk
tillutað
brotsspark.
Hetta umsetti Øssur M.
Dalbúð til mál – 2-1 og nú var
tað ÍF, sum var á sigurskós.
Men 07 Vestur vildu tað
øðrvísi, og tað vildu teir
skjótt. Tað var nevniliga bara
tveir minuttir eftir ÍF-málið,
at Gunleif Olsen javnaði til
2-2.
Nú vóru góð ráð dýr hjá
ÍF, men eitt skot fyri bógvin
var tað, at Jan Ó. Ellings
gaard fekk tvey gul kort
næstu løtuna og harvið
varð rikin av vølli. Fimm
minuttir fyri leiklok mátti
veteran-málverjin
hjá
ÍF,
Jákup Mikkelsen, lata seg út
skifta vegna skaða, men tað
var í hinum málinum, at øll
hugsavnanin hjá ÍF var.
Og tað eydnaðist hjá ÍF.
Í tíðini, sum dómarin hevði
lagt afturat, tók Nenad Saric
sakina í egnar føtur og eftir
frálíkan rennitúr gjørdi hann
tað til 3-2 og tryggjaði ÍF ein
sera týdningarmiklan sigur í
mun til FM-stríðið, meðan 07
Vestur mátti geva seg og nú
líkist alt meiri einum niður
flytara.
albinus@sosialurin.fo
Saric heldur lív í FM-vónini hjá ÍF
Leingi var líkt til at 07 Vestur skuldi hála ÍF úr FM-stríðnum, men við einum máli í evstu løtu
helt Nenad Saric lív í vónini hjá ÍF, sum – hóast tíggju mans á vøllinum – megnaði at vinna 3-2
ÍF - 07Vestur 3-2 (0-1)
0-1: Tór-Ingar Akselsen 13.
1-1: Clayton Soares 35
2-1: Øssur Dalbúð br 69.
2-2: Gunleif Olsen 71.
3-2: Nenad Saric 90.
Dómari: Eiler Rasmussen
Tað hevur ikki verið gott fyri nervarnar
at fylgt ÍF í ár
Besta SMS'ið um dystin í Triða Hálvleiki:
ÍF fekk 9 stig og 9 mál ímóti 07 Vestur ÍF og 07 Vestur leiktu tríggjar rættiliga
undirhaldandi og lívligar dystir, sum allir endaðu við einum sigri til ÍF, sum skoraði tríggjar
ferðir trý mál ímóti 07 Vestur. Í 3. umfari vann ÍF 3-1 á heimavølli, og í 12. umfari vann
ÍF aftur 3-1, hesaferð á Dungasandi í Sørvági. Ígjár reið um snarið hjá ÍF, men ímóti
dystarenda fekk ÍF skorað til 3-2, og fekk sostatt fult hús ímóti 07 Vestur í 2013.
Andras Gango ■
Téhé Aristide Jákup G. Joensen
(Høgni E. Nielsen, 46.)
Petur G. Dalbø Gunleif Olsen ■
Tór-Ingar Akselsen Holgar Durhuus
(Hørður H. Johansen, 73.)
Eli F. Nielsen ■
Jovan R-Panic Jákup Olsen
(Ámund Hansen, 73.)
Ibrahima Camara
Jákup Mikkelsen
(Hallgrím G. Hansen, 85.)
Bartal Eliasen Høgni Zachariassen ■
Leivur Joensen Jan Ó. Ellingsgaard ■■
Ari Ó. Ellingsgaard ■ Høgni Madsen
(Bogi R. Petersen, 80.)
Poul N. Mikkelsen Nenad Saric
(Áki Petersen, 46.)
Øssur Dalbúð Clayton Soares
Allir, sum fingu kort hjá
ÍF í hesum dystinum, eru
leikbannaðir til komandi
dyst ímóti Víkingi. Talan er
um Høgna Zachariassen,
Ari Ó. Ellingsgaard og Jan
Ó. Ellingsgaard. Hinvegin
eru Kaj Leo í Bartalsstovu
og Hans Jørgen Djurhuus
eisini leikbannaðir hjá
Víkingi.
Hetta
skrivar
Norðlýsið á heimasíðu
síni.
albinus@sosialurin.fo
Nógv leikbann
Mynd: Álvur Haraldsen
Tór-Ingar Akselsen legði vágamenn
á odda, meðan Nenad Saric helt vón
í FM-vónini hjá ÍF í evstu løtu