mánadagur 23. september 2013síða 24
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 23. september 2013 · Nr. 110
24
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Brúgvin um politiskar væmingar
og vaggandi gjálv
Tórbjørn Jacobsen
Ætlanin um gerð av Tanga
fjarðartunlinum, sum kom
brestandi út úr politiska
móðurlívinum
við
aftur
partinum fyri, er løgd í eina
prosess, har hon annaðhvørt
verður egg ella ungi. Eftir
uppgangin av vitleysu CIP-
loysnini setti Landsstýrið ein
arbeiðsbólk niður, spekkaður
við embætisfólki av ovastu
rókum, at snikka til eitt til
mæli, um hvussu farast
skal fram í málinum, sum
higartil er størsta einstaka
infrakervisætlan í Føroya
søgu. Ein niðurstøða hjá
bólkinum er, at: “Tapið fyri
brúkaran er nógv størri í eini
privatari verkætlan óansæð
privata
rentukostnaðin
(uml. 3,5 mia. kr.) – tí hann
vil optimera eftir hægsta
umsetningi – og tí er hendan
loysnin vald frá.”
Samsvarandi tilmælinum
hevur
politiska
skipanin
latið arbeiðsbólkinum eitt
kommissorium – ein arbeiðs
setning – har nágreinast skal
hvør skilabesta loysnin er
fyri føroyska samfelagið, t. e.
tann loysnin, ið hevur við sær
størstu
samfelagsnyttuna.
Nevndir vera fýra streingir:
Almenn
fígging,
alment
partafelag,
APS
(alment,
privat, samstarv) og privat.
Tilmælisbólkurin hevur ikki
sitið sjóvarfallið av sær, og
niðurstøðan er greið í mun
til akstur-kioskina hjá CIP
og Kára. Bólkurin mælir
til, at Tangafjarðartunnilin
verður lagdur í eitt slag av
almennum partafelag so
leiðis, sum vit kenna tað
aftur frá hinum báðum
undirsjóvartunlunum. At hin
fyrrverandi
departement
sjefurin í niðurlagda Inn
lendismálaráðnum er ein av
tilmælarunum, kennist ikki
sørt tragikomiskt, eftir alt tað
buldur og brak, sum hevur
herjað politisku skipanina
og samfelagið hesar seinastu
mánaðirnar. Helst sigur tað
ikki sørt um hvør, ið hevði
brøkurnar uppi á í tí fasuni
av málinum. Nú vendir málið
um ikki annað rætt, hvat ið
ognar- og rakstrarliga høp
inum viðvíkur.
Í landbúnaðar samfelag
num brúktu føroyingar lít
ið og onki firðirnar. Fólka
konsentratiónirnar
lógu
so nær útróðrarmiðunum
sum gjørligt, tað ráddi um
at rógva stytsta teinin við
árarnar, fyri at bjarga sær
mettuna, so mátti man í
aðrar mátar snúgva sær alt
eftir hvussu líkindini annars
lagaðu seg. Tað samfelagið
megnaði ikki at metta fleiri
enn 4 túsund fólk. Stóra
lopið á søgunnar slóð kemur
við fiskivinnusamfelagnum,
og tástaðni fáa vardir firðir
og ditto vágir allan týdn
ingin fyri framtøkuna. T.d.
Klaksvík, Fuglafjørður, Skála
fjørður,
Seyrvág,
Miðvág,
Vestmannahavn,
Trongis
vágsfjørður og Vág. Fólka
talið 10-faldaðist av hesum
revolutionerandi vinnuliga
paradigmuskifti.
Skip
og
flótandi eindir høvdu tørv
á tryggum havnaviðurskift
um.
Tilmælingarbólkurin hjá
landsstýrinum heldur nú
uppá, at tað eigur at vera
umhugsað, at broyta linju
føringina
í
Tangafjarðar
tunlinum til at fevna um
ein tunnil millum Strendur
og Sund, og síðani skal ein
brúgv gerast yvir Saltnes
grynnuni, alt fyri at minka
íløguna og váðan í verk
ætlanini.
Grundgevingin
er, at samfelagnyttan fer
at
vaksa
óvanliga
nógv,
táið strandingar seta seg á
hjólhestin ella fara labbandi
yvir í Heiðarnar eini ørindi,
ella øvut, táið glyvramenn
við spentar ál fara traðkandi
á pedalarnar yvir um fjørð
in. Og sum rosinan í pylsu
endanum staðfesta tey: “Ein
brúgvaloysn
kann
verða
framd uttan at ávirka skipa
ferðsluna á Skálafjørðinum
stórvegis.” Kortini leggja teir
upp fyri reaktiónunum, sum
hava verið av hesi vitleysu
ætlan, síðani hon á fyrsta
sinni sá dagsins ljós.
Her giti eg, at tilmælingar
bólkurin er farin langt út um
kommissoriið sum Lands
stýrið hevur latið teimum.
Ongin hevur heitt á tey um
at viðgera skipaferðsluna
inn og út av Skálafjørðinum,
yvirhøvur, og hvar eru argu
mentini fyri hesi útsøgnini:
“Ein brúgvaloysn kann verða
framd uttan at ávirka skipa
ferðsluna á Skálafjørðinum
stórvegis?”
“When darkness comes/
And pain is all around/ Like a
bridge over troubled water.”
Soleiðis syngja teir, Paul
Simon og Arthur Garfunkel.
Svartir skýbøklar fara um
okkara part av landinum,
og tað pínir í hjarta og heila,
táið ein skilaleys ætlan sum
hendan, at steingja fræg
asta fjørðin í hesum lítla
landinum av fyri øllum
møguleikum
í
framtíðar
vinnu, rulla fram í almenna
rúminum. Væl kann tað vera,
at tilmælta loysnin tøkniliga/
fíggjarliga
er
frægasta
loysnin separat fyri sjálvan
tunnilin, men tað eru onnur
samfelagsatlit sum skulu
takast í hesum førinum. Tað
er
allur
samanhangurin,
sum má vera grundarlagið
undir verkætlanini. Í mínum
optikki snýr tað seg um at
knýta 80% av fólkinum í
landinum saman við eini
ás, sum heilt víst fer at
fremja ein samrakstrarmátt
í meginøkinum og í øllum
Føroyum. Ein leið sum hartil
er ein forrætning í sær
sjálvari. At høgga av hæli og
sneiða av tá í eini verkætlan,
sum verður aksturmeginás í
hundraðir av árum frameftir,
er lítið skilagott. Fyri ikki at
siga vitleyst.
Ein embætisbólkur kem
ur ikki at ráða fyri hvør
loysnin verður, til tað hevur
fólkið valt sínar politikarar.
Teir eiga at halda seg til
upprunaligu ætlanina, sum
gongur uppá land báðumegin
fjørðin. Skuldu teir bara
umhugsað tankan um ætl
anina, at seta ein propp
í Skálafjørðin, skulu teir
rokna við, at uggafjarðarnir
hevja seg, tí sum skaldið
sigur um fólkið á tí annars so
kongatrúgva Skálafjørðinum,
í sambandi við fiskimanna
felagsstreikurnar
í
fimti
árunum: “Úti undir væð
ingini í hvørji sál liggur ein
berserkur og slotar !”
Vóni ikki at dulda polit
iska dagsskráin nú er at
steðga málinum um Tanga
fjarðartunnilin, og at nývakta
brúgvamálið er gjara út, fyri
at fáa fólk í økinum til at
flyta fokus og orkuna, til bara
at verja seg fyri ólíkindunum,
sum
tilmælingarbólkurin,
bara mannaður við høvuðs
staðarborgarum, diskar upp
við í hesum døgum. Upp
skotna ætlan teirra broytir
eisini
málið
soleiðis,
at
grótið sum skal takast upp
úr havbotninum, fer aðrar
leiðir enn til útbyggingar
á frægasta fjørði, sum før
oyingar eiga, - ella ætla teir
at steingja fjørðin av fyrst
soleiðis, at grótið kann akast
yvir um brúnna, tá borarnir
eru farnir at eta seg inn undir
Tangafjørð?
Summa
summarum:
Jarðleggið brúgvaætlanina
yvir Saltnesgrynnuni um
gangandi, annars skal ilt
verða verri !w
Hví vil samgongan ikki seta
ein kanningarstjóra?
Gunvør Balle
Enn hanga ein røð av iva
málum og spurningum í
leysum lofti viðv. leikluti
løgmans og hjá fyrrverandi
innlendismálaráðharranum
í málinum um Eysturoyar
tunlinum. Hetta mál dálkar
alt tað politiska umhvørvið
og órógvar ein hóp av týðandi
politiskum arbeiði, ið liggur
á láni. At samgongan ikki
vil seta ein kanningarstjóra
skapar tí enn størri illgruna
um, at alt ikki er farið rætt
fram.
Onki løgtings- ella lands
stýrisfólk kann vera dómari
í hesum máli, tí eigur ein pro
fessionellur og óheftur løg
frøðingur at kanna um em
bætisførslan og fyrisitingin
hjá
landsstýrismanninum
og løgmanni er útint á lóg
ligan hátt í málinum um
Eysturoyartunnilin.
Um
tað nakrantíð hevur verið
grundarlag fyri at seta ein
kanningarstjóra, so er tað í
hesum málinum.
Fleiri av fremstu løgfrøð
ingum landsins hava úttalað
seg um, at her ruggar ikki
rætt og at hesi óvissuni kann
hvørki politiska skipanin
ella embætisverkið liva við.
Havi ikki hoyrt nakran løg
frøðing sagt, at her er onki
at fara eftir. Um tað er sum
løgmaður sigur, at “alt er farið
fram eftir bókini”, um onki
er at dylja, - hví er løgmaður
so ikki tann fyrsti til at lata
eina óhefta kanning prógva
hetta? So hann kann siga
seg vera reinsaðan og harvið
reisa álitið aftur á politisku
skipanina?
Millum teir mongu álvar
somu spurningarnir eru:
1. Var heimildin fyri at fara
undir samráðingar við
CIP í lagi?
2. Var heimildin fyri at lova
CIP eina mió kr í break-
free í lagi?
3. Er tað í lagi, at løgtingið
skal viðgera eina lóg, sum
er grundað á ein sáttmála,
ið verður hildin loyniligur
fyri løgtinginum og fyri al
menninginum. At skúgva
til síðis grundleggjandi
rættindir
sum
alment
innlit?
4. Var tað í lagi, at landsstýr
ismaðurin í innlendis
málum afturhelt upplýs
ingar frá m.ø. lógardeildini
fyri Løgtinginum?
5. Var tað í lagi, at lands
stýrismaðurin í innlend
ismálum afturhelt upp
lýsingar frá Landsverki
fyri Løgtinginum?
6. Hevur løgmaður framt
nøktandi
eftirlit
við
landsstýrismanninum
í
innlendismálum?
Samgongan brúkar sum um
bering, at landsstýrismála-
nevndin í løtuni kannar
málið. Meirilutin í hesi nevnd
(sum eru samgongutingfólk)
hevur
higartil
ikki
vilja
sett
ein
kanningarstjóra.
Nevndin kannar bert tveir
spurningar, tann um heimild
er fyri tí einu milliónini til
CIP og um upplýsingarnar
hjá Landsverki, íð vóru aftur
hildnir. Hon kannar sostatt
als ikki leiklut løgmans,
sum kanska er tann mest
áhugaverdi. Løgmaður var
sjálvur við á fundinum, tá
avtalan um eina mió. í break-
free varð avtalað, sjálvt um
hann í Løgtinginum rópti nei,
tað hevði hann ikki, og dagin
eftir í sjónvarpinum viðgekk,
at tað hevði hann kortini.
Landsstýrismálanevndin
hevur
rættiliga
skerdar
møguleikar í sínum kann
ingararbeiði og kann bert
innkalla landsstýrisfólk til
hoyringar. Tað kunnu ganga
nakrar vikur áðrenn nøkur
niðurstøða
fyriliggur,
og
rættiliga óvist er hvør tann
niðurstøðan
verður.
Men
Føroya fólk hevur krav uppá
at fáa endurreist álitið á
politisku skipanina nú. Og
Føroya fólk má sum minsta
krav kenna seg trygt við, at
tey, ið eru vald at umsita og
gera landsins lógir, sjálvi seta
eina æru í at hesar verða
umsitnar rætt og lógliga.
Hetta kann bert ein kann
ingarstjóri staðfesta og tí fái
eg meg ikki at trúgva annað,
enn at tað finnast um ikki
annað 14 somikið frægir
tinglimir, ið fara at taka undir
við at fáa málið kannað av
óheftum løgfrøðingi.
So segði skaldið - Spyrst
so livst.