Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-09-24, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. september 2013síða 16

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 25. septmeber 2013 · Nr. 110 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov Samgongan hevur í seinastu kanningini hjá Gallup ta lægstu undirtøkuna, sum máld er í veljarakanning síð­ ani valið í oktober í 2011. Sambært kanningini, so fær samgongan skoðsmálið 4,1 á einum stiga frá 1 til 10, har 1 er »sera illa« og 10 er »fram­úr­skarandi«. Spurningurin frá Gallup var: – Hvussu væl heldur tú, at vera­ndi samgonga klárar seg samlað? Bera vit saman við sein­ astu kanning, sum varð gjørd í februar í ár, so fekk samgongan tá skoðsmálið 4,5, sum er væl hægri, enn hon fekk í kanningum í februar og í juli 2012, tá hon í báðum førum fekk skoðsmálið 4,1. Í fyrstu kanningini beint eftir at samgongan varð skipað – kanningin var gjørd í desember í 2011 – fekk hon skoðsmálið 4,6. Hyggja vit so eftir, hvussu fólk meta um samgonguna, so síggja vit, at tann størsti bólkurin er tann, sum gevur samgonguni skoðsmálið 5, sum er beint undir miðal. Hesin bólkur telur 21 prosent. Næst størsti bólkurin gevur skoðsmálið 1, sum er sera illa. Hesin bólkur er 17 prosent, Hyggja vit, hvussu undir­ tøkan hjá samgonguni být­ ir seg á valdømini, so sæst tíðuliga, at størstu undir­ tøkuna hevur sam­gong­ an í økinum hjá for­man­ni Fólkafloksins, Jørgen Nicla­ sen. Vágafólk geva sam­ gongu­ni skoðsmálið 4,9, með­ an sandoyingar geva henni lægs­ta umdømi, 3,6. Býtt á aldursbólkur, so eru tað serliga bólkurin við teimum ungu, sum sting­ ur burturúr. Tey geva sam­ gongu­ni skoðsmálið 4,6, með­ an tey millum 25 til 49 ár geva samgonguni skoðsmálið 3,9. Samgongan lækkandi skoðsmál Veljarar geva sam­gonguni skoðs­ mál­ið 4,1 av 10 møg­u­lig­um