týsdagur 24. september 2013síða 36
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 25. september 2013 · Nr. 110
36
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tíðargrein
Agga Niclasen:
meining@meyl.fo
Í
hesi eksperttíð, har viðgerðar
staturin devaluerar meininga
mannin við at fortelja honum,
at hann ikki endiliga er tað sterk
asta ginnið í skápinum, og tí hevur
brúk fyri hjálp at liva sítt lív, heldur
hann nú eisini tað vera neyðugt
at troka ekspertar inní ta løtuna,
har vit eru allarmest sárbær og
niðurnívd, og tí—vildi eg hildið!—
høvdu allarmest brúk fyri okkara
nærmastu.
Hetta eigur ikki at koma óvart
á okkum, tí vit fáa umafturum
at vita, hvat at hugsa heldur enn
hvussu at hugsa. Og ikki at vera ov
longi í bað, at áleggja sær ein ávísan
máta at spæla við tíni børn uppá,
nær tú skalt skola niður og, ja, lata
konuna bestemma, hvussu oftani
um vikuna tú skalt føla uppá teg
sjálvan... tá tú ert í bað—og tí, totalt
tufflandi, skaffa tær eitt yvirskegg
súmboliserandi okkurt krabbaátak,
kvinnur ella kvinnuligir menn hava
funnið uppá saman við onkrum
heilsuekspertum. Og, yvirhøvur,
hvat at eta, slett ikki drekka, og
als ikki roykja, hóast hetta skapar
ekstrema løtugleði.
Ella bara við at demonisera
trøllvaksið fólk við forboðum og
moraliserandi
leiðreglum,
sum
sampakka við lívsstílin hjá sunna
og serklóka miðalklassanum. Og,
sjálvsagt, tað seinasta skríggið: at
vanligi (post-) maðurin onki hevur
at gera í politikki.
So, familjan fær nú ikki eingong
frið og náðir at syrgja fyri tí alt
fevnandi vælferðarstatinum og
pengahungrandi sálarekspertum.
Um vit, familja og skyldfólk, í sjálvt
hesum, tá ið veruliga á stendur, ikki
eingong her sleppa at vera einsa
møll fyri terapeut-statinum, um
familjan ikki eingong her sleppur
at takkla sorg og sakn, veruliga,
hvat tramasta hava vit so familjuna
til? Eg meini, nær so skal familjan
brúkast og traðka í karakter?
Og so í eini tíð, har fólk trúliga
tørva sína nærfamilju og átrokandi
einsemi, at menna intellektuella
eg’ið, sum psykobransjan, um nakar,
átti at vitað nakað um, bjóðar
staturin massaterapi til massan.
Fantastiskt.
Hví skal staturin senda eitt
herlið av psykologum, psykiatarum,
psykoterapeutum og psykopatum
annars til ein vanlukkustað? Vissu
liga, høvdu vit spurt handa ekspert-
riðilin, tá hevði svarið verið okkurt
so ekspertsligt sum, “jú, tí hasi, ið
hava tørv á at snakka, hava tørv
á onkrum objektivum persóni, ið
bara lurtar. Altso, b-a-r-a lurtar”.
Ókey, super, men nær hildu vit,
vanligi fólkamassin, so uppat at
vera “persónar”, og nær mistu vit,
familja, skyldfólk og annar ópro
fessionellur ekspertmassi, førleikan
at lurta? Og hvat er so eftir hjá
familjuni at hava ræði og ábyrgd
av?
Paul
McMullan,
fyrrverandi
News of the World-journalistur,
segði tað so gott, tó forbiið ótespiligt,
og hvat gongur hond í hond við
sosialdemokratisku ideologiini, nú
eisini styðjað av Steðga pedofili í
Føroyum: “Privatlív er hatta rúmið,
har ring fólk gera ring ting. Privatlív
er fyri pedofilar. Grundleggjandi,
eingin annar hevur brúk fyri tí.”
Men um vit nú líka droppa
“ekspert”-veitandi felagsskapir og
ættarliðs-eitrandi barnaváttanina,
Ann Mari og Mimmy, sum ikki
síggja samfelagið fyri pedofilum,
og
hvørs
skattaprosent
eigur
at dobblast, ikki fyri landasvik,
men pillbýttheit, tá sært tú, at
motivasjónin er tveyliðað.
Eitt, at av tí at allir aðrir respek
tablir og sálardrenandi vælferðar
statir gera tað, mugu vit eisini.
Tvey, at vælferðarstaturin í alt
størri mun er av tí hástóru fatan,
at tess borgarir eru býttir, og at
hann av hesum má blanda seg uppí
allastaðni. Tosa vit solidaritet, tá
meinast við statsligan solidaritet,
statsligi felagsskapurin. Aldri, Gud
forbjóði tað, solidaritetur manna
millum. So, onki “ekspertfrítt” og
“statsfrítt” øki, tí grundleggjandi
hevur eingin brúk fyri tí.
Tað vil siga, motivasjónin fyri
statin. Fyri psykobabblarnir, eisini
tveyliðað. Eitt, pengar. Tvey, at
upphevja sín egna, yvirvurderaða
betýdning.
L
íka aftur til dinosaurarnar hava
betrivitandi ekspertar hildið
fjøldina verið skraltóma, og at best
var, um vanlig fólk ikki fóru uppí
politikk, ella løgdu seg útí sam
ansett viðurskifti sum heild... tí tey
mangla neyðuga serkunnleikan.
Hugskotið, at vit mugu hava
meiri ekspertisu í politikk og øll
lívsins mál, líka inn í privatlívið, er
tí ikki nýtt. Men eg haldi, fyri hvat
tað er vert, at tað altíð hevur verið á
øvutkoyrandi meðni í kjakinum um
fólkaræði.
Tí hetta er eitt hugskot, ið
heldur enn gjarna lýsir vanlig
fólk sum óupplýst og hálvbýtt. At
hevði tað ikki verið fyri statinum,
stovnum og stovum, so høvdu vit
pissað í havan hjá hvørjumøðrum
og etið í City heldur enn at gjørt
nakað so ósexut sum at runnið eitt
hálvmaraton og vaska klæði við
hálvari maskinkraft.
Og tá ið tað kemur til seriøst
politiskt kjak sosum undirsjóvar
tunnlar, barnaváttanir og rætt
arvísindi, ja, tá er tað óforsvarligt at
lata okkum práta við, fyri ikki tala
um at bestemma.
Slíkt útsýni livir ídag, av tí at
vit í yvirgearaðan mun eru farin at
halda, at samfelagið hevur brúk fyri
meiri serfrøði og minni ideologi.
Meiri vísindi, minni passión. Fleiri
tølum, færri sannføringum. Fleiri
umráddum fólki frá elituni, færri
klikkheysum frá fjøldini. Ella, og
meiri ítøkiligt, slíkum fólki, ekspert-
elskandi
háborgarir
sum
Elin
Michelsen og Jonhard Mikkelsen
kunnu góðtaka. Fólk, ið eru annað
enn bara, ja... postmenn.
Um nakað skilur fyrr og nú, tá
er tað, at har tað fyrr vóru gomul
konservativ mogghøvd, ið altíð
hildu seg vita betri, og at tey ríku
og ekspertar eiga at stýra illa-
informeraða
undirklassan,
eru
tað nú ungir herðataskuberandi
lortendar við yvirvaksnum oyra
búffum – teir kalla seg vinstravendir
rationalistar og humanistar – sum
siga, at politikkur hevur brúk fyri
fleiri serfrøðingum og færri prole
tarum.
Nýliga heksajagstranin av Kára
P. Højgaard, sum í klunkum botnar
í nøkrum so infantilum sum hvat
maðurin einaferð hevur arbeitt
sum, er ikki sørt sigandi fyri hesar
“modernaðu CV-samlandi sosial
istar”.
At hoyra priviligerað umboð fyri
arbeiðararørsluna gera gjøldur úr
einum yrki, bert tí tað ikki krevur
stórvegis skúlagongd, hevði fingið
Marx at vent sær í grøvini.
Jú, væl trúði Marx uppá fólk
ið, og hann var ein fjeppari av
menniskjasligari frígering heldur
enn einum vælferðarstatsligum
‘avhengigheits’-kulturi. Týdningar
mest, tó, var respektin fyri tí, at
hava eitt arbeiði; ein moralsk
síðustillan av øllum arbeiði. Eisini
tí, ið umfatar ein bláan búna og
knallert við tí skyldurøkjandi
úrsliti, at eisini tey í Oyndarfirði
fáa sín jólapost.
Afturat hesum hevur formaður
Sjálvstýrisfloksins —s o frægt eg
veit — aldri verið bangin fyri at
arbeitt, hvat er væl meiri enn tú
kanst siga um nøkur teirra, ið vóru
á Vaglinum handa leygardagin í
august og ikki kundu bara sær at
klappa og flenna fjákut við Jonh
ardi eftir Kára.
N
útímans róp eftir meiri ser
frøði í politikk og privatlív er
væl verri enn nakað aristokratiskt
yvirlegni, tí tað er so forbiið ófólka
ligt og falskt. Umvegis tyranniska
tøgn ella við at hava óskúlaða ar
beiðsklassan fyri rukku er rópið
ídag trúliga seriøst í síni roynd at
forvandla
rímiliga-vitandi-fólk
til ekspertar, skumpa hesar inní
alt politiskt og handa teimum ein
nærum guddómligan status. So
kveistrandi, so altumvaldandi. So
ódemokratiskt.
Ýlið “vit eru eisini serfrøðingar!”
vitnar nettupp um eitt ekspert-
desperado.
Bara
umdoypanin,
pedagog til námsfrøðing, er ríviliga
avdúkandi og ber á brá av vantandi
sjálvsáliti og virðing fyri sínum
faki; tí er tað, at vit síggja hesa
grundleggjandi ótoleransuna fyri
menniskjasligum diversiteti við alt
fleiri óskikkaðum og láturligum
symptom-viðgerandi diagnosum.
Og so sjúkra-røktar-frøðingar-nir,
hvørs yrki ikki er fatað av akademia,
men er eitt umsorganarfak. Enn
sum altíð. Og sálarfrøðingar, sum
ikki eru serfrøðingar. Bara psyko
logar. Fakfólk, sum í besta føri
hava ein evri førleika at fata nøkur
sálarlig viðurskifti.
Tá vit so vónleyst ynskja prógv
og serfrøði at verða lokomotivstjóri
í føroyskum politikki, hava vit eina
politiska kreppu. Grundin til, at
politikarir hava mist sín moralska
myndugleika og ikki longur føla, at
teir eru førir fyri at taka avgerðir,
er søgulig og fløkt. Men konse
kvensurin er, at teir skipa upp sín
myndugleika til vísindamenn, til
“ekspertar”, hjá hesum at útvega
sær myndugleika at taka avgerð—
oftani ein avgerð, teir langtsíðani
høvdu tikið, men vóru ov moralskt
úrlatnir at skora ígjøgnum.
Men kreppan er vend upp og
niður. Tí tað, sum er ein hugskots
kreppa í elituni, verður nú stillað
út sum ein skynsemiskreppa í
massanum. Men problemið er ikki
massin. Problemið er, at politiskir
flokkar og hugsarir ikki megna at
koma við radikalum og framtíðar
rættaðum programmum fyri sam
felagið.
Problemið við fólkaræðinum er
ikki fólkið, tess luttakarir, men tess
innihald, ella eginliga mangul upp
á sama. Og mest skuffandi er at
síggja, hvusu serliga “sosialistiski”
parturin av mentanarelituni hevur
góðtikið idéina um, at tað er tann
tolluti og ráðleysi borgarin, ið er tað
demokratiska problemið.
T
að er einki óverdugt í tí at vera
postmaður. At hoyra yvirklókar
floksformenn umrøða ein annan
floksformann “Kára Post” er tí ikki
í ordan. Hvussu feitt er tað kanska
at blíva kallaður Pylsu Poul?
Møguliga eru vit ikki so gløgg
og yvirskrivaraslig sum nøkur av
hasum mótmælis-geniunum á Vagl
inum í teirri ódámligu heksajakt
av Kára P. Højgaard, men vit hava
allíkavæl eina meining og moral,
eitt brennandi ynski um og eina
trásjúka langtan eftir sjálvræði,
og, faktiskt!, tað er eginliga alt, tú
hevur tørv á fyri at vera ein góður
borgari og gera góðan politikk.
Vanligi maðurin bardist í øldir
fyri politiskum og privatum sjálv
ræði, fyri rættin at gera moral, at
gera politikk, at bestemma sína
egnu og landsins lagnu. Av hesum er
víðgongda girndin eftir ekspertum
og dissanin av óekspertum serliga
órógvandi — ikki minst tá ið tað
kemur til mannasorg sum úrslit av
vanlukku.
Frels okkum frá ekspertunum
Problemið er ikki massin. Problemið er, at politiskir flokkar og hugsarir ikki megna at
koma við radikalum og framtíðarrættaðum programmum fyri samfelagið
Nýliga heksajagstranin av Kára P. Højgaard, sum í klunkum
botnar í nøkrum so infantilum sum hvat maðurin einaferð
hevur arbeitt sum, er ikki sørt sigandi fyri hesar “modernaðu
CV-samlandi sosialistar”
Formaður Sjálvstýrisfloksins – so frægt eg veit – hevur aldri
verið bangin fyri at arbeitt, hvat er væl meiri enn tú kanst
siga um nøkur teirra, ið vóru á Vaglinum handa leygardagin í
august og ikki kundu bara sær at klappa og flenna fjákut við
Jonhardi eftir Kára