Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-05-12, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. mai 2004síða 6

‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 89 - 12. mai 2004 Nr. 89 - 12. mai 2004 11 Álitið frá fíggjarnevndini boðar frá, at áralagið í samgonguni er ikki av tí besta. Ein samd fíggjarnevnd gongur ímóti uppskotinum frá landsstýrinum og setur við álitinum sín egna politikk út í kortið. Nú ert tað einki óvanligt, at ein fíggjarnevnd ger broytingar, tað er hennara fulli rættur. Hinvegin er tað eitt tekin um vánaligt áralag, um fíggjarnevndin saman við andstøðuni fer inn og grundleggjand broytir upprunliga uppskot samgongunnar. Við hesum rekur fíggjarnenvdin sín egna politikk og er hann í andstøðu við landsstýrisins politikk, er hetta tekin um, at okkurt er galið. Tað er júst hetta, sum er hent, og tað er ein spurningur, hvat hetta merkir fyri landsstýrisins politikk. Tann samda fíggjarnevndin hevur skorið á næstan øllum økjum. Serstakliga gongur hetta út yvir almannamál, skúlamál og Fróðskaparsetrið. Hetta má koma landsstýrin- um illa við, tí niðurskurðirnir ganga beint tvørt- urímóti tí, sum er fráboðað í samgonguskjalin- um. Við samgonguskjalinum verður dentur lagdur á almannamál, samskipan av gransking og stuðul til mentan, á vinnumál og á fiski- vinnumál. Lítið og einki sást til hendan politikk í fíggjarlógaruppskotinum hjá Bárði Nielsen og nú er hesin politikkur so heilt burtur við fíggjarlógaruppskotinum hjá tí samdu fíggjar- nevndini. Hetta er serstakliga óheppið fyri Fróðskapar- setrið, sum verður skorið uppaftur meira enn í upprunauppskotinum. Hvat er hetta fyri eitt signal frá fíggjarnevndini? Ætlar fíggjarnevnd- in, at øll menning innan hægri útbúgving og gransking skal steðga her og nú? Hví hækkar fíggjarnevndin ávís øki, meðan onnur lækkað. Her saknast haldgóðar grundgevingar. Álitið frá tí samdu fíggjarnevndini sigur nógv um tingarbeiðið. Tað hevur ikki sørt dám av rossa- handlum og av maktstríði millum landsstýri og ting. Tað ger kanska ikki tann stóra skaðan, eftirsum at fíggjarárið er næstan hálvrunnið. Men heldur vánaliga áralagið fram eitt nú við næstu fíggjarlóg, so fær samgongan nógvar trupulleikar at dragast við tey komandi fýra árini og allur hennara politikkur kemur í álvar- saman vanda. DAGSINS MEINING Sosialurin Áralagið VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Heini í Skorini heini@sosialurin.fo Rúna Sivertsen runa@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Hans Kárason Mikkelsen hans@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 228909 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Bjarni Djurholm landsstýrismaður Vinnumálaráðið fegnast um nýggju reglurnar, sum ein arbeiðsbólkur undir Matvørumálaráðnum hevur orðað, sum koma at við- føra, at loyvdu nøgdirnar fyri útflutningi av føroysk- um matvørum til Danmark- ar verða munandi broyttar - frá í dag 1 kg til 5 kg. Eingin ivi er um, at reglurnar eru eitt frambrot fyri teir føroyingar, ið búgva í Danmark. Tað er óvist, hvussu nógvir føroy- ingar búgva í Danmark, men møguliga er talan um fleiri enn 15.000 føroying- ar. Vinnumálaráðið hevur verið umboðað í nevnda ar- beiðsbólki, og reglurnar snúgva seg í høvuðsheitum um: • Privatur útflutningur av mati • Útflutningur til almenn representativ tiltøk • Útflutningur til sjúk- lingaheimini • Samsendingarreglur/ felagsskapir Eftir nýggju reglunum kunnu privatir persónar í Danmark innflyta upp til 5 kg pr. pakka úr Føroyum av føroyskum matvørum, utt- an at vørurnar koma undir almenna veterinera eftir- litið fyri handilsligan inn- flutning av matvørum til Danmarkar/ES. Treytirnar eru, at pakkin skal vera við í viðførinum hjá viðkom- andi, og at vørurnar eru til egna nýtslu. Somuleiðis verða, eftir uppskotinum, møguleikar fyri at gera sokallaðar sam- sendingar til privatpersón- ar. Treytirnar eru, at hvør einstakur pakki ikki má viga meiri enn 5 kg, ein listi skal vera yvir móttak- ararnar, pakkarnir verða útflýggjaðir heilir (intakt- ir), tilvirkanin av matinum kann bert fara fram hjá endaliga móttakaranum, og matvørurnar kunnu bert vera til egna nýtslu. Fyri sjúklingaheim og til representativ tiltøk hevur eisini verið ætlanin at gera meiri smidligari reglur fyri útflutningi til Danmarkar, men matvørur til hesi enda- mál skulu vera framleiddar undir myndugleika góð- kendum umstøðum. Útflutningur av føroyskum matvørum til privata nýtslu í Danmark MINNINGARHALD Tíðindaskriv Komandi sunnudag verður stórt minningarhald fyri krígssiglarum, sum lótu lív undir seinna heimsbaradag - teirra millum fyri teimum 149 føroysku sjómonnun- um, sum lótu lív undir krígnum, og sum sambært The Imperial Graves Com- mission vóru krígssiglarar. Føroyingar eru eisini bodnir við til minningar- haldið, og Petur Andrew Petersen hevur skipað fyri ferðini. Hann hevur boðið 10 heiðursgestum við til minningarhaldið. Teir eru Marin Heinesen, dóttur Klæmint Jacobsen, ið bleiv heiðraður við at gerast Member of the most Excel- lent Order of the British Empire; Petra Arge, kona Niels Juel Arge, søgu- og tíðindamann; Lisa Nolsøe, kona Páll Nolsøe, søgu- mann; Óli Olsen, naviga- tiónslærari; Óli Jacobsen, Fiskimannafelagið; Ellintur Abrahamsen, Skipara- og Navigatørfelagið; Tróndur Patursson, listamaður; Jákup Sólstein, Reiðarafe- lagið; Jógvan Nybo, Maskinmeistarafelagið; Bjørn Kalsø, Føroya Landsstýri; og Hergeir Nielsen, Føroya Løgting. Harumframt verða um- boð fyri fjølmiðlarnar boð- in við. Til tess at fíggja ferðina, hevur Petur Andrew heitt á Føroya Landsstýrið, Føroya Løgting, Fiskimannafelag- ið, Skipara- og Navigatør- felagið, Maskinmeistara- felagið og Reiðarafelagið um at stuðla ferðini. Farið verður við Atlantic Airways úr Vágum 15. mai beinleiðis til Newastle, og komið verður aftur 17. mai, beinleiðis úr Newcastle. Minningarhald í Newcastle fyri sjólætnar føroyingar TÍÐINDASKRIV frá Ferðaráð Føroya "Tað er lætt at lata seg lokka av útlendskari lýkku. Tað vita vit føroy- ingar, tá ið vit, tyngdir av vondum vetrum, síggja summarið nærkast. Tá hugsa vit um at fara. Av landinum. Men hesa ferð fara vit at ferðast í okkara egna landi. Sostatt sleppa vit undan at kenna okkum útihýst, tá ið útlendingar á kenslubornan og liv- andi hátt geiða frá upp- livingum. ...Nei í ár rýma vit ikki undan oyggjunum, tá ið tær eru vakrastar. ...í Føroyum er eingin ófriður, men nógvar spennandi upplivingar, ið bíða. Her er gott at ganga, spennandi at sigla og stórbært at súkkla. Og her er marg- broytt mentan, flølbroytt fuglalív og ørandi av- bjóðingar, ið bara bíða eftir tær....Ferðast her, spar pening og slepp av við strongdina á leiðini. ..." Orðini eigur nýggi faldarin ‘Frí í Føroyum’, sum í vikuni verður borin út í hvørt húsarhald, sam- an við SMS blaðnum. Hósdagin 13. mai kl 10 byrjar tiltakið ‘frítíð og ferðavinna’ á torginum í SMS, og tað er í hesum sambandi, at faldarin kemur út. Endamálið er, at kveikja áhugan hjá føroyingum at ferðast í Føroyum. Ymisk evni verða lýst, eitt nú sigling, fisking, kaving, gongu- og súkkluferðir, fuglar og mentan. Harafturat eru einstøk tilboð frá veitar- um kring landið og í SMS blaðnum kanst tú eisini lesa ymsar hug- leiðingar um at ferðast í Føroyum. Ferðaráðið og kunn- ingarstovurnar eru á torginum frá hósdegnum kl. 10 til og við leygar- dagin kl. 14. Føroyskar útgávur Seinasta ár kom ein faldari um sjófulgar út á føroyskum. Faldarin, sum var nevndur í grund- gevningini tá Ferðaráðið fekk 3. virðisløn í Scandinavian Travel Award sum besta ferða- mál, er gjørdur við stuðli frá táverandi Oljumála- ráðnum og í samstavi við Føroya Náttúrugripa- savn. Næsta ár er ætlanin at gera ein faldara um heiðafuglin. Gongufaldarin, sum var grundgevningin fyri, at Føroyar fingu 3. virð- islønina sum besta ferða- mál, verður nú tøkur á føroyskum. 12 bygda- gøtur og 2 ferðaleiðir verða lýstar og dentur er lagdur á týdningin av at vísa náttúruni og djóra- lívinum ans og atlit. Eis- ini verður víst á vanliga siðvenju tá tú ferðast í haganum. Tað er Randi Meitil, ið hevur skrivað tekstin til faldaran og ReproZ hevur tikið sær av umbróting og prenti. Faldarin kostar 10 kr. Í fjør var ein vegleið- ing um skelting á bygda- gøtum send øllum kommunum. Nakrar kommunur hava sett gøturnar í stand og bílagt bygdagøtutalvur. Hetta hevur stóran týdning fyri tann ferðandi, bæði tá talan er um trygd, upp- lýsing og ferðslu. Ferða- ráðið vónar framhald- andi, at allar kommun- urnar taka stig til at gera neyðugar ábøtur á við- komandi bygdagøtum og ferðaleiðum. Ein onnur útgáva verð- ur eisini at fáa á torginum hósdagin. Talan er um ein nýggjan súkklufald- ara við íalt 15 farleiðum kring allar Føroyar. Túr- arnir, sum eru ymiskir í longd og torleika, eru ætlaðir sum íbirting til teirra sum kundu hugsað sær at súkkla í Føroyum. Ferðavinnuportur og heimasíða Á torginum verður somu- leiðis høvi at leita sær kunning á nýggja ferða- vinnuportrinum www.visit-faroeislands.com og á nýggju heimasíðuni hjá Ferðaráðnum www.tourist.fo Sólrun Christiansen Skálavík 08.05.2004 Sjáldan havi eg skrivað nakað lesarabræv, men nú haldi eg, tað er bæði synd og skomm, sum Dimma- lætting skrivar um hesar neyðars teilendingarnar, ið vit hava her. Eg vóni ikki, at hon er eitt sambandsblað longur, tí so ger hon okkum sambandsfólkum fyri skommum. Tosa um Oyggjatíðindi; nei, tað er sum ein sól afturímóti tykkum. Teir taka kanska okkurt, ið teir fá fatur á, men tit taka upp úr ongum. Og so tit í Útvarpinum; forteljið okkum heldur okkurt gott og hugaligt enn bara keðiligt. Virkið stendur so har og vónandi komið fyri at vera. Nú er tað so leigað út, og sum eitt lítið land vit eru, gongur upp og niður við tí, sum hoyrir sjónum til, so eru fylgjurnar hareftir á landi. Alt hongur jú saman og er eitt hjól, sum skal mæla. Soleiðis var tað eis- ini her. Upsaprísurin var lítil, kanska ringt at fáa selt og annað, men tað fylgi eg nú ikki so væl við. Teilendingarnir fóru heim at halda jól og vænt- aðu at kunna byrja aftur eftir nýggjár. Teir vóru glaðir at koma aftur, havi eg forstaðið. Ella høvdu teir ikki komið aftur, siga teir. Teir liva, sum vit: hava hund, fiska seið, egna av og á til stuttleika, spæla fót- bólt. Nógvur ungdómur gongur inn til teirra, har lurtað verður eftir tónleiki, og har teir fáa nógv gott. Teir liva ikki á nøkrum hungursmarki og hava heldur ongantíð gjørt tað. Hesar keldurnar munnu einaferð fara at torna upp, um tær so flóta yvir nú við eitrandi drykki. Eg skilji ikki, hvat tit tjóðveldisfólk hava ímóti hesum fáu út- lendingunum. Tit forfylgja teimum ordiliga á øllum økjum. Hvussu ofta hava ikki verið rannsóknir í heiminum, har tey búgva? Hvussu ofta hava tey ikki verið hjá myndugleikunum bæði á Sandi og í Havn? Nú hoyri eg aftur, at tey skula til Havnar fyrsta dagin. Tit viðfara tey sum brotsmenn og ikki sum friðarfólk. Tað er einki løgið, at tey ræðast løgregluna verri enn Illa- mann. Tit hava gjørt bygd- ini fyri skommum. Í Opin- beringini 9-19 stendur: "…tí at vald hestanna er í munni teirra og í hølum teirra, tí at halar teirra eru líkir høggorminum og hava høvd og við teimum gera teir skaða." Hesi nývaldu Heidi Peter- sen og hennara fylgisneyt- um hava vit hoyrt nógv frá. Eisini tá hon legði málið fyri Jógvan við Keldu. Í mínum eygum er hann meiri at sær komin enn at lurta eftir slíkari sjóvar- aldu, sum grundbrýtur í fínasta veðri. Eg rokni ikki við, at hetta er av kærleika og umsorgan. Tú leikar so í. Komið heldur og vitjið og gevið teimum eitt herða- klapp, tí í dag er heimurin so lítil, at vit næstan kenna hvønn annan. Er tað kanska húðarliturin, mál ella ment- an? Tí har eru vit ymisk, men í Guðs eygum eru vit øll eins. Eitt dømi hoyrdu vit nú eitt kvøldi, har tað vóru 40% av teimum út- lendsku kvinnunum, ið komu á Kvinnuhúsið. Hetta sigur okkum nakað um føroyingar. Nei bæði tú og alt hatta harkaliðið koyrt í ein posa og bundið væl um. Trúgv tí, teir hava keldur norðanfjørðs, sum fortelja teimum alt, líka so væl sum tit sunnanfjørðs. Her komu sekkir við mati nú eitt kvøldi, kanska væl meint. Teir vórðu settir í fangið á Heðin Brú. Onkur helt, at hann hevði hug at smílast, tí hann stendur sum ein bygdamynd beint við húsini, har teilending- arnir búleikast og sær bæði seint og tíðliga, hvat tey draga til hús av góðum mati og øðrum. Men hvat hendi? Tey vildu einki hava úr posanum, tí tey eta ikki slíkt, men góvu tað til onnur. So har bleiv mangur svangur búkur mettur og væl settur. Tað var sum í oyðimørkini, har blivu øll mettað og nógv leyp av til dagin eftir. Eg koyrdi aftaná nøkrum teilendingum nú ein dagin tær fóru til handils. Eg haldi tað var í døgurðatím- anum. Tær sóu út sum lýrar. Onkur segði frá teim- um, at samanlagt høvdu tær tikið 50 pund uppá øll som- ul. Eg hugdi hvat tey keyptu: eini 5-6 Caramel, Twix og Crunchie í part. Tey bóltaðu seðlarnar á diskin at gjalda við. Eg spurdi kassadamuna, um tey ongantíð skrivaðu upp, tað tey keyptu, men tað kom ikki uppá tal, visti hon at siga. Eg spurdi eisini, hvat tey keyptu: Nógva mjólk, grønmeti, høsnar- unga og fleskasteikir. Hvar er hungursmarkið? Ein maður fortaldi mær ein dagin, at hann hevði givið teimum eina eskju av flaki. Tey tóku hava, men tá hann sá hana aftur, høvdu tey sett eskjuna undir ein platt. Tey vilja einki hava frá øðrum. Kanska eydnan er við tykkum at fáa tey av aftur landinum og latið virkið í Skálavík aftur, tá kunnu tit dansa um Gullkálvin. Trý virkir eru í oynni, so tað letur seg ikki gera at manna virkið í Skálavík bert við føroyingum. Nú hevur tí- betur verið nokk at gjørt í nakrar dagar. Tað hoyrist um kreppu hvønn dag, og hvør man tá fara at vera fyrstur av landinum? Ikki Palleba. Tað verða hesi, sum stríðast sum úlvur á skóg í løtuni, har tit fáa út- búgving, arbeiði og annars alt gott til lívsins uppihald. Takið nú í egnan barm og steðgið við hesum ágang- inum ímóti hesum útlend- ingunum. Tit skuldu havt annað og meiri at tykist við í tykkara starvið enn at brúkt tíðina uppá hetta virkið og tey, ið har starv- ast. Tað er fyri mær, sum um tað hevur verið lagt eftir virkinum frá fyrsta degi av á ymiskan hátt. Tað tykist mær løgið, at tá ungir vinnulívsmenn royna at stápla nakað uppá beinini, at teir skula fáa slíka mótstøðu. Í Jákupsbrævið stendur: "Tungan er lítil í vavi, men tá hon fer til verka, kann hon fáa nógv frá hondini og sjálvdan verður tað til uppbyggjan av sál og likam" lag: Vár við lýggjum vindi Teilendarin grætur Ikki veit hvat hevur gjørt hoyrir sleyg og slatur væl í potti rørt. Latið okkum vera øll vit trívast her so gott royna flakið skera alt á bestan hátt. At vit eru svangir eta fliðu, fiska seið onkur legst í tangi sárt í búki sveið. Teilendingar gráta ongin góður er við meg øll um okkum práta farið tykkar’ veg. Rúni Nielsen formaður Unga Tjóðveldisins Tíðum verður havt á lofti, at brúkarin má verjast ímóti hesum og hasum. "Brúkar- in er so veikur og skrøbe- ligur, vit mugu gera alt fyri at verja brúkarin so hann ikki keypir seg í óføri". Hetta er nakað ræðuligt møsn og tvætl. Høvuðsendamálið við brúkaraverjutaluni er at gera brúkaran til ein klient hjá einum stovni afturat. Nú skulu brúkararáð og brúkararit taka avgerðirnar fyri brúkaran sum skal gerast ómyndugur at taka egnar avgerðir. Hetta er beinleiðis at stjala frælsi hins einstaki, og at leggja tað í hendurnar á tilvildarliga valdum fólk- ið, ið eisini - eins og brúk- arin - bert eru vanlig menn- iskju. Hví lyfta vit altíð samfe- lagið og stovnar tess upp á hetta óvikaliga sinnissjúka gudastøði, sum skal tað sær av hvørjum mansbarnið? Latið fólk hava frælsi til sjálvi at velja ímillum rangt og rætt á marknaðinum. Tað er grundleggjandi skeivt at taka hesi rættindi frá fólkið. Tað stríðir ímóti øllum frælsum fólkið gjøg- num øldirnar hevur vunnið sær rætt til. Brúkarastøðan er sterk- asta støðan nakar kann vera í. Tá ert tú dóma yvir røtt- um og skeivum. Tá er tað tín avgerð ið øll bíða eftir. Tá er tað tú sum ert harri yvir avgerðini. Vit mugu ikki leggja hesa avgerðir yvir í stovnar til onnur at ambæta. Tí hvat verður tað næsta? Ein løg- tingsveljarastovnur? VIÐMERKINGAR Frí í Føroyum Brúkarin er sterkur Hvør er næsti tín? C M Y K 11 10