týsdagur 24. september 2013síða 35
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
35
Mikudagur 25. septmeber 2013 · Nr. 110
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hann vísti á, at samlaði
flotin tó kom við einum
positivum úrsliti fyri 2008,
tá óvanligar inntøkur vóru
tiknar við. Í hesum førinum
er talan um skipasølur sum
gera, at flotin samanlagt
hevði avlop í 2008 – men
framvegis eitt hall á slakar
50 miljónir krónur í 2009,
tá óvanligar inntøkur eru
íroknaðar.
Søla og kostnaður
– Hyggja vit eftir árunum
2009 til 2010 hendir eitt lop í
nettosøluni, og aftur í 2011 og
2012 er framvegis hækking í
nettosøluni. Samlað er netto
sølan økt við 35% hetta fimm
ára skeiðið, meðan annar
kostnaður í sama tíðarskeiði
er øktur við 21%. Hetta gevur
ein bruttovinning, sum er
øktur meiri, enn nettosølan
er økt í nevnda fimmára
skeiði.
Fróði vísti á, at starvs
fólkakostnaðurin
økist
í
hesum tíðarskeiði við 21% -
og soleiðis ikki við somu ferð
sum nettosølan. Tað merkir,
at starvsfólkakostnaðurin í
prosentum av søluni er ikki
øktur.
Hann segði, at avskriv
ingar eisini eru øktar nakað.
Tær hava sveiggjað nakað, tí
niðurskrivingar hava verið
av støðisognum, og serliga er
hetta hent í 2012.
– Fíggjarkostnaðirnir eru
minkaðir nakað og hava ver
ið generelt fallandi í hesum
tíðarskeiði. Tað er partvís
tí, at rentan er fallin í tíðar
skeiðnum, og eisini tí, at
nakrir
skipabólkar
hava
fingið goldið niður ein part
av skuldini. Hinvegin eru
fíggjarinntøkurnar øktar, og
ein orsøk er, at fíggjarstøðan
hjá nøkrum skipabólkum er
batnað. Í fíggjarinntøkuni er
eisini kursreguleringar í sam
bandi við skuld, og tað hevur
ávirkað okkurt árið, at kurs
vinningur hevur verið.
Fróði Sivertsen segði, at
samlað hjá fiskiskipaflot
anum samanløgdum er úrs
litið – áðrenn óvanligt – farið
úr einum halli á 196 miljónir
krónur til eitt avlop í 2012 á
stívliga 180 miljónir krónur.
– Hetta er ein stór øking
og betran í gongdini, tá sæð
verður yvir flotan undir ein
um.
Tilfeingisgjald
Hann vísti á, at tá hugt verð
ur at gongdini árini frá 2011
til 2012 er ein øking í netto
søluni á 2,3%, meðan annar
kostnaður er øktur við 17%.
– Nú eru hetta almenn tøl,
og vit hava ikki verið niðri í
roknskapunum og greinað
tølini nærri, men líkt er til, at
her er ein rímiliga stór hækk
ing í øðrum kostnaðum.
Fróði segði, at ein nærliggj
andi orsøk er, at talan í stóran
mun er um tilfeingisgjald.
– Hyggja vit at 2001 varð
tilfeingisgjaldið kravt inn við,
at kvotur vórðu seldar. Hetta
árið vórðu kvoturnar serliga
keyptar av einum felag, sum
ikki er við í hesi greining.
Hinvegin
eru
kvoturnar
veiddar av skipum, sum eru
við í greiningini. Tað merkir,
at
hetta
hevur
ávirkað
nettosøluna. Í 2012 kom til
feingisgjaldið inn sum eitt
veiðigjald og er helst bókað
sum annar kostnaður. Hetta
er soleiðis helst ein orsøk til
ta hækking sum er í øðrum
kostnaðum.
– Í aðrar mátar hevur olju
prísurin ligið á leið á sama
støði, so hann eigur isolerað
sæð ikki at vera orsøkin. Tað
er tí annar kostnaður, sum í
størstan mun er kvotukeyp,
ið ger, at úrslitið frá 2011 til
2012 er minkandi, segði Fróði
Sivertsen.
Hann legði aftrat, at til
feingisgjaldið í 2012 helst
hevur ligið millum 65 og 70
miljónir krónur.
– Tað er eingin loyna, at
vendin hjá fiskiskipaflot
anum í 2010 í stóran mun
kemst av, at Føroyar hava
ásett sær sína egnu makrel
kvotu. Størsti parturin av
kvotuni er fiskaður av upp
sjóvarskipum, og tí er tað
eisini serliga hesin skipa
bólkur, ið hálar eitt nú
heimaflotan við sær, soleiðis
at fiskipskipaflotin saman
lagt hevur eitt gott avlop í
2011 og 2012.
Sama gongd
Sosialurin fer at venda aftur
til greiningina hjá grann
skoðaravirkinum
Januar,
men samanumtikið kann
sigast, at gongdin í 2012 líkist
gongdini onnur ár, har upp
sjóvarflotin,
verksmiðju
flotin og rækjuskip eru teir
skipabólkar, sum hava bestu
úrslitini, meðan tað serliga er
hin traditionelli botnfiska
flotin, ið hevur trupult við at
fáa endarnar at røkka.
Soleiðis hevur gongdin í fiskiskipaflotanum – samanløgdum – verið árini 2008 til 2012
Talva: Januar
Bárður Nielsen var eisini við á framløgufundinum
mánadagin, har hann fekk eina neyva kunning
um, hvussu gongdin í fiskiskipaflotanum er
Fólk lýddu á framløguna hjá Fróða
Sivertsen við stórum áhuga
Allur flotin