Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-09-24, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. september 2013síða 14

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 25. septmeber 2013 · Nr. 110 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 meldurin Eyðun Klakstein Hóast hann merkti mótstøðu heldur enn stuðul fyrstu árini, tá ið hann valdi tónleikin fram um tað mesta, var einki at gera. Stanley Samuelsen hevði funnið sína verð, og við árunum hevur hann leitað longur og longur inn í hesa verð, sum hevur givið honum endaleysar møguleikar at úttrykkja seg. Og hann hevur hildið fast um tónleikin, hóast tað stundum hevur verið trupult at fáa endarnar at røkka saman. - Fyrstu árini var tónleikurin eitt frítíðarítrív, men so við og við fylti tónleikurin meira og meira í mínum lívi. Skúlagongdin, eg havi havt, og arbeiðini, eg havi tikið á meg, hava meira verið fyri at fáa endarnar at røkka saman, so eg kundi spæla tónleik, sigur Stanley Samuelsen. Síðani hann var 11 ára gamal hevur hann sín gittar sum fylgisneyta á lívsleiðini, og í longum tíðarskeiðum hevur hann livað heilt ella lutvíst av tónleiki. - Tónleikurin hevur tikið meg inn í sína verð, og eg eri blivin førdur djúpari og djúpari inn í eina verð, sum bjóðaði mær markleysar møguleikar at úttrykkja meg bæði tekniskt og kensluliga. Hetta hevur verið og er framvegis mín drívmegi, sigur Stanley. Bakgrundin Stanley Samuelsen er ættaður úr Fuglafirði. Hann var yngstur av 12 systkjum, og pápin, ið var sýslumaður, doyði longu, tá ið Stanley var hálvt ára gamal. Stanley byrjaði sum ungur drongur at spæla tónleik. Ein beiggi hansara kom úr Grønlandi við einum gittara, sum hann hevði keypt til Stanley, sum tá var 11 ára gamal. Tað gingu ikki tvey ár, so spældi Stanley fyri fyrstu ferð alment og varð næstu árini partur av kenda beatbólkinum Silly Boys. Stanley fór av landinum longu sum 19 ára gamal, tá ið hann skuldi vitja ein bróðurson í tvær vikur. Stanley dámdi so væl í Danmark, at hann valdi at búseta seg har, og hann hevur búð har í meira enn 40 ár. Hann hevur tó øll árini varðveitt sítt tætta samband til Føroyar. Hann hevu r sungið og spælt her, og hann hevur givið tónleik út við føroyskum yrkingunum. Í Danmark gjørdist Stanley eisini virkin sum tónleikari, og í longum tíðarskeiðum hevur hann livað av tónleiki. Stanley hevur spælt í ymiskum bólkum og samanhangum, men seinnu árini hevur hann verið alt meira frammi sum solistur, hóast hann stundum eisini framførir saman við øðrum tónleikarum. Ein partur av tónleikayrkinum hjá Stanley hevur verið í politiskum samanhangi, tí í nógv ár spældi Stanley til tiltøk hjá danska Javnaðarflokkinum og arbeiðarasrørsluni. “Den Udødelige Duo” kallaðu hann og Nis P. Jøgensen seg, og í 1992 fingu teir mentanarvirðislønina hjá LO – donsku fakfelagsrørsluni. Her heima bleiv Stanley av álvara blivin eitt av stóru nøvninum í fólkatónleikinum, eftir at hann í 1999 gav sína fyrstu solofløgu við føroyskum yrkingunum. Ein av sangunum á hesi útgávu var stóra hittið hjá honum, Um eg kundi kvøðið. Síðani hevur Stanley givið fleiri solofløgur út. Fyri kortum kom fløgan Oktobir við yrkingum eftir Janus Djurhuus, og nú um dagarnar vórðu sangir hjá George Harrison, sum Stanley og dóttirin Astrid hava spælt inn, útgvinir talgilt á internetinum. Krevjandi Lívið sum tónleikari kann stundum verða krevjandi og óvist, og tað hevur Stanley eisini ásannað hesi árini. - Tað hevur til tíðir verið ein stór avbjóðing at fáa tað peningaliga at hanga saman við at liva av tónleiki, og samstundis hava eina familju. Sum tónleikari veitst tú bara, hvørja inntøku tú hevur havt, og ikki hvørja inntøku tú fert at fáa frameftir. Uttan hollan stuðul frá konu míni, Merete, sum hevur tikið sær av tí praktiska partinum av mínum avtalum seinnu árini, hevði tað als ikki kunnað latið seg gjørt at hava ta solokarrieru, sum eg havi nú, sigur Stanley. - Eg havi ongantíð veruliga ivast í mínum vali at vera tónleikari, hóast tað stundum hevur verið strævið at fáa tað at bera til. Tá ið tað hevur gingið illa við at fáa inntøkur av tónleikunum, havi eg tikið mær arbeiði fyri at fáa alt at ganga upp. Og onkuntíð havi eg arbeitt og havt fult program sum tónleikari. Men eg havi ongantíð viljað slept tónleikinum, tí hann hevur havt mest at siga fyri meg. Arbeiðini havi eg havt fyri at sleppa at spæla tónleik. - Hinvegin er lívið sum tónleikari eisini eitt sjálvstøðugt lív, og eg havi sjálvur avgjørt, hvørja leið lívið skuldi taka. Hetta hevur kravt av mær, at eg skuldi gera upp við meg sjálvan, hvat í lívinum er týdningarmikið, og hvat eg skal lata liggja, so at siga. Stanley hevur eisini í tónleikaligum samanhangi torað at valt og vrakað. Hann hevur gingið sínar egnar leiðir, hóast tað ikki altíð hevur verið tað lættasta. - Eg havi verið við í onkrum bólkum ella samstørvum, sum hava givið góðar inntøkur, men sum ikki hava givið mær tað stóra Eg valdi tað sum eg brenni fyri - Skúlagongdin, eg havi havt, og arbeiðini, eg havi tikið á meg, hava meira verið fyri at fáa endarnar at røkka saman, so eg kundi spæla tónleik, sigur Stanley Samuelsen, sum í hálva øld hevur verið tónleikari – og sum framvegis er aktuellur við nýggjum tónleiki. Stanley hevur júst verið í Føroyum og framført saman við dóttrini Astrid, sum hann eisini hevur spælt sangir hjá George Harrison inn saman við Mynd: Merete Messmann