mikudagur 12. mai 2004síða 4
‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 89 - 12. mai 2004
Nr. 89 - 12. mai 2004
7
- Vit verða ikki føddar
kvinnur. Vit verða
uppaldar til at vera
kvinnur, segði Durita
Holm, antropologur í
fyrilestri um javn-
støðu og siðvenju í
Norðurlandahúsinum
mánadagin
JAVNSTØÐULÓGIN
10 ÁR
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Ivast nakar í, um vit gera
mun á lítlum gentum og
lítlum dreingjum, er bara at
fara inn í nærmasta leiku-
handil. Hillarnar við leik-
um til dreingirnar eru á
tremur við djørvum krígs-
monnum og vandamiklum
flogførum. Til genturnar
lokkar ein verð, full av
ljósareyðum prinsessum og
fittum, smáum støvsúgvar-
um og miksarum. Hetta er
heimurin, foreldur leiða
sína børn inn, tá tey skulu
uppalast til at verða raskir
menn og góðar konur. Tí
soleiðis plaga vit at gera -
tað hevur siðvenjan lært
okkum.
Men sambært Duritu
Holm bendir alt á, at okk-
ara ímynd av røttum monn-
um og góðum konum er
skapað út frá einum iva-
somum, siðbundnum hug-
burði um, hvussu hesir
leiklutir eiga at spælast.
Einum hugburði, sum mest
av øllum er merktur av for-
dómum, vit øll er við til at
halda lív í.
Hvat er ein kvinna?
Vanliga tosið ímillum fólk
um munir á kvinnum og
monnum, sum verða sagdir
at vera nátúrligir ella enntá
viðføddir,
hevur
altíð
órógvað Duritu.
– Uttan at blunka, ganga
vit og siga slíkt, sum at
kvinnur hava tað í sær at
vera umsorganarfullar ella
duga væl at gera fleiri ting í
senn. Menn hava hinvegin
ein íbornan myndugleika
yvir sær og eru meir fram-
søknir. Hesir pástandir
verða endurtiknir uppá ein
máta, so at teir sum frá
líður verða góðtiknir sum
ævigir sannleikar. Og æv-
igir sannleikar kunnu altíð
brúkast sum grundgeving
fyri at verja tað verandi og
soleiðis forða fyri broyting-
um, segði Durita.
Durita tengdi hetta sam-
an við antropologiskum
kanningum, sum høvdu
sum endmál, at svara
spurninginum: Hvat eyð-
kennir eina kvinnu frá
náttúrunnar hond? Eftir 30
ára arbeiði kundu granskar-
ar bert koma til ta niður-
støðu, at tað ikki ber til at
staðfesta nakað alheims-
galdandi fyri kvinnur yvir-
høvur.
– Veruleikin er, at eins
nógvar ymiskar mentanir,
ið finnast kring heimin,
eins nógvar ímyndir finnast
av, hvussu ein kvinna eigur
at vera. Okkara avmarkaðu,
vesturlendsku niðurstøður
eru í besta føri bara skeivar,
í ringasta beinleiðis skaði-
ligar.
Bláoygd grundgeving
Mest vanliga grundgeving-
in fyri, hví so fáar kvinnur
eru politikarar ella stjórar,
er at tær tíma ella vilja ikki.
– Hetta er ein alt ov løtt
og bláoygd forkláring, sum
ikki vil síggja í eyguni,
hvussu vit frá barnsbeini av
uppala gentir og dreingir
heilt ymiskt. Ikki bara við
at geva teimum ávísar leik-
ur ella mátanum, vit fara
við teimum. Men heilt
grundleggjandi við teimum
virðum, vit leggja niður í
tey. Dreingir verða eggjaðir
til at vera sterkir, villir og at
bróta mørk, meðan vit
framvegis vænta av gent-
um, at tær fyrst og fremst
eru ídnar, fittar og fólka-
ligar. Tað er tað sum so,
heldur onki galið í. Trupul-
leikin er bara, at verandi
samfelagsskipan framvegis
byggir á siðbundin mannlig
virði, og at stjórastørv ikki
verða sett eftir, hvussu fitt
og fólkalig tú ert. Tá so fáar
føroyskar kvinnur eru í
politikki, er tað tí, tær ikki
hava lært at tíma og tora
tað. Vit vænta tað ikki av
teimum, og tí vænta tær tað
heldur ikki av sær sjálvum.
– Sjálvandi eiga vit tilvita
at royna at broyta sam-
felagsskipanina, so hon
rúmar fleiri ymiskum hugs-
unarhættum og eginleikum.
Men broytingin eigur eisini
at koma frá okkum sjálv-
um. Ongin sigur, at lítlar
gentur og lítlir dreingir eru
líka, men mammur og páp-
ar, ommur og abbar eiga í
nógv størri mun at hyggja
at teimum, sum ein bólkur
av børnum, sum ikki eru
ymisk vegna kyn, men tí
tey eru einstaklingar. Ein-
stakligar, sum hava somu
rættindi, og sum skulu
sleppa at hava somu ambi-
tiónir. Hetta er ikki bara
okkara skylda mótvegis
fólkaræðinum, men eisini
mótvegis tí mannarættinda-
stríðnum,
sum
hevur
tryggja okkum rætti til
frælsi og javnstøðu, segði
Durita.
Vandamikil feminisma
Durita var ein av seinastu
fyrilestrahaldarnum,
og
hon var neyvan tann ein-
asta, sum hevði varnast, at
orðið feminisma als ikki
hevði verið nevnt á ráð-
stevnuni. Hetta skilti hon
væl, og sjálv hevði hon
rættiliga tvíbýttar kenslur
við at nýta hugtakið.
– Feminisma hvílir á
teirri treyt, at kvinnur hava
færri rættindi og møgu-
leikar enn menn í samfelag-
num. Ein logisk niðurstøða
av eini slíkari áskoðan er at
fata kvinnur sum offur.
Vandin við hesum er, at jú
oftari
tú
fortelur
eini
kvinnu, at hon er offur, tess
meir sannlíkt verður tað, at
hon fer at trúgva uppá tað.
Í staðin fyri at forða eini
óynsktari støðu, endur-
skapa vit hana.
Durita samanbar hetta
við tað, sum hendir, tá fjøl-
miðlarnir byrja at gera
nógv burtur úr ávísum
sjúkueyðkennum. So gong-
ur ikki long tíð, fyrr enn ein
rúgva av fólki knappliga
halda seg líða av sjúkuni.
– Tí er tað eisini so trup-
ult at tosa um javnstøðu,
um vit bara varpa ljós á tey
øki, har kvinnur eru fyri
mismuni. Um vit heldur
tóku fram alt tað, vit kunnu
og duga, so hevði alt hetta
kjakið fingið eina nógv
meir stimbrandi gongd. Og
tað er tann vegin, vit skulu
fara á leiðini til javnstøðu,
helt Durita.
– Tí má tíðin vera komin
til at leggja tað sama dirvið
og áræðið niður í genturnar,
sum vit í áratúsund hava
lagt niður í dreingirnar. Tí
tað er ongin ivi um sann-
leikan í orðunum hjá
Simone de Beauvoir: "Tú
verður ikki fødd kvinna. Tú
verður uppald til at vera
kvinna",
segði
Durita
Holm.
Skeiv
barna-
uppaling
elvir
mismun
- Vit eiga at uppala gentur og dreingir sum einstaklingar. Tað er okkara skylda mótvegis fólkaræðinum og mótvegis
mannarættindastríðnum, segð Durita Holm á ráðstevnuni í Norðurlandahúsnum
Mynd: Jens Kristian Vang
Ungdómur og vís-
dómur tey fylgjast
sjáldan at, sannaði
Smyril Line um viku-
skiftið, tá fleiri hund-
rað ungdómar vóru á
rundferð við Norr-
ønu. Smyril Line legg-
ur part av skuldini
fyri støðuna á ung-
dómarnar sjálvar og
foreldur teirra. Men
Smyril Line gjørdi eitt
stórt mistak, tá lýst
varð við túrinum
RUKKUTÚRUR
Edvard Joensen
Rundferðin hjá Norrønu til
Danmarkar og aftur um
vikuskfitið gjørdist ein
rukkutúrur
uttan
líka.
Smyril Line eigur stóran
part av ábyrgdini. Men for-
eldrini at teimum ungu og
ungdómarnir sjálvir eru
heldur ikki uttan skuld, sig-
ur Kári Durhuus, fjølmiðla-
ráðgevi hjá Smyril Line.
Søgurnar, sum ganga eft-
ir túrin hjá Norrønu í
Hanstholm um vikuskfitið,
eru nógvar og ógvusligar.
Men sumt er satt kortini,
sigur Kári Durhuus. Fólk
bóru seg at sum svín um-
borð, sigur hann. Tað var
uttan fyri alt mark, sum fór
fram, og skipið sá út sum
ein køstur, tá komið var aft-
ur til Havnar.
Einki beinleiðis herverk
varð tó framt umborð, sigur
Kári Durhuus. Fólk frá
Smyril Line gingu skipið
nágreiniliga ígjøgnum fyri
at kanna, hvussu út sá. Og
tað var ikki tespiligt. Men
kortini verður helst ikki
send rokning til ferðafólk-
ini hóast alt fyri upptøku av
óhumskuni, sigur hann.
Kári Durhuus sigur, at
hann frá fólki í Hanstholm
hevur frætt, at dønum
dámdi sera illa atburðin,
fólk vístu, tá tey fóru í land
og mestsum hersettu stór-
centrið í Hanstholm. Í Før-
oyum ganga søgur um, at
herverk varð framt á stað-
num. Men hesum vísir um-
sjónarmaðurin í Hanstholm
Storcenter aftur.
Hann sigur við Sosialin,
at har var nógv fólk inni.
Og sum vanligt er, tá nógv
ungfólk koma saman, er
lagið gott. Onkur hevur
mist onkra fløsku, sigur
hann, men at nakað herverk
er framt ella nakað sovorð-
ið, kennir hann einki til.
Tó letur hann heilsa og
siga, at har liggur einn
skinnjakki, sum hann ikki
kennist við. So um okkurt
av ferðafólkunum á Norr-
ønu saknar ein slíkan, kann
hann fáast frá Hanstholm
Politi, har umsjónarmaður-
in ícentrinum hevur lagt
hann.
Kári Durhuus, fjølmiðla-
ráðgevi hjá Smyril Line,
ásannar, at tað var lítið
hugsað av Smyril Line at
lýsa ferðina soleiðis, sum
gjørt varð. Men hann vísir
kortini pørtum av ábyrgdini
fyri gongdini frá sær.
Tað eru foreldrini at hes-
um ungu, sum lata tey fara.
Og so eiga tey ungu eisini
sjálv at duga so mikið av
fólkaskikki, at tey ikki bera
seg soleiðis at úti hjá
fremmandum, sigur hann.
Spurdur um hann ikki
heldur, tað vera í so bíligt
av Smyril Line at leggja
ábyrgdina frá sær soleiðis,
sigur hann, at tað ger fel-
agið heldur. Men Smyril
Line vil heldur ikki átaka
sær alla skuldina fyri tað,
sum hent er.
Tá hildið verður upp fyri
honum, at ungfólk undir 18
ár, sum við vóru, siga seg
hava keypt rúsdrekka sum
teimum lysti umborð, verð-
ur svarað, at tað er eitt mis-
tak, um so er. Heldur ikki
vil hann gera viðmerkingar
til tað, ungfólkini siga um,
at sum út leið á túrinum
hækkaði prísurin í barrun-
um. Tað leiðir hugsanina
inn á, at nú skuldi tað sein-
asta vindast úr hesum fólk-
unum. Tað sigur fjølmiðla-
ráðgevin hjá Smyril Line
seg einki kenna til.
Kári Durhuus viðgongur
blankt, at tað var eitt mistak
at lýsa við ferðini, sum
gjørt varð, og at kanska
skuldi aldursmark havt ver-
ið sett á. Hann væntar ikki,
at hendingin fer at fáa nakr-
ar fylgjur fyri tey, sum
skipað hava fyri.
Men hann tykist púra av-
gjørdur í, at slíkt verður
ikki endurtikið.
Fríggjadagin fara 17
Sangarar úr Klaksvík
sína sættu uttan-
landsferð. Hesaferð
gongur leiðin til
Sveits
KONSERTFERÐ
Rúna Sivertsen
runa@sosialurin.fo
Fríggjadagin 14. mai fara
17 Sangarar songferð til
Sveits, har tey skulu syngja
á seks konsertum ymsa-
staðni í landinum. Byrjað
verður í sunnara partinum,
og seinastu tvey kvøldini
fara tey at syngja í Winther-
tur og í Seuzach.
Songúrvalið fevnir um
norðurlendskar
forstur-
landssangir, enskar sangir
og nakað innan klassiskan
tónleik. Eisini framføra tey
væl av andaligum tónleiki,
bæði á føroyskum og ensk-
um.
Sum vanligt verður eisini
instrumenalur tónleikur við
á ferðini. Tað verða tær
báðar, Monica Stauss Joen-
sen, sum spælir á violin og
Helga Hilmarsdóttir Gerða-
líð á klaver, sum fara at
framføra klassiskan tón-
leik.
17 Sangarar hava sungið
við nógv høvi í Føroyum,
tað veri seg í útvarpi, sjón-
varpi, fyri útlendskum gest-
um, sum hava vitjað Føroya
landsstýri, kommunum og
øðrum stovnum. Eisini
hava 17 Sangarar verið at
hoyrt í íslendskum útvarpi.
Kórið hevur gjørt nógvar
uttanlandaferðir, eitt nú til
Noregs í 1997, har kórið
sang í Nidaros dómkirkjuni
og í Olavshallen. Í 1999
vitjaði kórið í Danmark,
2001 í Skotlandi, í 2002
gjørdi kórið songferð til
Svøríkis, og í fjør var kórið
í Íslandi.
Klaverspælari á ferðini er
Pætur við Keldu, og kór-
leiðari verður Jógvan við
Keldu.
Í ár eru júst liðin 10 ár,
síðani Jógvan við Keldu
stovnaði 17 Sangarar.
Fjórða
sang-
umfarið á
skránni
Hesaferð verður
tað Badminton-
høllin í Havn, sum
verður karmur um
songrøddina
ÁRSINS
SONGRØDD 2004
Tíðindaskriv
Leygarkvøldið
kom-
andi verður fjórða um-
far av Ársins Songrødd
2004. Umfarið verður í
Badmintonhøllini
í
Havn. Tey sum longu
nú hava tryggja sær eitt
finalupláss eru: Liv
Næs og Nicolina M.
Midjord, Òlavur Lar-
sen, Jenny Old, Eyð-
stein Jacobsen, Birita
Bisp & Co og Bára
Svabo Samuelsen.
Tað er lagt upp til
eina sera spennandi
finalu. Ikki minst tí
tónleikurin og løgini,
sum
luttakararnir
syngja, eru meira fjøl-
broytt enn áður. Tað er
nevniliga so, at í ár er
møguleiki at velja sær
júst tað lagið ein ynskir
at syngja, so higartil
eru tað løg sum »The
rose« hjá Bette Midler,
»Hotel California« hjá
The Eagles og »Feel«
hjá Robbie Williams
sum verða at hoyra.
Finalan verður í Bad-
mintonhøllini tann 5.
juni.
Aftaná
sjálva
kappingina spæla Páll
Finnur Páll, og fara teir
umframt kendu løgini
eisini at hava okkurt
nýtt á skránni.
Fjórða umfarið í kapp-
ingini um ársins song-
rødd verður um viku-
skiftið
Í ár eru 10 ár liðin, síðani
Jógvan við Keldu byrjaði at
venja við kórinum, ið fekk
navnið, "17 Sangarar". Kórið
hevur sungið við nógv høvi í
Føroyum og er eisini vorðið
kendt uttanlands
17 Sangarar á ferð til Sveits
Eitt stórt mistak
Ungdómsferðin hjá Norrønu var eitt mistak, sum ikki verður
gjørt aftur, sigur Smyril Line. Men felagið vil ikki taka alla
ábyrgdina av skilinum, sum var umborð á Norrønu
C
M
Y
K
7
6