mikudagur 12. mai 2004síða 9
‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 89 - 12. mai 2004
Nr. 89 - 12. mai 2004
17
Árliga musikkstevnan
varð hildin í Vest-
manna Dýra Biðidag
og leygardagin. Dýra
Biðidag var eitt skeið,
har fleiri útlendskir
tónleikarar vóru við,
og sjálv konsertin var
leygardagin
MUSIKKSTEVNAN
2004
Myndir: Jens K. Vang
Tekstur: Solby A. Eliasen,
solby@sosialurin.fo
Vestmanna: Hóast tað var
dýrdarveður, so má sigast,
at rættuliga mong vóru
komin í ítróttarhøllina í
Vestmanna at hoyra tey
tíggju luttakandi orkestrini
á palli til árligu musikk-
stevnuna. Men sigast skal
beinanvegin, at tá konsertin
leið móti endanum vóru
ikki nógv eftir. Konsertin
var alt ov long, hon vardi í
yvir fýra tímar, og tað er ov
longi hjá fólki at sita og
lurta. Serliga ein dag sum
leygardagin, tá sólin bakaði
uttanfyri.
Men tá tað er sagt, so
skal eisini sigast, at kon-
sertin var góð. Orkestrini
venja vanliga nógv til
stevnuna, og tað hoyrist aft-
ur. Stuttligt var eisini at
síggja, hvussu mong ung
eru við í teimum ymsu or-
kestrunum, og tað borgar jú
fyri framtíð.
Vanliga fáa orkestrini 15
minuttir á pallinum, men
tað hevur gingið striltið at
fáa tey at halda tað. Og tí
gerst konsertin ofta ov
drúgv.
Orkestrini hittast bert
hesa einu ferðina um árið,
og ger tað helst sítt til, at
konsertin dregur út. Men
hvussu er og ikki, er tað ein
fragd fyri oyrað at hoyra øll
hesi orkestrini. Føroyingar
kunnu vera ernir av, at vit
eiga so mong orkestur.
Løgini, sum orkestrini
spældu, vóru sera ymisk.
Alt frá popp-løgum til
marsjir.
Útlendskir gestir
Skeið var sum sagt í Vest-
manna Dýra Biðiðdag.
Hetta
gjørdi
so,
at
konsertin sum vanliga er
Dýra Biðidag varð flutt til
leygardag. Við á skeiðnum
vóru
tríggir
útlendskir
tónleikarar. Martin Pollard,
sum spælir piano, David
Childs, euphonium og Eirik
Gjerdevik, tuba.
Teir báðir David Childs
og Eirik Gjerdevik komu
við teirra íkasti til konsert-
ina, og tað var hugtakandi
og fantastiska flott at hoyra,
hvussu væl teir meistraðu
teirra
ljóðføri.
Serliga
norðmaðurin tann yvir tvær
metur langi Eirik Gjerdevik
skaraði framúr. Hann vísti
seg sum sjónleikara sam-
stundis sum hann spældi
tvey solostykki. Tað eina
greiddi hann frá framman
undan, at tað var skrivað
sum ein uppgerð millum
mann og konu. Maðurin var
vorðin heldur drukkin, og
tað var konan ikki blíð um.
– Spakuliga vinda tey seg
upp og verða illari og illari.
Fyri at slætta sjógvin eina
løtu býður maðurin so kon-
uni upp til ein vals. Men
hann er jú so drukkin, at tað
eru nógvir slingrar í valsi-
num, so øði kemur í aftur.
Tit kunnu sjálvi avgerða,
hvør tit halda vann upp-
gerðina, segði skemtingar-
Horntónar fyri allar pengarnar
sami tubasnillingurin áðr-
enn framførsluna.
Og tað var stuttligt at
hoyra hann spæla hesa
soloina. Við eygunum vísti
hann ferð eftir ferð, hvussu
støðan var hjá ávíkavist
manni og konu, og hann
spældi báðar leiklutir til
eitt
reint
UG.
Og
áhoyrararnir
fingu
rættuliga vant láturmuskl-
arnar hesa løtuna.
Framtíðin tryggjað
Uttan at taka nakað frá hin-
um orkestrunum, so má
Havnar ungdómsorkestur
nevnast. At hoyra hetta or-
kestrið var ein sonn fragd
fyri oyrað. Blásararnir eru
so ungir, men hóast tað
smæddust tey als ikki burt-
ur millum hini orkestrini.
Við nógvum sjálvsáliti
spældu tey teirra skrá, og
tað sást væl, at tey hugnaðu
sær hesa løtuna. Við hesum
orkestrinum kann ikki ann-
að sigast enn, at framtíðin
hjá Havnar hornorkestri er
tryggjað. Fleiri av blásar-
unum spæla eisini við í
Havnar hornorkestri, men
tað má sigast at vera frálíkt
við einum tílíkum orkestri
eisini.
Og at enda í konsertini
fingu
áhoyrararnir
sjálvsagt
ev-
ropameistararnar at hoyra.
Tey spældu nøkur av
stykkjunum, sum tey fram-
førdu til sjálva kappingina,
og lógvabrestirnir dundu
eftirí, tá tey vóru liðug at
spæla. Og hóast hetta var
fýra tímar eftir, at konsertin
var byrjað, so vildu áhoyr-
ararnir hoyra meira. Teir
fýra solokornett spælarar-
nir í orkestrinum spældu so
eina solo sum eykalag.
Aftaná varð farið út um,
har øll orkestrini í felag
framførdu tvey løg í góða
summarveðrinum.
Samanumtikið lat til, at
øll vóru vælnøgd við
musikkstevnuna, men um
fyrireikarar framyvir ætla
at savna fleiri áhoyrarar og
halda teimum í stólunum
alla konsertina, so má og
skal hon vera stytri. Tí fýra
tímar er helst ov nógv hjá
sjálvt tí mest áhugaða í
horntónleiki.
Norski skemtarin og tubaspælarin Eirik Gjerdevik fekk øll at flenna við sínari
framførslu
Steve Foggin var ofta at síggja á pallinum
Musikkstevnukonsertin vardi meira enn fýra tímar, og tað gjørdi, at mong fóru út aftur í dýrdarveðrið og fingu harvið ikki alla konsertina við
Heili 10 orkestur luttóku á musikkstevnuni 2004 í Vestmanna
C
M
Y
K
17
16
1
vi
ka
í
Da
nl
an
d-
íb
ú
ð
1
vi
ka
á
S
ka
ll
er
u
p
K
li
t
1
v
ik
a
í
D
an
Ce
nt
er
s
u
m
m
a
r
h
ú
s
i
2 vaksin og 2 børn við bili
2 vaksin og 2 børn við bili
2 vaksin og 2 børn við bili
Danland
Íroknað er: Ferðin fram og aftur í 4-koyggjukamari,
innan, við wc/bað. Uppihald í Dan land-íbúð í 1 viku
fyri 2 vaksin og 2 børn við bili.
úr 7.950
1,-
Skallerup Klit
Íroknað er: Sigling Tórshavn-Hanstholm og
aftur í 4-koyggjukamari, innan, við wc/
bað. Uppihald í 1 viku á Skallerup
Klit Feriecenter fyri 2 vaksin og
2 børn við bili.
úr 9.400
1,-
DANLAND er vorðið eitt hitt best um tókta
ferða málið hjá føroyingum. Dan land frí tíð-
ardeplarnir hava væl innrætt aðar íbúð ir við
køki og nógv frí tíð artilboð eru fyri bæði
vaksin og børn.
SKALLERUP KLIT FERIECENTER er stór ur
nútímans frítíðardepil av høgari góðsku, ið
er við strond ina millum Blokhus og Hirtshals.
Har er subtropiskt baði land, bónda garður,
ítrivshallir og alskyns uttandura hent leikar.
Summarhús
Íroknað er: Sigling Tórshavn-Hanstholm og
aftur í 4-koyggjukamari, innan, við wc/bað.
Uppi hald í 1 viku í summarhúsi fyri 2
vaksin og 2 børn við bili.
úr 7.780
1,-
1
vi
k
a
á
Pe
rs
H
ot
el
1
v
i
k
a
í
Di
sn
ey
la
nd
i í
P
ar
ís
Pers Hotel
Íroknað kostnaðin: Sigling Tórshavn-Bergen
og aftur í 4-koyggjukamari, innan, við wc/bað.
Hartil 7 gistingar í smáttu, uttan kost, fyri 2
vaksin og 2 børn.
úr 6.890
2,-
Disneyland
Íroknað er: Ferð fram og aftur í 4-koyggju-
kamari, inn an, við wc/bað. Hartil uppihald 5
nætur á Hotel Santa Fe í Disneylandi á
dupultkamari við 2 upp reiðingum og uppi-
hald 1 nátt á hotelli á út- og heim ferðini.
úr 18.500
3,-
2 vaksin og 2 børn við bili
Ferðin yvir øllum ferðum
Ferðin yvir øllum ferðum
1
v
i
k
a
á
H
o
t
el
li
í
Ís
la
nd
i
Ísland
Íroknað er: Ferðin fram og aftur í 4-koyggju-
kamari, innan, við wc/bað. Uppihald í dup ult-
kamari við wc/bað á Foss-hotelli í 7 nætur.
úr úr
4.108
4.108
3
,- ,-
Fyri hvønn ferðandi
S
u
m
m
a
r
h
ú
s
í
H
e
t
l
a
n
d
i
Hetland
Íroknað er: Ferðin fram og aftur í 4-koyggju-
kamari, innan, við wc/bað. Uppi hald í 1 viku í
summarhúsi fyri 2 vaksin og 2 børn við bili.
úr úr
6.980
6.980
2
2
,- ,-
Í risa stuttleikaparkini 40 km
úr París møtir tú kendu
tekni søgu fi gurunum »live«.
2 vaksin og 2 børn við bili
J. Broncks gøta 37 · Postsboks 370 · FO-110 Tórshavn
Tlf: 34 59 00 · Fax: 34 59 50 · booking@smyril-line.fo
1) Fráferð: 7/5, 14/5, 21/5, 28/5, 4/6, 11/6, 13/8, 20/8, 27/8 og 3/9. Aðrir prísir eru galdandi um fráferðin ikki er ein av nevndu døgum.
2) Fráferð: 3/5, 10/5, 17/5, 24/5, 31/5, 7/6, 9/8, 16/8, 23/8 og 30/8. Aðrir prísir eru galdandi um fráferðin ikki er ein av nevndu døgum.
3) Nevnda prísdømi er galdandi fyri lágárstíð. Aðrir prísir eru galdandi um ferðast verður uttanfyri lágárstíð.