mikudagur 12. mai 2004síða 7
‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 89 - 12. mai 2004
Nr. 89 - 12. mai 2004
13
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum,
at maður, pápi, abbi og bróðir okkara
Ragnar Johansen
úr Vági
lærari í Naksskov
andaðist 9. mai, 67 ára gamal.
Jarðarferðin verður úr Nicolaj kirke í Naksskov
hósdagin 13. mai.
Else, Anna Elisabeth, Rakul, Ark og Finnur
Tøkk
Vit takka hjartaliga øllum, sum sýndu samkenslu
og hjálpsemi, tá kæra mamma, vermóðir
og omma okkara
Emma Kruse
Tórshavn
doyði og varð jarðað.
Hjartaliga takk fyri peningagávur til barnalegurnar
í Grønlandi.
Eina serstaka tøkk til starvsfólkið á Ellisheiminum
í Havn.
Poul Einar, Una og Kristian
Kunngjørt verður, at okkara kæra mamma,
vermamma, omma og langomma
Rasmina Dam
frá Norðskála
andaðist í heiminum mánadagin 10. mai,
83 ára gomul.
Jarðarferðin verður úr Norðskála kirkju
hósdagin 13. mai kl. 14.00.
Vegna tey avvarðandi
Ása, Bjarnhild, Bjartur og Steinbjarta
Dagurin
12. mai. Pancratius, deyður imleið ár 300. 13 ára
gamal drongur, sum varð tikin av døgum fyri trúar
sakir.
Seinasta leygardag
vórðu danska Linda
og hálvi føroyingurin
Poul Hansen vígd í
Vor Frue kirke í
Keypmannahavn. Tað
serstaka við tí er, at
hetta var seinasta
vígslan í kirkjuni,
undan Fríðriki krún-
prinsi og Mary
Donaldson. Fjølmiðl-
arnir gjørdu nógv
burtur úr vígsluni og
enntá eitt avstralskt
blað skrivaði um
hana
KRÚNPRINSA-
BRÚDLEYP
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Leygardagin
varð
tann
seinasta vígslan hildin í Vor
Frue Kirke undan krún-
prinsabrúdleypinum í ovur-
morgin. Seinasta parið at
gifta seg vóru danska Linda
og hálvi føroyingurin Poul
Hansen.
Poul Hansen er sonur
havnarmannin
Ingvald
Hansen, og mamma hans-
ara eitur Vivi Hansen og er
donsk.
Abbi
Poul
æt
Frits
Hansen av Reyni í Havn og
omma hansara Elisabeth
Maria Kristina Joensen,
ættað av Hvítanesi.
Henda seinasta vígslan í
kirkjuni undan kongaligu
vígsluni fór ikki stillisliga
aftur við borðinum. Fjøl-
miðlarnir gjørdu nógv burt-
urúr.
Eitt av bløðunum, sum
gjørdi serliga nógv burturúr
var BT. Í sunnudagsblað-
num er forsíðuávísing um
nýgiftu hjúnini, sum hitaðu
upp fyri krúnprinsaparin-
um. Og á baksíðuni stór
grein og tvær myndir av
vakra brúðarparinum.
Í BT stendur, at enntá, at
ein avstralsk avís eisini var
komin at dekka brúðar-
vígsluna, og tað hevði
brúðarparið neyvan roknað
við. Ei heldur, at fólk næst-
an ikki sluppu fram at at
blaka rís eftir parinum, tá
vígslan var av, fyri mynda-
monnum hjá teimum ymsu
fjølmiðlunum.
Men tey bæði lukkuligu
hjúnini lótu ikki til at hava
nakað í móti tí, og tey still-
aðu glað upp til mynda-
tøku.
Nógv skemt
Við BT sigur brúðgómurin,
at tey hava skemtað nógv
við hesum, at tey eru tað
seinasta brúðarparið undan
sjálvum krúnprinsaparin-
um.
– Vit hava eitt nú tvætlað
við, at vit kunnu bara lata
okkara prýði standa, so at
Mary og Fríðrikur kunnu
lána tað, segði Poul Hansen
við BT beint eftir vígsluna.
Tey bíløgdu kirkjuna í
juni mánaði í fjør, eftir at
Poul hevði lagt seg á knæ
og fríggjað til Lindu. So-
statt var hetta langt framm-
an undan trúlovingini hjá
Fríðriki og Mary. Men so
skjótt sum tíðindini bórust
um teirra trúlovilsi, ringdi
Poul til kirkjuna fyri at
tryggja sær, at tey fram-
vegis kundu verða vígd í
henni.
Tey bæði siga við BT, at
Vor Frue Kirke er ein
ómetaliga vøkur kirkja at
verða vígd í. Og BT skriv-
ar, at Linda strálaði sum ein
prinsessa, tá hon gekk fram
eftir
vakra
gólvinum
framman fyri teimum 70
gestunum, sum tó ikki
rúgvaðu nógv upp í stóru
kirkjuni. Øðrvísi verður tað
helst fríggjadagin, tá øll
1.500
sitiplássini
helst
verða upptikin.
Eftir vígsluna koyrdi
parið vekk í einum ameri-
kanskum bili til Hotel
Skjalmhvide, har brúðar-
veitslan varð hildin.
Og síðani leygardagin
hevur kirkjan so verið
stongd, meðan allar fyri-
reikingarnar til tað konga-
liga brúdleypið ganga fyri
seg.
Føroyingur hitar sessin
hjá krúnprinsinum
Hálvi havnamaðurin Poul Hansen við sínari prinsessu Linda, í Vor Frue Kirke seinasta
leygardag. Tey vóru tey seinastu at verða vígd í kirkjuni undan krúnprinsaparinum
Mynd: Mogens Flindt – BT
BT hevði nýgifta parið á forsíðuni sunnudagin. Og sjálvt ein avstralsk avís fylgdi vígsluni hjá
Lindu og Poul
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Hósdagin 6. mai var
móttøka á Blákross-
heiminum í Lyggøtu í
Havn í sambandi við
at stovnurin fylti 20
ár. Leiðari á Blá-
krossheiminum er
Olga Magnussen, sum
tók við eftir Sólborg
Dulavík í 2001
20 ár eru liðin síðan Blá-
krossheimið í Havn verð
sett á stovn. Byrjað var 6.
mai 1984 í Kongagøtu, og í
1987 var flutt niðan í Lyng-
gøtu, har stovnurin hevur
hildið til síðan.
Nógv fólk møttu til mót-
tøkuna, og fleiri talur vóru
hildnar. Leiðarin á stovnin-
um, Olga Magnussen, beyð
vælkomin og segði frá um
stovnin. Onnur sum hildu
røðu vóru: Jaspur Lang-
gard, aðalskrivari í Bláa-
krossi Føroya, Hans Pauli
Strøm, landsstýrismaður í
almanna- og heilsumálum,
Alfred
Petersen,
fyrrr-
verandi nevndarformaður,
og Martin Kúrberg, starvs-
fólk á heiminum.
Sólborg Dulavík byrjaði
sum leiðari, tá Blákross-
heimið varð sett á stovn 6.
mai 1984, og var hon leið-
ari til 2001, tá Olga
Magnussen tók við.
Í fjør vóru 235 innlegg-
ingar, har 63 prosent av
teimum vóru rúsdrekka-
misnýtarar og hini vóru
blandingsmisnýtarar, sum
nýta bæði rúsdrekka og
onnur rúsevni.
Á Blákrossheiminum eru
11,5 ársverk, har arbeiða
lækni, sjúlrasystir, alkohol-
ráðgevi, kokkur, assistentar
og náttarvaktir.
Blákrossheimið er eitt
viðgerðarheim, har fólk
kunnu koma í viðgerð í um-
leið seks vikur. Eisini hevur
stovnurin tilboð um ambu-
lanta viðgerð fyri misnýt-
arar og teirra avvarðandi.
Blákrossheimið, Lynggøta:
Blákrossheimið 20 ár á baki
Olga Magnussen er leiðari á Blákrossheiminum í Lynggøtu
Mynd: Jens Kristian Vang
Poul Jákup Thomsen, ið
javnan heldur fyrilestrar
á heiminum, og Bjarni
Bæk, dómpróstur
Mynd: Jens Kristian Vang
Starvsfólk á heiminum:
Martin Kúrberg, og
Jegvan Bæk,
sálarfrøðingur
Mynd: Jens Kristian Vang
Móttøka í hugnaligum umhvørvi í Lynggøtu 10, hósdagin 6. mai
Mynd: Jens Kristian Vang
C
M
Y
K
13
12