Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-09-24, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. september 2013síða 34

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 25. septmeber 2013 · Nr. 110 34 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Tað var Fróði Sivertsen, sum seinnapartin mánadagin stóð fyri framløguni um gongdina hjá fiskiskipaflotanum, sum er ein afturvendandi greining, ið grannskoðaravirkið Januar hevur gjørt í fleiri ár - onnur ár undir øðrum navni. Eins og seinnu undanfarnu árini var framløgan aftur hesaferð í snotuligu hølunum hjá Norðoya Sparikassa í Miðlon. – Hetta er ein greining, sum vit hava gjørt heilt síðan 1996, fyrst undir navninum Rasmussen & Weihe, síðan sum Nota – og nú sum grann­skoðaravirkið Januar. Skemtandi tók Fróði til, tá hann byrjaði sína framløgu, at eingin veit, hvat navnið verður næstu ferð. – Kanska Apríl ella okkurt slíkt, legði hann brosandi aftrat. Hann segði, at hetta er fyrstu ferð, at hann hevur fingið heiðurin at standa fyri framløguni. Greiningin Fróði Sivertsen segði, at bólk­ ingin av skipunum er sam­ bært lógini um vinnu­ligan fiskiskap, og hesaferð eru nóta­skip og ídnaðarskip løgd saman í ein bólk, sum verður róptur pelagisk skip. – Vit hava hildið bólkar­ nar 4 og 5 uttan fyri, tí tað er trupult at gera nakra saml­ aða greining upp á hesar bólkar, tí ein partur av hesum skipum verða ikki rikin í partafelagsformi. Greiningin fevnir tí um bólkarnar 2 og 3 - og so tann bólkingin, sum er í lógini um vinnuligan fiski­ skap annars. Hann vísti á, at bólk­ ar­nir soleiðis eru pelag­isk skip, rækjuskip, verk­smiðju­ trolarar, partrolarar, lemma­ trolarar, línuskip, garnaskip og onnur skip. – Vit hava hildið tað vera rætt at halda par­trol­arar og lemma­trol­arar atskildar, men nú lemma­trolarar­nir eru komnir við í fiski­daga­ skipanina er væntandi, at hesir báðir bólkarnir verða lagdir saman í ein bólk í grein­ingini næstu ferð, segði hann. Gomul skip Fróði Sivertsen byrjaði fyrst við at hyggja eftir miðal­ aldrinum í okkara fiski­skipa­ flota og segði, at miðalaldurin sæð yvir allan flotan er 29 ár. – Tað eru serliga tveir bólk­ar, sum fella í eyguni. Tað eru línuskip, sum hava ein miðalaldur á 42 ár og garna­skip, sum hava ein miðal­aldur á 48 ár. Hann vísti á, at garnaskip eftirhondini er ein lítil bólkur við bara fýra skipum, harav summi skip bara eru í vinnu ein part av árinum. – Línu-og garnaflotin eru gamlir. Restin av skipunum í øðrum bólkum liggja so mill­ um 15 og 25 ár í miðal. Samlaða talið av skipum, sum eru við í greiningini hjá grannskoðaravirkinum Januar fyri 2012 er 70 skip, og tað er júst sama tal sum í 2011. Hyggja vit at árunum 2008 og 2009 var talið hesi bæði árini 76 skip. Færri skip Fróði Sivertsen ásannaði í síni framløgu, at tað er eitt minkandi skipatal, sum er við í greiningini. – Tað er serliga í bólk­inum línuskip, at talið er mink­andi. Hinvegin er ein vøkstur í skipa­talinum hjá par­trol­ arum. Orsøkin til, at talið av par­trolarum sveiggjar, er í fyrsta lagi, at skip hava ligið og hava soleiðis ikki verið við í greiningini øll ár­ini. Her hevur eisini ein ávís útskifting verið, har tey gomlu skipini ikki altíð eru farin úr flotanum, tá tey nýggju eru komin inn. Hann segði, at í onkrum føri, tá skip ikki eru tikin við, kann orsøkin vera, at rokn­ skap­urin ikki er latin inn – ella, at raksturin av skipinum er steðgaður. – Í ár er talan um eitt skip, sum er undir avtøku. Tað er Hoyvíkingur, legði hann aftrat. Betraður rakstur Fróði Sivertsen greiddi nú frá rakstrinum hjá øll­um fiskiskipaflotanum saman­ løgdum seinastu fimm árini. – Yvirornað ber til at býta tíðarskeiðið sundur í tvey. Árini 2008 og 2009 - og síðan frá 2010 og frameftir. Hyggja vit eftir árunum 2008 og 2009 hevði samlaði flotin – fyri óvanligar inntøkur – hall. Í 2008 var hallið stívliga 196 miljónir krónur, og í 2009 var hallið stívliga 69 miljónir krónur. Fiskiflotin vent halli til avlop – Sæð yvir allan fiskiflotan er úrslitið – áðrenn óvanligt - farið úr einum halli á 196 miljónir krónur í 2008 til eitt avlop í 2012 á stívliga 180 miljónir krónur. Hetta er ein stór øking og betran í gongdini, tá sæð verður yvir fiskiskipaflotan undir einum. Tað sigur Fróði Sivertsen, sum starvast hjá grannskoðaravirkinum Januar, ið júst hevur lagt fram sína greining av gongdini í fiskiskipaflotanum Tað var Fróði Sivertsen, sum vegna grannskoåaravirkið Januar hesaferð legði greiningina av fiskiskipaflotanum fram í hølunum hjá Norðoya Sparikassa í Miðlon Myndir: Vilmund Jacobsen Tað er serliga uppsjóvarflotin, sum hálar úrslitið hjá samlaða fiskiskipaflotanum upp á eitt gott avlop í 2011 og 2012. Gongdin hjá verksmiðju-og rækjuskipum er eisini góð