týsdagur 24. september 2013síða 37
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
37
Mikudagur 25. september 2013 · Nr. 110
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðargrein
Føroyar eiga eisini at hjálpa
heimsins neyðstøddu
Amnest
International
Føroya Deild
A
mnesty
International
Føroya Deild fer á Fólka
fund í Klaksvík, og tá fara
vit at minna á, at almennu
Føroyar ikki hava tikið støðu
til spurningin um flóttafólk.
Vit hava sostatt ikki tikið
støðu til “hví” ella “hví ikki”
Føroyar hava eina altjóða
ábyrgd. Í samband við, at tað
í samgonguskjalinum stend
ur, at vit skulu yvirtaka út
lendingamál, mælir Føroya
Deild til, at Føroyar eisini
staðfesta
okkara
ábyrgd,
hóast talið av flóttafólki í
einum lítlum samfelag altíð
verður sera avmarkað.
“Gloym ongantíð, at vit
øll eru eftirkomarar hjá til
flytarum.”
Soleiðis segði legendariski
amerikanski forsetin, Frank
lin D. Roosevelt, seinast í
tretivunum. Umleið 50 ár
seinni svaraði ein annar
kendur amerikansur forseti,
Ronald Reagan, at “ein tjóð,
sum ikki hevur tamarhald
á sínum landamørkum, er
eingin tjóð”.
Roosevelt
og
Reagan
høvdu báðir rætt. Heimurin
er lutaður sundur í statir við
landamørkum, og tað krevur,
at myndugleikar hava eftirlit
við til- og fráflyting. Sam
stundis metir Amnesty Inter
national, at øll lond eiga at
liva upp til altjóða sáttmálar
og ábyrgd at hjálpa neyð
støddum menniskjum eftir
førimuni.
Ein lítil partur av heimsins
tilflytarum eru flóttafólk.
Hetta eru millum heimsins
mest
sárbæru
borgarar.
Menniskju, sum mugu rýma
frá húsi og heimi orsakað av
kríggi, hungursneyð, náttúru
vanlukkum o.s.fr.
Kjakið um útlendingapoli
tikk, flóttafólk, integratión og
mentanarligan sameksistens
hevur
myndað
almenna
rúmið í stórum pørtum av
vesturheiminum
seinastu
ártíggjuni. Tilflytingin er
økt, og tað er stuðulin eisini
til teir flokkar, sum arbeiða
fyri herdari lóggávu á øki
num. Í ársfrágreiðingini hjá
Amnesty International 2013
ávarar felagsskapurin um,
at herd marknaeftirlit og
politisk fordøming eru við til
at skapa fremmandahatur og
økja um ta vanvirðing og tann
harðskap, sum hesi sárbæru
menniskju eru í stórum
vanda fyri. Felagsskapurin
vísir á, at stundin er komin
til, at altjóða samfelagið
av nýggjum staðfestir sína
ábyrgd at verja allar heimsins
borgarar – serstakliga tey
mest sárbæru. Tað snýr seg
um at viðurkenna, at okkara
felags lagna er spunnin úr
einum og sama garni, soleiðis
sum Martin Luther King
Junior orðaði seg í 1963: “Tað,
sum ávirkar ein beinleiðis,
ávirkar øll óbeinleiðis.”
Hava Føroyar
eina ábyrgd?
Í sambandi við at Amnesty
International
hevur
sett
viðurskiftini hjá flóttafólki
hægst á evropeisku dag
skránna, hevur Føroya Deild
eisini spurt, hvørt Føroyar
hevur eina altjóða ábyrgd at
taka ímóti flóttafólki? Hetta
hevur elvt til eitt neyðugt
kjak, og vit eru byrjað at tosa
og hugsa um hesi viðurskifti.
Føroya Deild hevur ta greiðu
sannføring,
at
politiski
myndugleikin eigur at taka
eina støðu, tí nú fyrihalda vit
okkum als ikki til spurningin.
Vit spyrja hvørki “hví” ella
“hví ikki” og lata onnur um
sita spurningin fyri okkum.
Og tá er vandi fyri, at vit
byggja okkara meiningar á
fordómar og ikki á vitan um
grundleggjandi rættindi hjá
tí einstaka menniskjanum.
Hvussu nógv
tosa vit um?
Á almennum tiltaki, sum Før
oya Deild skipaði fyri 2. mai
í ár, tyktist semja millum
fakfólk og politikarar vera
um, at Føroyar eiga at taka
støðu til, hvørt vit skulu taka
ímóti flóttafólki. Og í hesum
sama viðfangi skal nevnast, at
talan er um sera avmarkaðar
nøgdir.
Um
Føroyar
t.d.
skuldi tikið ímóti sama talið
av kvotaflóttafólkum sum
Danmark per íbúgva, hevði
talan verið um 8-9 fólk um
árið. Ella t.d. tríggjar familjur
triðja hvørt ár.
Føroya Deild gjørdi eisini
ein stuttfilm, har umboð fyri
flestu politisku flokkarnar
svaraðu
spurninginum,
hvørt Føroyar skulu taka
ímóti flóttum ella ikki. Tjóð
veldi og umboð fyri Sam
bandsflokkin søgdu, at vit
hava eina moralska ábyrgd,
og at vit skulu taka ábyrgd
beinanvegin.
Hinir
fýra
flokkarnir hildu, at vit hava
eina moralska ábyrgd, men
at Føroyar ikki eru til reiðar
at yvirtaka flóttafólkaøkið
enn, og at økið má kannast
nærri.
Sambært samgonguskjal
inum skulu útlendingamál
yvirtakast,
og
politiski
spurningurin er so, hvørt
flóttafólkamál skulu yvir
takast samstundis ella ikki.
Sambært Bergi Berg em
bætismanni, er flóttafólka
økið helst einasta málsøkið,
sum ikki kann yvirtakast
við stuttum skotbrái. Um
økið skal yvirtakast, krevur
tað holla vitan og nýggjar
førleikar, soleiðis at nýggir
borgarar kunnu tryggjast
eitt virðiligt lív. Táverandi
landsstýrismaður
við
út
lendingamálum, Kári P. Høj
gaard, hevði ongar ætlanir
um at blanda flóttafólka
spurningin upp í yvirtøkuna
av útlendingamálum. Í dag
umsitur Jóhan Dahl máls
økið, og stóri spurningurin
er so nú, hvørja raðfesting
Jóhan
Dahl
vinnumála
ráðharri ætlar at geva flótta
fólkaspurninginum.
Verandi støða er ikki
haldbær, tí uttan mun til
politiska viljan eigur mál
ið at fáa eina virðiliga við
gerð á Føroya løgtingi. Av tí
at samgonguskjalið nevnir
útlendigaøkið, hevur Am
nesty Føroya Deild ta sann
føring, at almennu Føroya
samstundis eiga at staðfesta
eina moralska ábyrgd yvirfyri
flóttafólkaøkinum, tí hetta er
partur av útlendigaøkinum.
Síðani muga vit viðgera,
hvussu vit sum land kunnu
átaka okkum hesa ábyrgd á
ein skynsaman og ráðiligan
hátt. Væl vitandi, at Føroyar
eru eitt lítið samfelag.
Heimurin brennur
framvegis
Undir umrøðuni av syndar
ligu støðuni í Kosovo seinast
í nítíárunum var nógv kjak
um, at Føroyar skuldu taka
ímóti flóttafólki úr Kosovo.
Tað er ikki ov nógv sagt,
at politikarar og politiskir
flokkar royndu at yvirbjóða
hvønn annan í, hvussu nógv
flóttafólk føroysku politik
ararnir vildu hava til Føroya.
Trupulleikin var tó, at lógar
grundarlag ikki var fyri
hesum, og tað er tað fram
vegis ikki.
Í skrivandi stund er talið
av fólkum, sum eru flýdd
úr Sýria, yvir 2 milliónir, og
tøvurin á humaniterari hjálp
er ovurhondsstórur. Sambært
ST eru umleið 43 milliónir
flóttafólk í heiminum, og tey
flestu eru flóttar í egnum
landi. Av teimum 43 milli
ónunum eru 15 milliónir, sum
eru flýdd úr egnum landi til
onnur lond at søkja friðskjól.
80% av øllum flóttafólkum í
heiminum liva í sonevndu
menningarlondunum.
Ein
uppgerð hjá ST fyri 2011 vísti,
at 44 ídnaðarlond tóku ímóti
441.300 fólkum, sum søktu um
friðskjól. Ein stórur partur
av hesum fáa noktandi svar
og verða send heimaftur, og
tí er tað bert ein brotpartur,
sum fær friðskjól í nýggjum
landi.
Sambært ST eru umleið
172.000 fólk í heiminum í dag,
sum hava átrokandi tørv á
nýggjum heimi. Hetta eru
sonevnd kvotaflóttafólk, sum
ongan møguleika hava at
venda aftur til heimland sítt
í nærmastu framtíð orsakað
av ófriði og kríggi. Av hesum
menniskjum tekur USA ímóti
áleið 50.000, ES tekur 4-5000
fólk, og Danmark tekur ímóti
umleið 500 fólkum um árið.
Tað eru bert 24 lond, sum
liva upp til altjóða ábyrgd og
taka ímóti kvotaflóttafólki.
Amnesty
International
hevur átalað Danmark fyri
ikki at taka fleiri enn 500
fólk, felagsskapurin meinar,
at Danmark skal tvífalda
hetta tal.
Stundin er komin til, at
Føroyar eisini taka støðu
til spurningin. Og at Før
oyar eftir førimuni luttaka í
globala humanitera arbeið
inum fyri heimsins mest
neyðstøddu fólk..
Fakta um flóttafólk
ST-sáttmálin um flóttafólk frá 1951 er galdandi fyri
Føroyar, men orsakað av ríkisrættarligu støðu Føroya
er tað Danmark, sum umsitur hetta økið vegna Føroyar.
Heimsyvirlýsingin um mannarættindi hjá frá 1948 og
ST-sáttmálin um rættindini hjá flóttafólki frá 1951 eru
hornasteinar undir lóggávu á økinum. Hesir sáttmálar
staðfesta, at øll hava rætt til at søkja um friðskjól ímóti
forfylging. Øll hava rætt til eina rættvísa viðgerð av
teirra umsókn, og øll hava rætt at kæra eina avgerð.
Øll hava eisini rætt til málsliga og løgfrøðiliga hjálp.