mikudagur 12. mai 2004síða 5
‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 89 - 12. mai 2004
Nr. 89 - 12. mai 2004
9
OLJURÁÐSTEVNA
Jan Müller
Millum mongu útlendsku
oljufólkini, sum høvdu leit-
að sær til oljuráðstevnuna í
Norðurlandahúsinum
í
farnu viku var eisini Shu-
taro Hasegawa, stjóri í
stóru japonsku oljufyritøk-
uni "Idemitsu". Hann var
komin alla leiðina úr Tokio
til Havnar fyri at hoyra,
hvat altjóða serfrøðingar
høvdu at siga um framtíðar
møguleikarnar at finna olju
og gass á føroyska land-
grunninum.
Idemitsu arbeiðir í stór-
um parti av Asia, serstak-
liga við at selja olju. Felag-
ið er tó farið at vísa áhuga
fyri oljuleiting og fram-
leiðslu eisini og er í dag við
á norska landgrunninum,
har tað hevur lut í Snorre-
feltinum. Felagið hevur
skrivstovu í Oslo.
Nú verður so roynt at
hyggja eftir økjum í eitt nú
Europa, har møguleikar eru
fyri at finna olju. Og her
hevur leiðslan í felagnum
so útpeikað sær Atlants-
mótið, og her m.a. føroyska
landgrunninum, sum eitt
av sínum týðandi miðjum.
– Hetta hava verið tveir
sera áhugaverdir dagar í
Føroyum, har vit eisini
hava fingið staðfest tað vit
longu vistu frammanundan,
nevniliga,
at
føroyska
undirgrundin
uttan
iva
goymir bæði olju og gass
sigur Shutaro Hasegawa.
Hann vísir serstakliga á tað
sera positiva í, at í undir-
grundini við Føroyar finst
keldugrýti, sum er sjálv
høvuðsfortreytin fyri í heila
tikið at finna olju og gass.
Nú verður so roynt at finna
fram til, um allar hinar for-
treytirnar, so sum at finna
egnað reservoir og tak,
eisini eru til steðar. Tað er
hetta komandi kanningar-
nar av fláunum undir
basaltinum, skulu vísa. Og
tað eru hesar kanningar,
sum japanska oljufelagið
ætlar sær at fylgja við í.
Sjálvur er Shutaro Hase-
gawa sera bjartskygdur um
føroyaøkið, og hann úti-
lokar ikki, at japanska fe-
lagið fer at vera við í 3. út-
bjóðing á landgrunninum,
nær hon so enn verður.
Men felagið fylgir væl við
gongdini í 2. útbjóðing
eisini, tó at tað ikki hevur
gjørt av at vera við.
– Eg eri ikki í iva um, at
Føroyar fara at gerast ein
framtíðar
oljulandslutur,
soleiðis sum allar tær upp-
lýsingarnar vit hava fingið
innlit í síggja út. Japanska
felagið fer nú at fylgja væl
við útviklinginum við Før-
oyar frá skrivstovuni í Oslo.
TÍÐINDASKRIV
Mikudagurin 12. mai er al-
tjóða dagur hjá Sjúkrarøkt-
arfrøðingum. Í hesum sam-
bandi skipar Felagið Før-
oyskir Sjúkrarøktarfrøðing-
ar fyri limafundi fyri
sjúkrarøktarfrøðingum og
lesandi.
Siri Stenberg, Heilsu-
frøðingur fer at greiða frá,
um granskingarverkætlan
sína í heilsufrøðiskipanini í
Suðuroyar norðaru helvt.
Siri fer at greiða frá
endamálinum við kanning-
ini, ið er at fáa eina greiða
ábending um núverandi
støðuna, og tískil eitt
grundarlag fyri, hvussu tað
heilsufremjandi og sjúku-
fyribyrgjandi arbeiði kann
tilrættisleggjast og raðfest-
ast. Her verður hugsað um
støðuna hjá smábørnum,
familjum teirra, og um
fyritreytirnar hjá teimum,
ið arbeiða innan smábarna-
øki, sæð út frá einum fys-
iskum, socialum og sálar-
frøðiligum
sjónarringi.
Harumframt skal kanningin
vera grundarlag fyri, eisini
í framtíðini at skjalprógva
hvørt heilsufremjandi og
sjúkufyribyrgjandi arbeiði
virkar eftir ætlan.
Endamálið er eisini, at
kanningin kann nýtast sum
grundarlag fyri einum víð-
ari arbeiði, til at dokumen-
tera og analysera støðuna
innan hendan táttin av
heilsuøkinum, bæði í Før-
oyum og sammett vit onnur
lond. Í so máta er kanning-
in ætla sum grundarlag, ið
arbeiðast kann víðari við.
Royndirnar og úrslitini, ið
spretta av kanningini kunnu
sostatt koma einum fram-
tíðar arbeiði til góðar.
Limafundurin hjá " Fe-
lagið Føroyskir Sjúkrarøkt-
arfrøðingar" verður á Hotel
Hafnia 12. mai kl. 19.00.
28 handrit eru
innkomin til
skaldsøgukappingi
na, sum Listastevna
Føroya skipar fyri
HANDRITAKAPPING
tíðindaskriv
Skrivandi
føroyingar
hava tikið ómetaliga væl
ímóti avbjóðingini, sum
Listastevna Føroya gav
teimum við at útskriva
s k a l d s ø g u k a p p i n g .
Freistin at senda inn
handrit til skaldsøgu-
kappingina varð úti leyg-
ardagin 1. mai, og inn
eru komin heili 28 skald-
søguhandrit!
Nú fer dómsnevndin til
verka at meta um tey inn-
sendu handritini. Kunn-
gjørt verður setanardag-
in, fríggjadagin 6. aug-
ust, hvør ið fær virðis-
lønarheiðurin og tær
150.000 krónurnar fyri
besta skaldsøguhandrit-
ið.
Í dómsnevndini sita:
Katrin Næs, studenta-
skúlalærari, Turið Kjøl-
bro, cand. phil í norður-
lendskum
bókmentum
og
Bergur
Hansen,
mag.art í norðurlendsk-
um bókmentum. Dóms-
nevndin skilar sær rætt til
onga virðisløn at lata.
Listastevnan hevur á
hvørjum ári skrivað út
bókmentunarligar kapp-
ingar:
Til fyrstu Listastevn-
una í 2001 varð bjóðað
til kapping at skriva
stuttsøgur.
39 stuttsøgur komu inn
og tríggjar virðislønir
vórðu tá latnar: Fyrsta
virðislønin fór til Hanus
Kamban fyri søguna
»Angels Place«, onnur
virðislønin fór til Marjun
Kjelnæs
fyri
søguna
»Kópakona« og triðju
virðislønina fekk Niclas
Rasmussen fyri søguna
»Fyri lív, eftir deyða«.
Vinnandi søgurnar og
hinar, sum komu inn,
vórðu givnar út í bók
»Mjørki í heilum«, sum
Bókadeild Føroya Lær-
arafelags stóð fyri. Vinn-
andi stuttsøgurnar og
fleiri aðrar vóru haraftur-
at at hoyra í Útvarpi Før-
oya.
Til aðru Listastevnuna
í 2002 varð bjóðað til
kapping at skriva handrit
til útvarpsleik. 10 Leikrit
komu inn. Ein virðisløn
áljóðandi 50.000 kr. varð
latin fyri besta handritið.
Virðislønina fekk Mar-
jun Kjelnæs fyri handrit-
ið
til
útvarpsleikin
»Trongd«, sum Útvarp
Føroya sendi, tá ið Lista-
stevna Føroya 2002 varð
sett. Eyðun Johannesen
legði útvarpsleikin til
rættis.
Triðju ferð bjóðaði
Listastevna Føroya til
kapping at skriva nýggj-
ar, føroyskar yrkingar til
Listastevnu Føroya 2003.
126 fólk sendu inn 446
yrkingar.
Yrkingarnar
vórðu virðisløntar við
5.000 kr. fyri hvørja av
teimum 11 bestu yrking-
unum og vórðu hesar
lisnar upp í Útvarpi
Føroya allar dagarnar á
Listastevnuni
–
ein
yrking um dagin, meðan
Listastevnan stóð 7. - 17.
august 2003.
Um viðrar skipar
Norðoya Kunn-
ingarstova fyri
gongutúri norð á
Skarð sunnudagin
16. mai
GONGUTÚRUR
tíðindaskriv
Gongutúrar av ymsum
slag eru vorðnir alt
meira vanligir seinnu
árini, og sunnudagin er
tað so ferðavinnan í
Norðoyggjum,
sum
skipar fyri.
Í tíðindaskrivi verður
sagt frá, at tað Andrass
Sólstein, sum verður
ferðaleiðari og frásøgu-
maður á ferðini, sum alt
í alt fer at taka góðar
fýra tímar.
Farið verður úr Har-
aldssundi kl. 13.00, og
afturkomin er ætlanin, at
luttakararnir fara inn í
bygdarhúsið Ljósið, at
rinda møðina, eins og
ætlanin her eisini er at
leggja lunnar undir ein-
um veruligum gongufel-
ag.
Kunningarstovan heit-
ir annars á áhugaði um
at minnast til at klæða
seg eftir veðrinum, at
hava góðar skógvar og at
hava nakað av mati við.
Gongutúrur norð á Skarð
Nógv vilja skriva
Úr Tokio til Havnar á oljuráðstevnu:
Japanskt oljufelag sær
møguleikar í Føroyum
Altjóða dagur hjá sjúkrarøktarfrøðingum
Shutaro Hasegawa kom beinleiðis úr Tokio fyri at vera við á oljuráðstevnuni í Norðurlandahúsinum
Mynd Jan Müller
Mikudagin í farnu
viku legði fíggjar-
nevndin fram tær
broytingar, sum skulu
gerast á fíggjarlógini
fyri árið 2004. Millum
annað skal skerjast í
sjúkrahúsverkinum,
og játtanin til tey
heimleysu verður
strikað. Atkvøtt varð í
Løgtinginum týs-
dagin, altso í gjár
FÍGGJARLÓG
Hans Kárason Mikkelsen
hans@sosialurin.fo
Bárður Nielsen, landsstýr-
ismaður við fíggjarmálum,
legði tann 25.mars fram
fyri tingið uppskot til løg-
tingsfíggjarlóg fyri árið
2004. Fyrsta viðgerð í Løg-
tinginum var teir báðar
síðstu dagarnar í mars, og
síðani varð uppkotið beint í
fíggjarnevndina, sum nú er
liðug við sítt arbeiði.
Sjey limir eru í fíggjar-
nevndini, og tað er Fólka-
flokkurin sum saman An-
finni Kallsberg eigur for-
manssessin. Næstformaður
er Vilhelm Johannesen úr
Javnaðarflokkinum, og um-
boð fyri andstøðuna eru
Páll á Reynatúgvu og fyrr-
verandi landsstýrismaðurin
við fíggjarmálum Karsten
Hansen, umframt Kári P.
Højgaard.
Púra samd
fíggjarnevnd
Tað er ein samd fíggjar-
nevnd, sum er liðug at við-
gera fíggjarlógaruppskotið
hjá Bárði Nielsen og Før-
oya Landsstýri. Tað vil við
øðrum orðum siga, at bæði
samgongu- og andstøðu-
tinglimir í fíggjarnevndini
hava allir atkvøtt fyri
broytingunum,
og
teir
skriva eisini undir allar tær
viðmerkingar, sum nevndin
hevur til Føroya Landsstýri.
Og viðmerkingarnar eru
fleiri í tali, áðrenn sjálvar
broytingarnar koma. Fíggj-
arnevndin metir millum
annað, at "teir landsstýris-
menn, sum ikki til komandi
fíggjarlóg hava fingið eitt
nøktandi lógargrundar-lag
til umbønir um stuðuls-
játtan, ikki kunnu vænta at
fáa viðmæli frá fíggjar-
nevndini."
Í stríð við stýris-
skipanarlógina
Fíggjarnevndin tekur her
støði í teimum eygleiðing-
um, sum løgtingsgrann-
skoðararnir og løgtings-
nevndirnar nú í fleiri ár
hava gjørt, uttan at nakað er
tikið til eftirtektar.
Fíggjarnevndin viðmerk-
ir eisini í nýggja álitinum,
at ávísir grunnar og lands-
stovnar ikki eru tiknir við á
fíggjarlógina, og at hetta
"er í stríð við stýrisskipan-
arlógina."
Ivi um samsvar er við
játtanarskipanina
Nevndin metir, at tað er
Bárður Nielsen, landsstýr-
ismaður við fíggjarmálum,
sum hevur ábyrgdina av at
betra um hesi viðurskiftini,
og at fáa tey upp á pláss.
Harumframt finst fíggj-
arnevndin at teimum pen-
inga-flytingum, sum eru
millum almennar stovnar.
Fíggjarnevndin ivast nevni-
liga í "um hesar flytingar
eru í samsvari við játt-
anarskipanina." Tað verður
mett, at teir stovnarnir, sum
fáa pening játtaðan, skulu
ikki flyta pening aðra-
staðni.
Fíggjarnevndin sigur í
hesum sambandi, at tað eru
landsstýrismennirnir, sum
"eiga at leggja størri dent á
hesa upplýsingarskyldu yv-
ir fyri Løgtinginum." Aftur
her metir fíggjarnevndin, at
tað er Bárður Nielsen,
fíggjarmálaráðharri, sum
"eigur at síggja til" at hesi
viðurskiftini verða "mun-
andi batnað."
Álitið frá Løgtingsins fíggjarnevnd:
Umfatandi skerjingar
á fíggjarlógini
Broytingarnar hjá
fíggjarnevndini
Fíggjarnevndin hevur gjørt umfatandi broytingar í
uppskotinum hjá Føroya Landssýri. Talan er um
broytingar upp á tilsamans 94 milliónir krónur. Út-
reiðslurnar skulu minkast, og inntøkurnar skulu hækk-
ast. Tær mest áhugaverdu broytingarnar skulu vísast á
niðanfyri.
Løgtingsins umboðsmaður fær minni
Sagt verður í broytingarálitinum frá fíggjarnevndini,
at til ber at minka hesa konto við kr. 300.000.
Fýra milliónir minni til rentustuðul
Fíggjarnevndin metir ikki, at nøkur størri rentuhækk-
ing er væntandi, og tískil verður játtanin minkað við
kr. 4.000.000. Bárður Nielsen, landsstýrismaður við
fíggjarmálum, hevur longu boðað frá, at hann væntar
eina rentuhækking, og neyðugt tískil verður við
eykajáttan, sigur hann.
Minni til Fiskiveiðueftirlitið
Fíggjanevndin metir, at tað ber til at minka um játtan-
ina til Fiskiveiðueftirlitið og Vaktar- og Bjargingar-
tænastuna við kr. 2.000.000, uttan at tað fer at ávirka
raksturin.
Lægri játtan til fiskivinnumenning
Skorið verður við einari millión, tí fíggjarnevndin
metir ikki, at brúk verður fyri allari játtanini, tí árið er
hálvrunnið. Harumframt sigur nevndin í álitinum, at
landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum, Bjørn
Kalsø, eigur at endurskoða lógina.
Fýra milliónir minni til teir luftbornu
Fíggjarnevndin metir, at Løgtingið kann ikki játta
pening til eina ætlan hjá Útvarpi Føroya og Sjónvarpi
Føroya, sum tað ikki kennir til fulnar. Ætlanin er, at
hesir stovnarnir skuldu nýta fleiri enn 40 milliónir
krónur, men nevndin sigur, at um "landsstýrismaðurin
metir, at neyðugt er at halda fram við eini ætlan, má
hann leggja hesa ætlan fyri Løgtingið."
Skerjast skal í sjúkrahúsverkinum
Fíggjarnevndin hevur skorið 3 milliónir krónur í játt-
anini til sjúkrahúsverkið. Nevndin metir samstundis,
at tað innanfyri hesar fíggjarkarmar er gjørligt at byrja
sjúkraflutningstænastuna í Vágunum.
Játtanin til tey heimleysu verður strikað
Fíggjarnevndin gongur trivnaðarnevndini á møti, tá
hon sigur, at ábyrgdarbýtið millum land og kommunur
má fyrst fyrileggja, áðrenn peningur kann játtast til
hetta endamálið. Ein samlað virkisætlan fyri heimleys
skal eisini fyriliggja, áðrenn peningur verður játtaður
til heimleys í Føroyum. Fíggjarnevndin hevur tískil
strikað hesa játtan.
Atkvøðugreiðsla varð í Løgtinginum í gjár, týsdag-
in, um øll hesi málini. Og uppskotið er farið samtykt
víðari til triðju og síðstu viðgerð.
Anfinn Kallsberg er formaður í Løgtingsins fíggjarnevnd, sum
nú hevur kunngjørt álitið um broytingar í
fíggjarlógaruppskotinum hjá Føroya Landsstýri
5. mai kunngjørdi fíggjarnevndin álitið um broytingar í fíggjarlógini
C
M
Y
K
9
8