mánadagur 23. september 2013síða 50
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 39 | 23. september 2013
Ókeypis lýsingarblað
18
Myndin hesa vikuna er av einum Ford
Taunus 12M hjá Ansgari Jensen hýru
vognsførara og koyrilærara í Havn.
Bilurin var ljóst bláur. Maðurin á
myndini er Egga, sonur Ansgar Jen
sen.
Ford Taunus 12M høvdu V4 motor
og fingust eisini sum stationcar. Ford
Taunus 12M vóru framleiddir av Ford
Motor Germany frá 1962 til 1966.
Tað var bilasølan P/F Wenzel Pet
ersen, sum seldi Ford í Føroyum.
Lesarar eru vælkomnir at senda
okkum gamlar bilmyndir saman
við stuttum teksti og upplýsingum
til adressuna: maggi@sos.fo.
Ford Taunus 12M
Egga Jensen við hýruvognin hjá pápa sínum, Ansgari Jensen, hýruvogns førara og koyrilærara í Havn
Í fyrra helmingin
av desember í
2003 varð kombi
neraði trolarin og
nótaskipið, Finnur
Fríði FD 86, dópt
ur á Langsten Slip &
Bådbyggeri í Tomre
fjørðinum í Noregi
Gøtumenn, sum høvdu latið skipið
smíðað, høvdu boðið partaeigarum við
makum, nøkrum av manningini, um
boðum fyri reiðaraskrivstovuna í Gøtu
og umboðum fyri fíggingarstovnar við
til hátíðarhaldið. Eisini varð undirritaði
boðin við sum tíðindafólk.
Eftir sjálvan dópin borðreiddi skip
asmiðjan við smyrjibreyði og ymiskum
góðum at skola matin niður við.
Við løtuna greiddi táverandi stjórin
á skipasmiðjuni, Sigbjørn Akselvoll,
frá um áralanga samstarvið, sum verið
hevur millum norsku skipasmiðjuna og
føroyingar. Hann segði, at Langsten tá
hevði latið góðar 1100 metrar av skipi
byggja til Føroya.
Sjálvur skrokkurin til Finn Fríða er
smíðaður í Rumenia, men alt, sum er
innan í skipinum, er gjørt í Noregi.
Tá dópur og hátíðarhald á Langsten
var liðugt, fór ferðalagið aftur til Åle
sund. Um kvøldið var veruligur veitsl
udøgurði hildin í Fjeldstuen, ið er ein
velduga stór matstova í Ålesund.
Manningin mynstraði fyrstu ferð
við Finni Fríða í Noregi hin 22. des
ember, og tað er ikki at taka munnin
ov fullan at siga, at síðan tá hevur øll
hesi ár gingið rættiliga væl hjá skipi
og manning.
Finnur Fríði hevur nevniliga riggaði
væl frá fyrsta degi. Skipið hevur fiskað
óføra væl og teir 20-25 menninir, sum
gjøgnum eitt ár eru knýttir at skipi
num, hava havt góða hýru.
Tá tað hevur gingið best hjá Finni
Fríða, hevur veiðivirðið í einum ári ligið
oman fyri 100 miljónir krónur.
Skiparar eru ungu gøtumenninir,
André Hansen og Bogi Jacobsen. Pápi
André, Arni Hansen, plagar eisini at
loysa av sum skipari við Finni Fríða.
Fakta:
Smíðiár: 2003
Longd: 68,10 metrar
Breidd: 15 metrar
Maskina: Wartsila Diesel
Maskinorka: 10.877 HK
Finnur Fríði eitt plettskot
Finnur Fríði