Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-09-23, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. september 2013síða 26

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 23. septmeber 2013 · Nr. 109 26 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Um útlitini fyri hesa vikuna, sigur Fiskamarknaður Før­ oya, at seks línuskip eru und­ ir Íslandi og fýra eru undir Føroyum. - Línuskipini undir Íslandi fáa mest av toski, blálongu, bros­mu og so nakað av longu og hýsu. Vit rokna við, at tvey línuskip undan Íslandi landa síðst í hesi vikuni. Hini skipini eru nýliga byrjaði túr, so tey koma neyvan aftur fyrr enn í aðru viku. Sagt verður, at línuskipini, sum royna undir Føroyum, fiska mest longu, brosmu, tosk, svartkalva og blálongu. - Møguliga landa tvey skip und­an Føroyum í dag, og so koma hini bæði - og í øllum før­um annað skipið - helst inn at landa seinni hesi í viku­ni. Um útróður, sigur mark­ nað­ur­in, at streymurin verð­ ur harður fyrst í vikuni, men hann batnar, sum vikan gong­ur. - Vit vænta tí nakað av út­ róð­ri seinni í vikuni. Lagt verður aftrat, at útróðr­ar­bát­ar­nir fáa eina blanding av toski og hýsu og so nakað av hvítingi. Onkur er eisini, sum roynir eftir kalva. Ísfiskatrolarar Flestu partrolarar, sum hava verið á gulllaksi og makreli, eru nú farnir aftur at fiska upsa. Hyggja vit at djúp­vatns­ trolarunum, fiskar ein svartkalva, kongafisk og blálongu. Hesin djúp­vatns­ trolarin landar væntandi í dag. Tveir djúpvatnstrolarar fiska upsa og koma helst inn at landa seinni í hesi vikuni. Fiskamarknaður Før­oya veit at siga, at upsa­fiski­skap­ ur­in hjá ísfiska­trol­ar­unu­m er misjavnur - og smá­lig­ur. - Tveir trolbátar eru til fiski­ skap, og teir koma helst inn at landa síðst í hesi viku­ni. At enda veit marknaðurin at siga, at eitt garnaskip kem­ ur inn at landa í dag, og veið­ an er svartkalvi. Tvey onn­ur garnaskip eru eisini til fiski­ skap eftir svartkalva, og tey frysta veiðina umborð. Flestu ísfiskatrolarar eru nú aftur á upsaveiði Nú gulllaksavertíðin er av, og felagskvotan av makreli er uppfiskað, eru flestu ísfiskatrolarar aftur farnir at fiska upsa Vilmund Jacobsen Í annaðkvøld klokkan 19 verður felags for­ eld­ra­fundur í Vest­ma­ nna skúla, har Maiken Skarðenni fer at halda fyri­lestur um evnini 1) Betri samskifti skapar úrs­lit, 2) Hvussu læra vit?, 3) Hvussu sam­ skifta vit betri og 4) Hvus­su hjálpir tú best tín­um barni? Á fundinum fæst grund­leggj­andi frá­ greið­ing og nøkur am­ boð, sum kunnu brúk­ ast beinanvegin. Tað er skúlastýrið í Vestmanna sum skip­ ar fyri for­eldra­fundi­ num. Hvussu sam­skifta vit betri? Vilmund Jacobsen Fríggjamorgunin, tá menn fingust við at beina nakr­ar jarnplátur burtur á Malar­ enda í Nólsoy, hendi tað, at rennigravarin hjá Tórshavnar kommunu koppaði oman móti sandinum undir vegn­ um. Førarin á renni­grav­ ar­anum segði, at nógvi vindurin, sum var fríggja­ morgunin, tók í ta einu jarn­ plátuna, sum aftur førdi til, at rennigravarin misti javn­ vági­na og koppaði niður á skrá­an, ið gongur frá vegnum og niður á sandin. - Eg hugsaði beinanvegin, at nú var best bara at halda mær fast í tey handtøk, ið eru har til tað sama, segði før­arin á rennigravaranum eftir óhappið. Alt hendi so sjótt, at ikki bar til at gera nakað. Men við tað, at førarin reageaði so skjótt og helt sær fast, fekk hann einki mein, tá renni­ gravarin koppaði. Menn, sum starvast á verk­staðnum hjá Tórshavnar kommunu, vóru skjótir á staðn­um og kundu staðfesta, at eisini rennigravarin var slopp­in væl frá hendingini. Bert rútarnir, sum tóku fallið, vóru farnir. Soleiðis vóru bæði maður og maskina heppin í óhappinum á Malarenda í Nólsoy fríggjamorgunin. Heppin í óhappinum í Nólsoy ÓHAPP Maðurin fekk einki mein, og í rennigravaranum brotnaði onkur rútur, tá maður var fyri óhappi í Nólsoy fríggjamorgunin - Eg hugsaði, at nú var best bara at halda mær fast, sigur maðurin, sum førdi rennigravaran í Nólsoy Hóast kunngerðin um, at vinnuligir útróðrarbátar nú aftur kunnu seta línuna í land, hoyrist einki um økta útróðrarveiði. UPSAVEIÐA Síðan apríl hava seks partrolarar fiskað gulllaks, og í heyst hava fleiri trolarar fiskað makrel. Nú ísfiskatrolarar aftur eru á upsaveiði, er ikki líkt til, at upsin hevur ment seg, meðan hann í stóran mun hevur fingið frið. FISKIVEIÐA Línuskipini fiska undir Íslandi og undir Føroyum og teir ísfiskatrolarar, sum hava verið í aðrari veiði, eitt nú gulllaksa-og makrelveiði, eru nú aftur farnir at fiska upsa. - Upsafiskiskapurin er misjavnur, men smáligur, sigur Fiskamarknaður Føroya