mánadagur 23. september 2013síða 64
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 39 | 23. september 2013
Ókeypis lýsingarblað
32
Vilmund Jacobsen
Bakarí Miðberg í Saltangará hevur
fleiri ár á baki, og seinastu átta árini
hevur rituvíkingurin, Sofus Hansen,
átt bakaríið einsamallur.
Var fremmant
Sofus er sjálvur bakari, og tá hann
byrjaði at læra í 1990, hevði hann
ongantíð verið í einum bakaríi áður.
– Fyrstu ferð, eg slapp at síggja,
hvat gekk fyri seg her, var tann morg
unin, eg byrjaði at læra, sigur hann.
Tá Sofus varð liðugur at læra, ar
beiddi hann eitt skifti á bakarínum hjá
Gunnleivi í Havn.
Bakarí Miðberg er eitt rættiliga
stórt arbeiðspláss, og í løtuni hevur
fyritøkan í Saltangará umleið 15-17
fulltíðarstørv.
Víða um
– Vit eru víða um við okkara bakstri.
Okkara vørur fara út um alla Eystur
oynna og um meginpartin av Streym
oynni. Umframt marknaðin í Eysturoy,
fer nógvur bakstur til Havnar, Kolla
fjarðar og Vestmannar. Millum størru
handlarnar, sum keypa bakstur frá
Bakarí Miðberg í høvuðsstaðarøkinum,
eru eitt nú FK og PE-handlarnir.
Sofus Hansen sigur, at koyrt verð
ur til Havnar sjey dagar um vikuna,
og longu millum klokkan 07 og 08 á
morgni er baksturin hjá Bakarí Miðberg
komin til Havnar.
– Vit hava allan bakstur í okkara
vøruútboði, og sjálvandi eru nøgdirnar
av breyði tær størstu.
Hann leggur aftrat, at millum
nýggjaru vørurnar eru eitt nú stein
aldarbreyð, ið serliga er ætlað teimum,
sum ikki tola mjøl og gluten.
– Hetta breyðið er rættiliga væl
móttikið á marknaðinum, sigur hann.
Eitt annað breyð, sum Bakarí Mið
berg eisini er komið á marknaðin við,
er tað, sum rópt verður norðbreyð,
sum hevur fáar kolhydratir, men nógv
ar proteinur og ikki minst er ætlað
ítróttarfólki, sum hava brúk fyri nógv
ari orku, sigur bakarin.
Skriva á køkur
Bakarí Miðberg hevur eisini møguleikan
at skriva á og leggja myndir á køkur
fyri viðskiftafólk.
– Hesar køkur verða bílagdar hjá
okkum og kunnu koyrast allastaðni,
har vit eru veitarar av bakstri. Tað er tí
ikki neyðugt hjá viðskiftafólki at koma
til Saltangará eftir bíløgdu køkunum.
Sofus Hansen sigur, at her eru
nógvir møguleikar í at velja, bæði við
áskrivt og myndum - alt eftir ynski hjá
viðskiftafólki.
– Myndirnar á køkunum kunnu í
mesta lagi hava A4-stødd, og tað er
við serlig høvi, at fólk bíleggja slíkar
køkur, eitt nú í sambandi við merk
isdagar, føðingardagar, útbúgvingar,
brúdleypsdagar og konfirmatiónir.
Ring og spyr
Bakarí Miðberg, sum er opið allar
vanligar dagar frá klokkan 07-20 og
sunnudag frá klokkan 07.30-10.30,
er at hitta á tlf. 447366, og fyritøkan
er eisini á facebook undir navninum
Bakarí Miðberg.
Bakstur frá Miðberg í Saltangará
- Tá eg fór í læru sum bakarí í 1990, hevði eg ongantíð verið í einum bakaríi
áður, sigur Sofus Hansen, sum eigur og rekur Bakarí Miðberg í Saltangará
Vilmund Jacobsen
Mótahandilin Insito, sum húsast í
Oyrarhandlinum á Toftum, læt upp
í dagførdum hølum tíðliga í mai í
ár. Undir sama taki er eisini handilin
Navia, ið mong kenna.
Í dag er tað 23 ára gamla, Sigrun
Johannesen, sum eigur og rekur Insito-
handilin, ið mamma hennara byrjaði
fyri fimm árum síðan.
Sjálv hevur Sigrun arbeitt nógv í
handli, tí umframt at mamman hevði
handil í nøkur ár, hevur omman á
Strondum eisini havt klædnahandil í
meiri enn 30 ár.
– Jú, hetta er tað, sum mær dámar,
og hetta er tað, eg brenni fyri, sigur
hon.
Góð tilboð
Nú tunnilsdagur verður leygardagin,
fer Insito á Toftum at hava nøkur góð
tunnilstilboð.
– Vit fara at selja vetrarjakkar og
skógvar fyri ein avsláttur á 20%, sigur
Sigrun Johannesen.
Hon vísir á, at høvuðsmerkini, sum
Insito selur, eru mbyM, Sisters Point,
Ze-Ze, Zhenzi, Luxzuz og skógvar av
merkinum Duffy.
Hon vísir á, at hetta eru alt merki,
ið eru lutfalsliga bílig og soleiðis eisini
keypandi.
– Eg havi allar støddir av klæðum
til kvinnur, og Ze-Ze klæðini fáast eitt
nú í støddunum heilt upp til nummar
56, leggur hon aftrat.
Hjartaliga vælkomin
Sigrun Johannesen sigur, at fólk eru
hjartaliga vælkomin inn at gólvið, og
tunnilsdagin fer hon at hava opið til
klokkan 18.
Meiri kunning um, hvat Insito selur
kann lesast á Insito á facebook.
Í útboðnum hjá Insito á Toftum
eru eisini smúkkur, taskur, turriklæði,
vøttir, neglalakk og ymiskt annað til
kvinnur.
Insito hevur góð tilboð
Runavík Tunnil
Insito er hugnaligur handil á Toftum við góðum
útboði av mótaklæðum til kvinnur
– Á tunnilsdegnum
fara vit at selja
vetrarjakkar
og skógvar við
einum avsláttri á
20%, sigur Sigrun
Johannesen, sum
eigur Insito á Toftum
Sofus Hansen eigur Bakarí
Miðberg, sum hevur umleið
15-17 fulltíðarstørv
Mynd: Vilmund Jacobsen