mánadagur 23. september 2013síða 27
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
Mánadagur 23. septmeber 2013 · Nr. 109
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vilmund Jacobsen
Tvær føroyskar kirkjur hava
150 ár á baki í ár. Tær eru
bygdar í 1863. Í summar var
hátíðarhald í Nólsoyar kirk
ju, sum er bygd í 1863, og
sunnudagin var hátíðarhald
í Húsavíkar kirkju, sum varð
vígd hin 13. september í 1863
av Djurhuus, prósti.
Gudstænastan í Húsavík
sunnudagin byrjaði klokkan
12, og tað vóru Dávur Reinert
Hansen, sóknarprestur og
Jógvan Fríðriksson, bispur,
sum høvdu talurnar.
Nógv fólk var í kirkju í
Húsavík, og eftir gudstæn
astuna og hátíðarhaldið í
kirkjuni, varð boðið til døg
urða í bygdarhúsinum í
Húsavík, har alt kirkjufólkið
fekk døgurða.
J. P. Gregoriussen veit at
siga, at meistari fyri grót
arbeiðinum, tá kirkjan í
Húsavík varð bygd, var Mag
nus Jacobsen, róptur Hós
víks-Magnus. Meistari fyri
timburarbeiðnum var Mag
nus Olsen í Koytu á Sandi.
Kollfirðingar skulu eisini
hava verið við til at byggja
kirkjuna.
- Tummas við Á sigur frá,
at fyrst tóku teir grót upp í
Varða inna fyri Grótgerði,
men grótið var ringt, og tí
varð farið oman á Magnus
arbakka, har alt grótið varð
heintað.
J. P. Gregoriussen veit eisi
ni at siga, at grótveggurin í
Húsavíkar kirkju er hálva
aðru alin tjúkkur.
- Uttan var kirkjan 27 alin
long og 15 alin breið. Klæmint
á Granda vildi hava kirkjuna
í Húsavík so stóra, at Sands
kirkja, sum er bygd í 1839,
kundi standa inni í henni,
sigur hann.
Stórt hátíðarhald
í Húsavík
Í sambandi við, at kirkjan í Húsavík nú hevur 150
ár á baki, var gudstænasta við presti og bispi
og fullsettari kirkju í Húsavík sunnudagin
Nógv fólk var til hátíðarhald í Húsavíkar kirkju sunnudagin, og eftir gudstænastuna
í kirkjuni vórðu øll boðin til døgurða í bygdarhúsinum í Húsavík
Rógvi Thomsen, náms
frøðiligur ráðgevi, spyr
í áhugaverdum bloggi í
vikuskiftinum, um polit
iska skipanin í Føroyum
hevur mist moralska og
etiska fótafestið, tá ræður
um okkara 1350 børn, sum
eru í fátækraváða.
- Hava vit mist burtur
allar moralskar og etiskar
proportiónir í hesum lan
di? spyr hann.
Rógvi vísir á, at øll
hesi børn, ið eru hótt,
fara fram við borðinum í
kjakinum í almenna rúmi
num og á løgtingi, uttan
at tað stóra uppmerksemi
verður givin teimum.
- Rætt skal verða rætt.
Onkrar tingkvinnur roy
na at seta fram uppskot
um at bøta um lívsvilkor
ini. Menninir eru kúrrir
og tykjast ikki at hava
áhuga fyri nøkrum so
lítisverdum, sum korun
um hjá okkara børnum.
Námsfrøðiligi ráðgev
in vísir á, at alt er øðrvísi,
tá talan er um eitt hol
gjøgnum eitt fjall ella
undir sjónum, sum hann
tekur til.
- Tá fer alt upp at flag
sa og gorra, sum um hetta
var altavgerandi fyri okk
ara lívsgóðsku.
Rógvi Thomsen Hann
leggur aftrat, at bæði á
løgtingi, í portalum, bløð
um og sosialum miðlum
er alt á gosi, tá ræður um
deyðar lutir.
- Øll hava eina meining,
bæði leik og lærd, og uppá
meg virkar hetta púra av
lagað. Soleiðis upplivi eg
støðuna, samstundis sum
samfelagið tykist ikki at
hava ráð til at fara virðiliga
um okkara børn og eldri.
Námsfrøðiligi ráðgev
in spyr, um vit púrasta
hava mist perspektivið
burtur, hví vit búgva her,
og hvørjum vit skulu tæna
- at tað er menniskjum og
ikki deyðum lutum.
- Teir deyðu lutirnir
eiga at koma í aðru røð,
sum ein av fyritreytunum
fyri tí góða lívinum fyri
øll.
Rógvi Thomsen reisir
tí spurningin, um vit ikki
eiga at byrja eitt kjak um
persónliga og almenna
moralin hjá okkum og
okkara etisku virði.
Børnini
eru lítis
verd
Vilmund Jacobsen
Kalsoyarrenningin, sum var
í vikuskiftinum, fekk stóra
undirtøku. Eini 100 fólk vóru
við í hesum tiltaki, sum ikki
er ein rennikapping, men
heldur ein felags renni-og
gongutúrur.
Fólk
ymsastaðni
úr
Føroyum
luttóku
í
tiltakinum,
sum
rennifelagið Treysti skipaði
fyri sjeynda árið á rað.
Teinurin,
har
runnið
ella gingið varð, er úr
Syðradali til Trøllanesar,
og umframt at renna og
ganga teinin, vóru eisini
nøkur, ið súkklaðu teir 16,5
kilometrarnar, sum túrurin
er til longdar.
Sagt verður úr Kalsoynni,
at veðrið var hampiliga gott,
meðan kalsoyarrenningin
var á skránni.
100 fólk til
kalsoyar
renning
KALSOY Í vikuskiftinum runnu og
gingu fólk 16,5 kilometra langa
teinin úr Syðradali til Trøllanesar
Myndin er av rennarum úr felagnum Bragdinum, sum
vóru millum tey mongu, ið luttóku í kalsoyarrenningini
Bakarin, Sofus
Hansen, sum eigur
Bakarí Miðberg í Salt
angará, hevði ongan
tíð sæð eitt bakarí, tá
hann í sínari tíð fór
í læru. - Fyrstu ferð,
eg sá eitt bakarí, var
tann morgunin, eg
byrjaði at læra
SØRVÁGUR Svimjihøllin
í Sørvági verður umbygd,
og tað merkir, sigur
Sørvágs kommuna, at
eingin almenn svimjing
verður aftur í Sørvági
fyrr enn eftir nýggjár