Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-09-24, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. september 2013síða 15

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mikudagur 25. septmeber 2013 · Nr. 110 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 MELDURIN persónligt ella tónleikaliga. Og tá havi eg torað at valt tað frá og heldur valt mítt egna. - Mín tíð sum tónleikari hjá fakfelagsrørsluni var long, kanska ov long. Í eini 10-12 ár spældu eg og Nis P. Jørgensen til øll hugsandi tiltøk. Vit koyrdu einar 60.000 kilometrar um árið og høvdu 3-4 framførslur hvørja viku. Til endans kundu vit seta okkum í bilin her á Sælandi og koyra til Jútland uttan at siga eitt orð. Vit høvdu sæð alt fyrr, vit høvdu kjakast um tað mesta, og í grundini var tað sami túrur, sum vit koyrdu umaftur og umaftur. - Kanska skuldi eg havt torað fyrri at valt mína solokarrieru fram um tað, men møguliga hevði eg ikki sjálvsálit til tað júst tá, og samstarvið við Nis gav eisini eina góð inntøku, meðan børnini vóru smá. Og ein eftirrationalisering førir ikki til nakað gott, so eg góðtaki, at eg valdi, sum eg valdi, sigur Stanley. Má gera vart við seg Eftir eina langa yrkisleið sum tónleikari, verður sumt lættari at liva við og av, men tað krevur framhaldandi nógv av einum royndum tónleikara at standa seg í kappingini í tónleikaheiminum. - Tað skal eitt ógvuliga miðvíst og áhaldandi arbeiði til fyri at fáa spælingar, ið kunnu geva eina inntøku, sum tað ber til at liva av. Størsta arbeiðið liggur í at gera vart við seg, siga frá, at eg eri til og havi nakað at bjóða fram, tí kappingin í tónleikavinnuni er hørð, og tað er ein ørgrynna av dugnaligum tónleikarum, sum bjóða seg fram allastaðni og allatíðina, sigur Stanley. Hóast tað praktiska stundum fyllir nógv, er tað tann kreativa prosessin, sum hevur mest at siga fyri Stanley. - Tær bestu løturnar sum tónleikari er tann skapandi prosessin. At hava eina góða yrking ella tekst at seta lag til. Eg yrki ikki nógv sjálvur, men tá tað eydnast at gera ein sang, sum eg eri nøgdur við, er tað ein heilt serlig kensla. Og tá ið eg so fái viðurkenning fyri tað arbeiðið, sum verður lagt í framførslurnar og útgávurnar, gevur tað mær eina kenslu av at verða á rættari leið. - Tað hevur eisini verið gevandi at kunna ferðast nógv við tónleikinum. Eg havi spælt í nógvum ymiskum londum gjøgnum árini, og tað hevur givið mær møguleikan at hitta nógv spennandi fólk, fáa góðar vinir víðahvar og uppliva nógv gott og spennandi, sigur Stanley. - Eg havi eisini altíð roynt at fokusera upp á tað positiva og tað góða, og so hevur alt hitt eisini borið til. Hevði eg dyrkað tað negativa og vansarnar, so var eg helst langt síðani givin sum tónleikari. Privilegium Tað er næstan liðin ein hálv øld, síðani Stanley hevði sína fyrstu almennu framførslu sum tónleikari, og hann er fegin um, at hann hevur fingið møguleikan at brúka so nógva tíð upp á tónleik heldur enn at velja sær onkra lættari lívsleið við tryggari inntøku og føstum karum. - Tá ið eg var ungur, var eg sum so ikki biðin um at halda fram sum tónleikari. Tað var kanska heldur mótstøða enn stuðul fyri tónleikinum, men seinni í lívinum hevur familjan hjá mær givið mær allan tann stuðul, sum eg havi havt brúk fyri. - Eg síggi tað sum eitt privilegium at hava havt møguleikan at brúka meginpartin av mínum lívi upp á tónleik. Eg havi valt og havt møguleika til at brúka stóran part av míni tíð upp á tað, sum eg brenni fyri. Og fyri meg verður tað ikki størri, enn tá fólk siga við meg, at onkur sangur hjá mær hevur nomið teirra hjørtu. Og eg verði altíð glaður, um fólk hava havt eina góða uppliving á konsert hjá mær, sigur Stanley Samuelsen. Lívið sum tónleikari er eitt sjálvstøðugt lív, og eg havi sjálvur avgjørt, hvørja leið lívið skuldi taka. Hetta hevur kravt av mær, at eg skuldi gera upp við meg sjálvan, hvat í lívinum er týdningarmikið, og hvat eg skal lata liggja, sigur Stanley Samuelsen Mynd: Merete Messmann » Eg havi altíð roynt at fokusera upp á tað positiva og møgu leik ar- nar, og so hevur alt hitt eisini borið til. Hevði eg dyrkað tað negativa og vansarnar, so var eg helst langt síðani givin sum tónleikari.« FAKTA Navn: Stanley Samuelsen Aldur: 62 ár Bústaður: Birkerød, Danmark Soloútgávur: Um eg kundi kvødið (1999) Sól og Regn (2005) Tíðin rennur (2008) Alle Hjertets Sange (2011) Stanley Live (2011) Oktobir (2013)