mikudagur 12. mai 2004síða 8
‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 89 - 12. mai 2004
15
14
Nr. 89 - 12. mai 2004
fólk hug at halda á at dansa
eina løtu, og eftir sum nú
stevnan var í Vágum, var
trivið í Seyðamanin á
Sondum, sum mestum er
eitt eyðkenni fyri felagið
vestaneftir.
Jón i Bø skipaði Seyða-
mannin eftir gamlari upp-
skrift í Vágum, sum ikki
allastaðni fylgir teirri rað-
fylgju, sum givin er út í
bók. Ella er tað øvugt. Tað
merktist eisini á summum
av gestunum, at teir vóru
eitt sindur ovfarnir, tí teir
dugdu jú kvæðið, sum teir
høvdu lisið. Men í før-
oyskum dansi er tað so-
leiðis, at skiparin hevur
altíð rætt, og tað er
óskikkur og av summum
mett mestsum halgibrot, at
taka av honum. Og tann sið
duga dansifólkini, sum
koma saman soleiðis, so
tað gekk upp á stás.
Eftir at dansað hevði
verið uttan fyri eina løtu,
gingu fólk og hugnaðu sær.
Hittust og prátaðu til
klokkan leið at sjey, tá farið
varð til borðs í ítróttar-
høllini.
Tað at halda slíka stevnu
við eini veitslu fyri út móti
hálvtsættahundrað fólkum,
krevur sítt. Og tað arbeiðið,
sum lagt er í eitt slíkt tiltak,
verður latið ókeypis av
fólki, sum heitt verður á.
Tað er ikki smávegis av tíð
og orku, hesi fólkini leggja
í at fáa tiltakið at eydnast
so væl sum gjørligt. Og løn
teirra er nøgdsemi við at
hava gjørt eitt gott arbeiði.
Soleiðis ganga fólk og
stákast við matgerð og til-
og avrigging av hølum í
fleiri samdøgur bæði undan
og eftir slíka veitslu. Og
sannast má, at enn eigur
felagslívið onkran góðan,
hóast tíðin í aðrar mátar
tykist bæði strongd og
profittfikserað. Stóra tøkk
eiga tey, sum slíkt arbeiði
leggja eftir seg, uppiborna
fyri tað.
Út móti midnátt endaði
stóra borðhaldið í ítróttar-
høllini, og fólkið flutti seg
yvir í fimleikarhøllina, har
feløgini hvørt sær skipaðu
dansin til tann ljósa morg-
un. Í sama dýrdarveðri fóru
fólk heimaftur út á sunnu-
morgunin. Eina hugnaliga
uppliving ríkar.
Í fagrasta summar-
veðri varð regluliga
landsdansistevnan
sett á Giljanesi
leygardagin. Umleið
500 fólk hittust at
dansa, og dansað varð
til út á morgunin
FØROYSKUR DANSUR
Edvard Joensen
Vágar: Tað var rættiligur
stevnudámur yvir løtuni, tá
formaðurin í Felagskomm-
ununi í Vágum, Jónhild
Jørgensen, setti landsdansi-
stevnuna 2004 á skúlalað-
num á Giljanesi seinna-
partin leygardagin.
Úr øllum ættum komu
tey. Dansarar við bili og
bussi, og onkur var sanni-
liga eisini komin við flog-
fari. Av teimum 16 feløgun-
um, sum luttóku á lands-
dansistevnuni var í ár fyri
fyrstu ferð eitt útisetifelag
við. Tað var dansifelagið
Fótatraðk í Keypmanna-
havn, haðani umleið 20
fólk vóru komin heim at
luttaka á stevnuni.
At Landsdansistevnan er
komin fyri at verða, ivast
eingin, sum hug hevur til
føroyskan dans, eina løtu í.
Stevnan varð á fyrsta sinni
hildin í Vágum í 1983 og
hevur nú verið runt í øllum
landinum. Farið er undir
annað umfar, kann sigast,
nú hon aftur hevur verið
hildin í Vágum. Og á veitsl-
uni, sum varð hildin í
ítróttarhøllini á Giljanesi
um kvøldið, bjóðaðu dansi-
feløgini í Suðuroy til stevnu
í Suðuroy um trý ár. So
gongur tann gleðistreymur í
ring, sum tikið verður til í
Brúðarvísuni. Onnur stevn-
an í fyrra umfari varð júst
hildin í Suðuroy, so líkt er
til, at feløgini fara at halda
somu
ferðaætlan
sum
higartil.
Klokkan var umleið fýra
seinnapart, tá fyrstu gestir-
nir byrjaðu at koma á
Giljanes. Við bussum og
privatbilum
komu
tey
ymsastaðni úr landinum.
Ein tíma seinni var fult av
fólki á skúlalaðnum. Sólin
sá av heiðum himni, og
hitin var sum í suður-lond-
um. Ein vælsignað løta,
tosaði
fólk
og
onkur
skemtaði við, at kanska var
gott samband rætta vegin
her í hesi sambandsoyggj
av Guðs náði. Veðurmað-
urin á Sosialinum, Petur
Skeel, ið er íðin dansari,
var sum vera man eisini við
á stevnu, og hann fekk
eisini onkra blíða skemt-
andi heilsan sum tøkk fyri
gott arbeiði.
Eftir at umboð fyri Vága
Dansifelag hevði boðið
øllum, bæði gestum og
egnum limur, vælkomnum
á stevnu, setti Jónhild
Jørgensen,
formaður
í
Felagskommununi í Vág-
um, Landsdansistevnuna
2004.
Jónhil Jørgensen nam í
røðu síni við tann hugna og
stuttleika, føroyski dans-
urin hevur við sær. Og hon
kom eisini inn á hugskotið
við hesi stevnuni, sum í síni
tíð var sprottið í Vágum.
Eisini helt hon tað vera
bæði hugaligt og eisini
stuttligt, at fólk vóru komin
úr Danmark at luttaka á
hesi stevnuni.
Eftir setanarrøðuna varð
tikið
saman
uttanfyri.
Dansað varð í góðveðr-
inum, og so mikið lýtt var,
at tað stóð á hjá summum at
halda seg í troyggjuni.
Sum heiðurskvøðu til
stevnuna og dansin sum
heild, skipaði Jón Joensen í
Bø Tann føroyska dansin
hjá Andriasi Reinert í
Norðadali. Dansurin gekk
heilt væl, og fólk, sum
stødd vóru í Sandavági
undir setanini, søgdu aft-
aná, at tey hoyrdu týðuliga,
hvussu kvøðið varð á Gilja-
nesi.
Sum vera man høvdu
Tann føroyska dansin vilja vit verja
Eftir at stevna varð sett, varð dansað uttan fyri skúlan á Giljanesi
Mynd: Jens Kristian Vang
Jónhild Jørgensen, formaður i Felagskomununi í Vágum, setti
Landsdansistevnuna 2004
Fólk hugnaðu sær óført á stevnuni. Johan er fastur fúsur, tá
dansifólk koma saman
Mynd: Jens Kristian Vang
Fólk hugnaðu sær óført á stevnuni. Johan er fastur fúsur, tá dansifólk
koma saman
Mynd: Edvard Joensen
C
M
Y
K
14