mánadagur 23. september 2013síða 25
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Mánadagur 23. september 2013 · Nr. 110
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Valkyrja hjá Týr er eitt satt meistaraverk!
Fríðálvur Jensen
– at fara ein gongutúr við
seinastu útgávuni hjá teim
um á iPhone´ini, er eitt satt
njótilsi!
Eg havi roynt at fylgt
teimum hesar seinastu mán
aðirnar og hevði varhugan av,
at teir fóru at koma við teirra
bestu útgávu - nakrantíð.
Við hesi útgávuni hava teir
rakt ein nógv breiðari lurtar
askara, tí teir hava torað at
fara yvir á ein kanska “mild
ari” rock, sum eisini hevur
givið pláss fyri eini kvinnu
ligari rødd – í lagnum “The
Lay of Our Love.”
Tá eg hoyrdi undanlagið
“Blood of Heroes” fekk eg
kensluna, at tað kundi neyvan
verða nakað betri, men eg má
siga, at ØLL útgávan “osar” av
væl gjøgnumførdum arbeiði,
sum er so imponerandi við
allari útgávuni!
Teir hava eisini givið
rúmd fyri “Grindavísuni,”
sum
hevur
verið
teirra
“vørumerki,” um ein so kann
siga, men eisini her kann ein
hoyra eitt meira “polerað”
arbeiði, sum kortini eisini
gevur pláss fyri tí “ráa.”
“Nation” er eitt avbera
gott lag, men seinasta lagið
“Cemetery Gates” vísir eitt
veruligt
lop,
sum
gevur
rúmd fyri tí bleyta og harða,
sum er ein fantastisk og øðr
vísi uppseting, sum teir hava
havt dirvi at leggja úr hond
um.
Meginparturin er á ensk
um, sum, eg haldi, gevur
útgávuni ein nógv meira
altjóða dám, sum ivaleyst fer
at bera teir langt fram.
Hetta er sanniliga ein
útgáva, sum er verd at ogna
sær og skal hon fáa 10 av 10
stjørnum frá mær!
Hoyr her lagið: “Blood of
Heroes”
http://www.youtube.com/
watch?v=aONcdN0Weiw
Vinjard Johansen
Løgtingsmaður
Tað verður ikki talan um
nakra brúgv yvir um Skála
fjørðin við mínum stuðli!
Tá serfrøðingar bólkurin
kom við teirra tilmæli til
Eysturoyartunnilin, var til
mælt at gera tunnilin yvir til
Strendur, og síðan eina brúgv
tvørtur
um
Skálafjørðin.
Hetta er ikki tað tilmæli, ið
eg komi at stuðla. Eg haldi
at hetta er alt annað enn
nøktandi, og er eitt sera nógv
litað arbeiði, tá hugsað verður
at serfrøðingar bólkurin visti
at politiska skipanin hevði
valt eina linjuføring sum
serfrøðingar bólkurin átti
at hildið seg til í teirra kann
ingararbeiði.
Nú er tíðin komin til at
seta tunnilin í gongd, og eig
ur hetta at verða gjørt bein
anvegin. Vit vita øll at hend
an verkætlan er ein lønandi
íløga, og vil fíggja seg sjálva
við teimum brúkarum, ið
koma at brúka tunnilin.
Eg haldi, at man hevur
brúkt nokk av tíð til at kanna
og drála verkætlanina. Man
eigur nú at seta verkætlanina
ígongd við tí linjuføring, sum
løgtingið hevur samtykt og
atkvøtt fyri.
Sum tann einasta polit
iska semja sum kann fáast,
eftir mínari meting. So eiga
vit at stovna eitt alment
partafelag, eftir tí leisti vit
hava gjørt frammanundan,
við Vágatunnilin og Norð
oyatunnilin.
Sum
kunnu
metast at vera tvær væl
eydnaðar verkætlanir. Síðani
kann felagið sjálvt gera tær
kanningar sum eru eftir at
gera.
Eg farið hervið at vísa á,
at eg fari bert at góðkenna
tað linjuføring sum Lands
stýrismaðurin í Innlendis
málum arbeiddi við. Tað
verður ikki talan um eina
brúgv við mínum stuðli, sum
kemur at forkoma øllum
framtíðar
møguleikum
á
Skálafjørðinum. Nei vit eiga
nú at standa saman um tann
lagda leistin.
Alfred Olsen
Tingmaður hjá
Sambandsflokkinum
Samtykt tunnilsloysn
Eftir at Føroya Løgting fleiri
ferðir hevur samtykt og
harvið staðfest, at Skálafjarð
artunnilin skal gerast við eini
linjuføring, ið inniheldur eina
rundkoyring, so fremur ein
arbeiðsbólkur, við Landsverk
á odda, nú eitt satt bakbit
við eini stabbabrúgv. Hetta
verður gjørt móti Skála
fjørðinum, sum tann nattúru
havn fjørðurin er, umframt,
at hetta er ímóti teimum
ætlanum um útbygging í øki
num og viljanum hjá komm
ununum við fjørðin.
Tí sjálvt um arbeiðs
bólkurin ikki hevði fingið boð
um at viðgera nakra nýggja
linjuføring ella brúgvaloysn,
men at greina møguleikan
við eini almennari-, einari
almennari/privatari ella eini
privatari loysn, so mælir
arbeiðsbólkurin
í
sínum
tilmæli nú til eina nýggja
loysn, har tunnilin skal gerast
frá
Streymoyarlandinum
og koma upp á Strondum
og síðani at gera eina brúgv
tvørtur um Skálafjørðin.
Tað, sum alla tíðina hev
ur verið grundarlagið fyri
tunnilsloysnini
og
sum
langt síðan er avgjørt, er, at
gjørdur verður ein portalur á
eystara og ein á vestara armi
á Skálafjørðinum við eini
rundkoyring undir Skála
fjørðinum og harfrá koma
upp í einum portali suðuri á
Sundi. Hetta mælti hægsta
serfrøðin innan tunnilsøkið
til, sum tann besta og mest
gagnliga linjuføringin.
Sniðálop á
Skálafjørðarøkið
Landsverk eigur ongan part í
hugskotinum í tí frálíku Ská
lafjarðartunnilsverkætlanini
og hevur heldur ikki gjørt
kjarnuboringar, onga pro
sjektering, ongar ferðslu
analysur o.a., men hevur
heldur lagt fótonglar fyri
verkætlanini, sum eitt privat
felag hevur brúkt uml. 18
mió. kr. uppá at fyrireika
– hetta til sjálvt projektið,
til kjarnuboringarnar, út
vegan av ferðslutølum og
ferðsluanalysir,
til
kann
ingar av linjuføringum, til
framløgur av verkætlanini
og til tann upplýsandi gjøg
numkoyringsfilmin, sum vit
oftani síggja í Sjónvarpinum
Hetta hevur privata fe
lagið gjørt - og tað arbeiðið,
sum Landsverk hevur gjørt
fyri felagið, hava teir fingið
pengar fyri. So tá Lands
verk sigur, at nýggja linju
føringin og brúgv tvørturum
Skálafjørðin er 200 mió. kr.
bíligari enn samtykta linju
føringin, so loyvi eg mær at
seta eitt stórt spurnartek
in við hesi tøl, tí mær vit
andi hevur Landsverk ikki
gjørt tær neyðugu forkann
ingarnar, neyðugu kjarnu
boringar, neyðugu projek
teringina o.a.
Eg fái meg ikki at trúgva,
at Landsverk bara tekur
kanningarnar sum P/F Skála
fjarðar-tunnilin hevur gjørt,
tí tað er mær vitandi ólóg
ligt.
Tað er heldur ikki skyn
samt at spara í byggikostnaði
uppá eina verkætlan, sum
kostar umleið eina milliard
og samstundis minka mun
andi
um
nyttuvirðið
av
íløguni, og sum eisini fær
aðrar varandi negativar av
leiðingar fyri menningina í
økinum. Fyriliggjandi verk
ætlan og linjuføringar av
Skálafjarðartunlinum
eru
gjørdar fyri at skapa størst
møguligt nyttuvirðið og fyri
at framtíðartryggja menn
ingina í økinum.
Skálafjørðurin
sum oljuhavn
So, um somu tíð, sum Skála
fjørðurin ger seg kláran
til
komandi
oljuboringar
við Føroyar, arbeiða limir
í aðalráðum og Landsverk
suðuri í Tórshavn seriøst
við ætlanum um at blokera
Skálafjørðin, við at mæla
til at seta eina stabbabrúgv
niður á Skálafjørðinum. Eitt
byggjarí, sum kemur at forða
fyri eini komandi menning
inni á Skálafjørðinum, innan
oljuvinnuna, ferðavinnuna
o.a.
Ein forðing fyri
menning
Líka so íðin sum eg havi
verið og eri fyri, at Eystur
oyartunnilin verður gjørdur
skjótast
gjørligt
eftir
tí
linjuføring, sum Føroya Løg
ting hevur samtykt, líka
so nógv eri eg ímóti at ein
stabbabrúgv verður gjørd um
Skálafjørðin..... so eg takið als
ikki undir við hesum.
Loysnin
sum
arbeiðs
bólkurin mælir til, vil forða
fyri framtíðar skipaferðs
luni inn og út av Skála
fjørðinum, og tá eg hoyrdi
tilmæli frá bólkinum á sam
gongufundinum, boðaði eg
beinanvegin frá, at eg var
ímóti hesi loysnini og kom
ikki at taka undir við eini
brúgv, sum forðar fyri fram
tíðar menningini við Skála
fjørðin, ið er Føroya størsta
og besta nattúruhavn.
Henda royndin at forða
fyri menningini á Skála
fjørðinum
hevur
staðið
uppá í mong ár og er so domi
nerandi, at sjálvt um arbeiðs
bólkurin ikki er biðin um
tað, so koma teir við hesum
brúgvaprojektinum álíkavæl
– ein verkætlan, sum víkur
frá tí linjuføring, sum Føroya
Løgting hevur samtykt.
Nýggj verkætlan og
brot á løgtingssamtykt
Fyriliggjandi uppskot frá
arbeiðsbólkinum
er
ein
nýggj verkætlan og brot
á løgtingsins samtykt um
linjuføring. Við hesum upp
skotinum frá arbeiðsbólk
inum er verkætlanin við at
fara fullkomuliga av sporin
um í allar mátar og er komin
í eina veruliga kreppu.
Tað, sum skuldi kann
ast, er ikki innihaldið í
verkætlanini, men hvussu
fyriliggjandi
verkætlan
kann gjøgnumførast, tvs.
undir hvørjum felagformi
og hvussu fíggingin kann
strukturerast og útvegast.
Tí eigur at vera sæð
burtur frá uppskotinum um
brúgvaloysn, og vit skulu
beinanvegin fara undir at
fastleggja, undir hvørjum
partafelagsformi og hvussu
fíggingin skal verða til ger
av Eysturoyartunlinum, við
tí samtyktu linjuføringini, ið
er fastløgd, so arbeiðið kann
byrja so skjótt sum gjørligt.
Sniðálop á Skálafjarðartunnilsverkætlanina!
Eingin brúgv við mínum stuðuli