mikudagur 12. mai 2004síða 2
‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 89 - 12. mai 2004
Nr. 89 - 12. mai 2004
3
– Tað er sera umráð-
andi at venja sálarligu
støðuna eisini, tá fólk
skulu fremja avrik av
ymsum slagi. Hetta
sigur Jørn Ravnholt,
sum er ítróttarsálar-
frøðingur og kemur
til Føroya at halda
skeið og fyrilestur um
evnið vikuskiftið 21. –
23. mai
SAMRØÐA
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
– Tað er av sera stórum
týdningi, at ein er sálarliga
væl fyri, tá ið á stendur,
sigur Jørn Ravnholt. Hann
er
ítróttarsálarfrøðingur,
men tað merkir ikki, at tað,
sum hann tosar um, bert
kann nýtast í ítróttinum.
Tað kann tað sanniliga
eisini í arbeiðinum ella hvat
tað nú skal vera.
– Óansæð hvat avrikið er,
so hevur tað alstóran týdn-
ing at vera væl fyri í sinn-
inum eisini. Líka so væl
sum kropsliga, sigur hann
avgjørdur.
Tankar hjá einum menn-
iskja kunnu í stóran mun
ávirka kropsligu orkuna til
at fremja eitt avrik til sítt
besta. Og tað er tað, sum
Jørn Ravnholt millum ann-
að ferðast runt í Danmark
og heldur fyrilestur um.
Hann hevur somuleiðis
verið aðrastaðni í Evropa
og hildið fyrilestrar og
skeið um sama evnið.
Lyklaorð
Jørn nevnir nøkur dømi
um, hvat hann leggur dent á
í sínum skeiðum.
– Klassikarin er: eg vil,
eg kann, eg tori og eg geri.
Hetta eru tankar, sum eru
alt avgerandi fyri eitt avrik.
Tí um tú stendur har og
skalt útinna eitthvørt, og
tær manglar neyðugu sálar-
ligu styrkina, so kann tað
gera, at títt avrik verður
munandi verri, enn um tú
hevði havt vant tína sálar-
ligu styrki, greiðir hann frá.
Hann vísir eisini á, at tað
nyttar lítið at standa í ein
tíma undan einum avriki og
hugsa positivt, um ein
hugsar tað øvugta hinar 167
tímarnar í einari viku. Tað
ræður fyrst og fremst um at
venja seg við at hugsa
positivt og byggja sjálvs-
álitið upp.
– Kropslinga venjingin er
ótrúliga týdningarmikil, og
hon fer eisini avstað við
nógvari tíð. Og nevniliga
tíðin kann vera ein orsøk
til, at so lítið verður gjørt
við sálarligu venjingina,
heldur ítróttarsálarfrøðing-
urin fyri. Men ein skal gera
sær púra greitt, at tann
sálarliga venjingin sanni-
liga eisini tekur sína tíð, og
um ein vil vera 100 %, so
má tíð eisini setast av til ta
venjingina.
Jørn Ravnholt er sann-
førdur um, at um tvey
ítróttarfólk høvdu staðið
framman fyri einum avriki,
og annað var væl fyri sálar-
liga og hitt minni væl, men
teir kropsligu eginleikarnir
vóru líka góðir, at so hevði
tann, ið betur er fyri sálar-
liga framt eitt betur avrik.
Ítróttarsálarfrøðingurin
tosar eisini um, hvussu
týdningarmikið tað er, at
ein dugir at seta fokus á tað,
sum ein er góður til. Hann
heldur, at fólk hava hug at
gloyma hetta við, at sálarlig
venjing eisini tekur tíð.
– Eitt av lyklaorðunum er
sjálvandi sjálvsálit. Ein má
vita, hvat ein sjálvur er
førur fyri og verða greiður
yvir tað. Og so trúgva, at
ein megnar tað. Tað eru
lyklaorð í hesum samband-
inum, sigur Jørn Ravnholt.
Skeið og evniskvøld
Hetta er fyrstu ferð, at
ítróttarsálarfrøðingurin fær
høvi at vitja Føroyar, og er
hann sera spentur. Hann
kemur til landið hósdagin
fyrrpartin og fer avstað
aftur sunnudagin, so hann
vónar, at hann kann síggja
og uppliva okkurt av grøna
oyggjalandinum, sum hann
málber seg.
– Sjálvandi verða tað ikki
stundir til nógv. Men eg
vóni, at okkurt kann koma
burturúr, sigur hann.
Jørn Ravnholt kemur
sum sagt til Føroya seinasta
vikuskiftið í hesum mánað-
inum. Og tá fer hann at
halda eitt evniskvøld, hós-
kvøldið tann 20. mai á
Glyvrum. Síðani fer hann
at halda eitt skeið fríggja-
og leygardagin grundað á
bókina Den nye bedst når
det gælder, har øll, ið eru
áhugað fyri evninum kunnu
luttaka.
Jørn Ravnholt, sum sjálv-
ur hevur verið íðin ítróttar-
maður bæði í flogbólti,
tennis, badminton og atle-
tik, sigur, at aloftast tá
venjarar ella liðleiðarar
hava verið til slík skeið, so
verða liðfelagarnir nýttir
sum royndardjór fyri øllum
tí, sum tey hava lært á
skeiðinum. Tí verður eisini
lagt dent á at læra fólk at
raðfesta rætt, hvat tey vilja
fara í holt við á teirra liði,
soleiðis at ikki alt kemur í
einum ellubita.
Tekning
fer
fram
á
heimasíðuni hjá Synergi
www.synergi.fo
Sinnið skal eisini
venjast
Danski ítróttarsálarfrøðingurin Jørn
Ravnholt kemur til Føroya tann 20. mai
at halda skeið og evniskvøld undir
heitinum Hevur tú ta neyðugu styrkina,
tá ið ástendur
Ikki bara kongshúsið
hevur havt úr at gera
við fyrireikingunum
til prinsabrúdleypið.
Eisini gestirnir hava
verið noyddir at
fyrireikað seg eitt
sindur eyka, tí
akkurát sum í
ævintýrunum varir
brúdleypið í tríggjar
dagar og tríggjar
nætur
PRINSABRÚDLEYP
Eydna Skaale
eydna@sosialurin
– Hvussu man fyrireikar
seg til eitt prinsabrúdleyp?,
endurtekur Annita Ejdes-
gaard í hinum endanum á
horninum. – Tað veit eg
ikki ordiliga. Altso, man
roynir at finna sær klæðir
fram og fara til frisør, og tú
veit, man ger eitt sindur
eyka burturúr, sigur hon
eftir at hava umrátt seg eina
løtu.
Og tað er ikki hissini,
sum skal fyrireikast. Annita
er saman við manninum,
Jóannesi Ejdesgaard, boðin
til ikki færri enn tríggjar
kongaligar døgverðar í
sambandi við brúdleypið.
Týskvøldið verður fyrsti
døgverðin á Christians-
borg, hóskvøldið verður
gallashow
í
Kongeliga
Teatrinum og fríggjadagin
verður so vígslan í Vor Frue
Kirke, og um kvøldið skal
veruliga brúdleypið standa
á Amalienborg.
– Á innbjóðingini sten-
dur, at eg skal vera í »lang
kjole« og Jóannes skal vera
í »kjole og hvidt« til døg-
verðarnar.
Til týskvøldið havi eg
funnið mær ein penan kjóla
fram, sum eg átti framman-
undan og sum eg haldi, at
eg saktans kann fara í.
Hóskvøldið hava vit av-
talað við Edfríð og Edmund
Joensen, sum eisini skulu
við, at vit øll fara í føroysk
klæðir. Eg haldi tað vera
hóskiligt at fara í tey før-
oysku klæðini, eftirsum vit
nú eru føroyingar. Tað er
líkasum okkara stás.
Til brúdluppið sjálvt havi
eg so keypt mær ein speci-
aldesignaðan kjóla. Tað er
ein skraddari í Havn,
Beinta Vilhelmsen, sum
hevur sniðgivið og seymað
hann. Hann er heilt ótrúliga
flottur, greiðir Annita frá.
– Yvirparturin er eitt
beigelitt corsage av thai-
silki, við ráhvítari mynstur-
veving ígjøgnum. Skjúrtið
sjálvt
er
pastellgrønt,
faconseymað og røkkur
niður á gólvið. Tað gongur
út aftanfyri, so tað hevur
eitt lítið »slæb«. So eg fari
ordiliga at kunna føla meg
væl ímillum tey kongaligu,
sigur Annita og flennir. –
Tann kjólin er heilt ótrúliga
flottur, og eg eri forferdi-
liga glað fyri hann.
Brúdleyps skráin
Annita sigur seg ikki vita
hvat hon annars skal vænta
av brúdleypinum.
– Tað einasta eg veit, er
tað sum stendur á innbjóð-
ingini, t.v.s. hvar døgverð-
arnir vera og hvat vit skulu
vera í. Eg veit annars einki
annað, ikki eingong um eg
sleppi at sita hjá Jóannesi.
Sjálvandi er tað stuttligt og
spennandi at sleppa til eitt
tílíkt brúdleyp, og eg ivist
ikki í, at tað verður ein
uppliving fyri lívið, men eg
eri allíkavæl nokk so cool.
Eg taki tað sum tað kemur,
sigur Annita.
– Eg eri soleiðis, at tá eg
skal nakað stórt, so koyri eg
tað frá mær inntil eg eri í tí.
Eg tími ikki at ganga og
vera uppskrúvað í langa tíð.
Eg havi allíkavæl hugsað
um alla pressuna, sum
verður har, tí eg eri so
óalmindiliga ófotogen. Tað
verður allarhelst stillað upp
til myndatøku, og tá verður
tað so kunstigt, haldi eg. Eg
dugi illa at verða fotograf-
erað og eg kann heldur ikki
tola tað. Men nú havi eg í
øllum førum ein flottan
kjóla, sigur hon flennandi.
– Faktiskt er tað so, at
mín størsti ótti fyri allari
ferðini er at skula flúgva til
Danmarkar. Eg blívi so
forferdiliga bangin av at
flúgva, so tað er har mínir
tankar eru beint nú, segði
Annita Ejdesgaard at enda,
45 min. áðrenn hon skuldi á
flog.
Eisini hjúnini Edfríð og
Edmund Joensen skulu í
brúdleyp í Keypmanna-
havn. Tey eru somuleiðis
boðin til tríggjar døgverðar,
men tað eydnaðist ikki
Sosialinum at fáa fatur í
tey, áðrenn tey fóru avstað
til Danmarkar.
Gongur alt sum tað
skal, verður føroyska
grundlógin allarhelst
løgd út til fólkaat-
kvøðu um eini tvey
ár. Fyrra flaggdags-
álitið, sum er fyribils
uppskotið til grund-
lógina er liðugt, og er
handað løgmanni.
Seinna og endaliga
flaggdagsálitið skal
vera liðugt flaggdagin
2005, og um tað verð-
ur samtykt á tingið,
skal tað leggjast út til
fólkaatkvøðu
GRUNDLÓGIN
Eydna Skaale
eydna@sosialurin.fo
– Undir grundlógararbeiðn-
um, hava vit lagt merki til,
at føroyingar ikki eru so
grundleggjandi
ósamdir,
sum hildið hevur verið
seinastu árini. Vit hava
roynt at funnið ein felags-
nevnara, fyri at lógin skuldi
fáa so breiða undirtøku
sum gjørligt, og tað hevur
faktiskt víst seg, at felags-
nevnarin var rættiliga høg-
ur, sigur Kári á Rógvu
næstformaður í grundlóg-
arnevndini. – Øll taka undir
við, at føroyingar skulu
ráða í Føroyum, størsta
ósemjan er bara um nær og
hvussu tað skal vera. Skal
tað vera í einum lopi ella
stigvíst, tað er spurningur-
in.
Men fyri ta ósemjuna
kunnu allir føroyingar taka
undir við grundlógini, tí í
fyrsta
parti
av
lógini
stendur, at Føroyar eru eitt
land, sum hevur verið og
framvegis kann vera knýtt
at øðrum londum sambært
sáttmálum. Altso, at tað er
okkara avgerð um og nær
hetta skal broytast. Vit
kunnu vera verandi í sátt-
málanum við Danmark, vit
kunnu loysa ella fara í satt-
mála við eitthvørt annað
land.
Lætt og gott mál
– Grundlógin skal vera
fólksins lóg. Fólkið skal
góðkenna hana við fólka-
atkvøðu, og tískil er al-
neyðugt, at fólkið dugur at
lesa hvat stendur í henni.
Tað nyttar ikki at hava
stirvið, torskilt jura mál í
eini slíkari lóg. Ætlanin er,
at øll skulu kunna lesa rætt-
indi og skyldur sjálvi, uttan
at ráðføra seg við ein jurist
fyri at skilja meiningina,
sigur Kári á Rógvu víðari.
– Lógin er skrivað á
føroyskum til føroyingar at
lesa. Hon er bygd á føroysk
viðurskiftið, og ikki sum
hinar gomlu lógirnar, skriv-
aðar á donskum og síðani
umsettar til føroyskt. Tað
ger, at tað bert eru føroy-
ingar sum hava rætt at tulka
lógina. Málið er lættskilt og
einfalt, og tað eru nógvir
fyrimunir við tí. M.a.
sleppa vit undan keglinum,
sum var í 1946, tá ósemja
var um, hvat tað í veruleik-
anum var, sum vit høvdu
samtykt á fólkaatkvøðuni,
sigur hann.
Grundlógarnevndin legg-
ur dent á, at øll fólk, ið liva
undir eini stýrisskipanarlóg
skulu kunna skilja hvat
stendur í henni. Teir hava
tikið sær góðar stundir at
finna røttu orðingarnar, og
hava evnað eina lóg við
stuttum, aktivum sagnorða-
setningum, sum eru lættir
at skilja.
Teir vóna at fáa eitt kjak í
lag, har tað fyri einaferð
skyld verður møguligt hjá
vanliga føroyinginum at
leggja seg útí lógarkjakið. –
tað ger einki, um onnur enn
juristar kjakast um lógirnar
hjá okkum øllum, siga teir.
Broytingar
Nakrar broytingar eru í
flaggdagsálitinum í mun til
gomlu donsku heimastýris-
lógina. Grundlógarnevndin
vil t.d. ikki, at juridisku
reglurnar skulu nýtast at
seta tingmenn og landsstýr-
ismenn úr starvi.
– Vit hava sæð nógv av tí
í seinastuni, at politikarar
seta juristar og aðrar ser-
frøðingar at kanna avgerðir
hjá øðrum politikarum.
Hesar kanningar verða síð-
ani nýttar til at reisa misálit
og seta fólk úr starvi. Polit-
ikararnir vaska sær um
hendurnar og vísa á hvat
serfrøðingarnir hava sagt.
Summi vilja vera við, at
hesin framferðaháttur verð-
ur alt ov nógv nýttur. Vit
vilja tí hava politikarar at
taka støðu til, hvørt tað er
rætt, at juristar verða nýttir
sum syndabukkar í slíkum
málum, siga teir.
Politikararnir
Nevndin ynskir eisini, at
politikararnir veruliga taka
ábyrgd av álitinum og ikki
bara geva serfrøðingunum
tað at taka støðu til.
– Politikararnir eru eru
noyddir at taka eina støðu
sjálvir. Hetta er jú í
grundini kollveltandi, tó
uttan at hella á nakra tjóð-
skaparliga síðu. Eftir at
lógin er samtykt kunnu vit
bæði loysa og innlima okk-
um í danska ríki sum eitt
amt, um vit ynskja tað,
staðfestir Jóan Pauli Joen-
sen, formaður í Grundlóg-
arnevndini.
– Vit eru í ávísan mun
komin á eitt vegamót nú,
har tað má bera ella bresta.
Vit hava arbeitt leingi við
hesum, og vóna sjálvsagt at
undirtøka fæst fyri lógini.
Men um ikki politikararnir
taka sær hetta nær, og byrja
at raðfesta okkara egnu
grundlóg hægri, enn teir
gera í dag, verður torført at
fáa fólkið at gera tað. Vit
mugu fáa eitt kjak í lag,
sum varpar ljós á dygdir og
vansar við lógini, so fólkið
veruliga veit hvat tað skal
atkvøða um eini tvey ár,
sigur Bárður Larsen, skriv-
ari í grundlógarnevndini.
– Ynskiligt hevði verið at
fingið fyrra flaggdagsálitið
borið út í hvørt hús, so øll
høvdu møguleika at lesa
tað og gera sær eina hugsan
um tað. Men tað er pening-
ur ikki settur av til, so kjak-
ið má verða tað berandi
elementið í kunningini,
endar Bárður Larsen við at
siga.
Í prinsabrúdleyp á kongsborgini
Flaggdagsálitið
Føroyska grundlógin komin undir land
Jóan Pauli Joensen og Kári á Rógvu, ávíkavist formaður og
næstformaður í Grundlógarnevdini vóna, at fólkið fer at taka
lógina til sín. – Lógin er skrivað á ein slíkan hátt, at øll skulu
kunna lesa og skilja hana, siga teir
Mynd: Jens Kr. Vang
Her sæst krúnprinsaparið í flottasta stásið í einum brúdleypið.
Hesa komandi vikuna verða tað tó løgmanshjúnini og
løgtingsformanshjúnini, sum fara at síggjast í fínasta stási í
prinsabrúdleypinum. Báðar hava tær fingið sær kjólar
designaðar til høvið
C
M
Y
K
3
2
Jbq^_l ?PM./ MIRP
>hhr _lof* ld pho¸srj^phfk^+
./ sliq Sboƒro i^qfk sfƒ / _^qq^oÒ*
rj) 12 jfk i∞ƒ^o^ ld Ò hrccboqf+
S^ki+ moÒpro7
0465)*
Jbq^_l
?PM./ MIRP
>hhr _lof* ld pho¸srj^phfk^+
./ sliq Sboƒro i^qfk sfƒ / _^qq^oÒ*
rj) 12 jfk i∞ƒ^o^ ld Ò hrccboqf+
S^ki+ moÒpro7
0465)*
Jbq^_l
T6*./2N
sfkhripiÒm^of+
Nrf`h i≠pfkd ^s phfsr)
6-- t^qq ld
./2 jj phfsr+
S^ki+ moÒpro7 .565)-- Jbq^_l PU B 12- arl
bu`bkqropiÒm^of+
1-- t^qq qofkibvpro 1--- *.---- l,jfk
∞.2- jj mrppfã ^q^
pq∞smlp^ sbi`ol*
iÊp qfi p^kam^mÒo+ Sboƒro i^qfk Ò hrccboqf+
S^ki+ moÒpro7
0-65)--
Eˆpa^dfk .0 jbf cÁ^ sfq sfqg^k ^s Cfkk Gbkpbk coÁ Jbq^_l+ QÁ bo j∞dr*
ibfhf ^q pmvog^ Cfkk rj vjfphq sføsÒhg^kaf avda^ojbohfkrj Jbq^_l+
Ò p^j_^ka sfø co^jpŁkfkdfk^ sboø^ ^ii^o qfi_løpj^phfkro*
k^o coÁ Jbq^_l i^qk^o sfø bfkf pj^oq^of pmloqpq^phr+ Pq∞hh fkk Á dˆisfø Ò _vddf_¸øfk ld cÁ bfqq dlqq ^j_løpmoÁq ld dbo p^jpqrkafp _o¸h ^s ebprj dˆør qfi_lørj+
Rjco^jq ebpf qfi_lø e^s^ sfq bfpfkf ã bfof lkkro dˆø qfi_lø sfø Jbq^_l ^j_lørj+ Jbq^_l qfi_lø
coÁ ?^ipibs
Jbq^_l HPB35
orkap^d+
35 jj
.3-- t^qq+
S^ki+ moÒpro7
1565)* QFI?Lª
0576*+
QFI?Lª
/676*+
QFI?Lª
0176*+
QFI?Lª
/076*+
H^cä sboøro ^q cÁ^