Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-09-23, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. september 2013síða 23

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 23. september 2013 · Nr. 110 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Jens M. Dalsgaard Okkara heilsumálaráðharri er vónsvikin. Føringar fáa sær sjúkur, luxus sjúkur, sum ikki kunnu behandlast á Klaks­víkar sjúkahúsi. Patient­arnir svíkja – mugu tí send­ast til Danmarkar, tað er alt for dýrt proklamerar mála­ráðharrin. Ein patientur á Ríkis­ hospitalinun skapar sjálvandi onki arbeiði í Klaksvík og tað er ein hóttan. Endamálið við okkara heilspolitikki er sjálvandi ikki heilsan hjá fólki, men heilsan hjá okkara sjúku húsun og hvørki Klaksvík (okk­ara sjálvútnevndi fiski­ vinn­uhøvuðsstaður) ella Tvør­oyri kann liva uttan eitt sjúkt hús. Tí ræður sjálvandi um at gera tað so tvørligt fyri fólk at fara uttanlands sum gjør­ligt. Vit hava til dømis onga avtalu við tað donsku sjúka­tryggingina. Her eru grøn­lendingar mikið smart­ari, teir hava danskt cpr-nummar og avtalu við donsku sjúkatryggingina, so teir spasera beint inn í systemið, men snakka sjálv­ andi óført um sjálvstýri. Men vit staklarnir, fÆringer, skulu ikki inn í nakað danskt system, tað er langt undir okk­ara verdigheit sum ser­ støk tjóð. Tað er ein faldari fyri patientar sum fara uttan­ lands http://www.hmr.fo/ get.file?ID=10070 . Fyri at vit ikki skulu gloyma okkara serstøku tjóðareykenni með­ an vit eru uttalands, er leið­ beinginin fylt við national­ romatiskun bíløtun av tjøldr­um, seyði og gomlun bygda­húsum. Brochuran sigur onki um rættarstøðuna hjá patientunun, tað er irrele­ vant. Hinvegin leggur bro­ churan stóran dent á, hvussu man skal fáa medicin úr Førjun: ”Sjúklingar, ið fara uttan­ lands, skulu sum megin reglu taka heilivág við til teir dagarnar, teir eru uttanlands. Sjúklingar sum hava tørv á heilivági meðan teir er staddir í Danmark, kunnu fáa heilivág úr Føroyum og letur Heilsutrygd stuðul, eins og tá keypt verður í Føroyum. Sjúk­lingar í Danmark skulu seta seg í samband við danskan ella føroyskan lækna og biðja um at fáa sent resept til føroyskt apotek til avgreiðslu .Viðmerkjast skal, hvagar heili vágurin skal sendast .Heilsutrygd ber út reiðslurnar í sam­ bandi við flutningsgjald av tilskotsheimilaðum heili­vági til sjúklingar, sum eru uttan­ lands. Fylgjarar bera sjálvir útreiðslurnar í sambandi við frakt av heilivági. ” Eftir hesum, so ber ikki til at fara inn á eitt danskt apotek við eini recept, men hon skal sendast til Førjar, sum so sendir medicini, sum helst er sent úr Danmark, úr Førjun til Danmarkar. Ein burðardygg loysn. Jú, sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum, tað skal vera ópraktiskt at vera føringur. Muppet Show Levi Mørk Í einum demokratiskum sam­ felag hava fólk ymiskar hug­ sjónir. Summi eru høgravend onnur eru vinstravend, og tað er í lagi. Tað er í lagi at hava ein liberalan hugsunnarhátt, tað er ein mannarættur, men at verða so liberalur, at tað elligamla føroyska eyð­ kenni, næstrakærleiki, at hjálpa hvørjum øðrum, at hugsa um hvønn annan, tí tað var, og er ofta, neyðugt, full­komi­liga hvørvur, er ikki føroyskt, men tíverri nakað sum hendan samgongan stend­ur sum borgan fyri. Og fyri okkum uttanfyri tykist alt í Tinganesi meira líkt tí frálíku sendingunum frá Muppet Show. Munurin er tó, at í Muppet Show funnu tey onkuntíð skilagóðar loysnir. Í Tinganesið, er, so at siga, ongin stýring, ongar hugs­anir, ongar visiónir, men semja um at avbyrgja seg frá restini í heiminum á fiskivinnuøkinum, og lata nøkrum útvaldum okkara til­ fongið, semja um at landsins útreiðslur mugu niður, og semja um, at tað er tann veiki føringurin sum skal bera hesa byrðu, og endiliga semja um, at hann helst skal fáast av landinum, tí hann viðvirkar ikki jaliga til samfelagsbúskapin. Vorðið sum blídni. Í Sýria hevur eina­ræðis­ harrin Assad í tvey ár nýtt vald og harðskap móti sín­ um fólki, við ræðuligum menn­iskjansligum fylgjum, og í tvey ár hevur hendan samgongan gjørt seg inn á teir veikaru bólkarnir, við væl­skipaðum fíggjarligum tiltøkum. Eg havi fyrr verið frammi við t.d. at hava sundur­skilt meirvirðisgjald, so at, eitt nú, neyðsynjar og sunnar vørur hava lægri MVG, tí tá fáa tey sum eru illa fyri, eisini ráð at eta seg og síni mett hvønn dag. Tað kundi veri: Breyð, mjólk, frukt og grønt, og aðrar vørur sum kunnu bólkast her. Men tað ber ikki til. Eg skilji bara ikki hví. At roknifólkið á gjaldstovuni ikki klára hesa uppgávu, trúgvi eg ikki uppá. Tað má vera politiskur illvilji sum er orsøkin. Flatskatturin er ein aftur­ vendandi táta, tí tann ætlan sum samgongan við hesi skipan hevði, at tey sum fingu gleði av hesi skipan fóru at gera stórar íløgur í vinnulívi, er heilt burturvið. Tey seta pengarnar í bankan, ella økja um privatu nýtsluna, sum aftur viðførur trupulleikar við handilsjavnvágini. Ong­in rættvísi er í hesum skatta­ lætta, tí øll fáa ikki gleði av hesi skipan. Øll áttu at fingið gleði av skipaninni, serliga tá hugsa verður um, at hon er fíggjað við nýggju pen­sjóns­ inn­gjaldsskipaninni. Um mann vil geva skattalættar, áttu øll at veri partur av eini slíkari skipan, og tað kundi t.d. veri ein skattarabatt til øll uppá X- tal túsund krónur. Ella at skattur ikki verður goldin av teimum fyrstu 50 túsund krónunum. Um mann so vil hava eina skipan fyri tey sum vilja arbeiða nógv, má bera til, at lækka skattin á teimum síðst forvunnu krónunum. Fólkaflokkurin hevur vanliga nýtt orðafelli, at tað sum ikki kann standa má falla. Hetta var helst meint við virkir, men umfatar nú eisini menniskju. Tað sama er nú eisini galdandi fyri sambandsflokkinum. Hesin flokkur er vorðin asosialur, og tann elligomla skráin hevur fingið durafjóringin. Har var fyrr eisini rúm fyri teimum gomlu og teimum veiku, men tað er ikki so longur, tey hava vent hesum bólkum bakið. Fyri kortum segði næstformaðurin í flokk­inum í sjónvarpstjaki, at sambandsflokkurin var til at líta á; eg spyrji bara, hjá hvørjum? Tað kann ikki vera penjónistar, tað kann ikki vera tey sjúku, tað ikki vera arbeiðsleys, tað kann ikki vera einsamøll við børnum, tað kann ikki vera veikar barnafamiljur, tað kann ikki vera tey lesandi, so hvat er eftir. Tíbetur vísir seinasta kann­ing eisini, at fólk hava fingið eyguni upp fyri sam­ bandsflokkinum, og flyta seg til tann flokkin sum verjir borg fyri hesar bólkar, sum hevur eina skrá, ið tekur sær av teirra áhugamálum, og tað er sjálvandi javnaðar­ flokkurin. Í hesum tjakið var eisini frammi, at arbeiðs- loys­ið minkar, men tað sigur seg sjálvt, at tá fólk flyta, minkar arbeiðsloysið. Eisini var í sama tjaki, stórur dentur lagdur á, at fáa ung og lærd fólk aftur, og sjálvandi skal dentur leggjast á hetta, men fyri mær tykist tað sum um, at samgongan heldur ikki, at hesi útbúnu fólk og tey veiku skulu liva í sama samfelag. Tey veiku skula altso helst burtur. Nú verður arbeitt við fíggjarlógini fyri 2014. Spennandi verður at síggja, hvørji tiltøk hendan samgongan ferð at seta í verk móti teimum veiku føroyingunum hesaferð. Mikli skemdardagurin 18. september 1945 Virgar Dalsgaard Í dag, tann 18. september eru 68 ár síðani eina ta all­ ar­størstu níðingsgerð, sum nakr­an­tíð er framd í før­oysk­ um politikki. Ta náttina bumbaðu loys­ingar-bandittar okkara gamla parlament, Løgtingið og ætl­aðu at beina fyri parla­ment­ar­ik­ar­anum, Pet­ur Mohr Dam, sum stutt áðr­enn bumb­an brast, hevði sit­ið niðri í Løg­tinginum á Javn­ að­ar­ar­høl­i­num og skriva. Tað hølið lá beint oman­ fyri har, sum bumban varð løgd. Tað var eingin ivi um, hvønn man vildi raka! Arbeiðslagið hjá Petur Mohr Dam var soleiðis, at hann ar­beiddi best og skjót­ ast um náttina. Tey all­ar­ flestu hav­n­arfólk sóu og vistu, at tað javnan var ljós á Javn­að­ar­stovuni bæði klokk­ an trý og fýra um náttina. P. M. Dam fortaldi, at nett­up hetta kvøldið bleiv hann eitt sindur móður um mid­nátt­ar­leitið, fekk sær tí eina pausu og fór niðan í ta Nýggju Snikkarastovu at fáa sær ein kaffimunn og eitt prát við partafólk. Snikkarastova liggur beint yvir av Løgtingshúsinum. Minni enn ein hálvan tíma eft­ir, at hann hevði sett seg til borðs, brast bumban og hvør ein­asti kaffikoppur bleiv sorl­að­ur av borðinum. Hevði hann tá sitið í Løgtinginum, er ikki ilt at gita, hvussu stand­urin hevði verið. Aftan á henda níð­ings­til­ burðin royndu nógvir ynk­i­ ligir loysingar at vaska sær hend­u­rnar við groteskum utt­an­umtosi og ússaligum ill­git­ing­um, men tað reing­ist aldri, at ómegdin og und­ir­ lutakenslan yvir fyri arg­u­ mentunum hjá tí væl-orðaða Pet­ur Mohr Dam skuldi hevn­ast. Hann vildi jú hava vina- og fræls­is­brævið frá 1943 sum grund­ar­lag fyuri eini ný­skipan millum Danmark og Før­oyar. Hann var ímóti ”alt ella einki-monnunum”! Í Onglandi royndi Guy Faw­kes í síni tíð at beina fyri tí eing­ilska Parlamentinum við eini bumbu, og síðani hava eingilskmenn hildið dag­in við flaggi á hálvari stong. Vár nakar stirðil í okk­um føroyingum høvdu vit eisini flaggað við merki á hálvari stong á øllum al­ menn­um bygningum hvønn 18. september til minnis um, hvussu vitleyst loysingar- yng­ul kann bera seg at, tá ið tey spinklu argumentini eru uppi. Men leggið til merkis, hó­ast hetta í mínum barn­ a­døg­um var mest umrødda søg­u­liga hending Í Føroyum í ára­vís, so verður hon ikki nevnd við einum orði í nakr­ ari søgubók. Tær eru jú allar produc­er­aðar av tend­ent­i­øs­ um loys­ing­um, sum ikki vilja kom­pro­m­itt­era sínar við­ halds­ menn. Svikaligir sjúklingar