hósdagur 26. september 2013síða 6
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 27. september 2013 · Nr. 111
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
arbeiðsmarknaður
Jón Brian Hvidtfeldt
Síðstu árini hevur verið sera
trupult hjá føroyskum fyri
tøkum at fáa útlendingar
hendavegin at arbeiða. Yvir
skipað siga galdandi reglur,
at tá arbeiðsloysið í Føroyum
er meira enn 3,5 prosent yvir
eitt samanhangandi tíðar
skeið á tríggjar mánaðir, so
ber ikki til at fáa útlendska
arbeiðsmegi
hendavegin.
Við útlendska arbeiðsmegi
verður í hesum føri roknað
við arbeiðsfólki úr ES-londu
num.
27. november 2009 boð
aði landsstýrið donsku út
lendingamyndugleikunum
frá, at arbeiðsloysið í Før
oyum nú var omanfyri mark
ið. Avleiðingin av hesum er,
at føroyski arbeiðsmarknað
urin reelt er stongdur fyri
arbeiðsmegi úr ES.
Samstundis hevur rákið
síðstu árini verið soleiðis,
at føroyskir handverkarir í
vaksandi mun hava leitað
sær uttanlands at arbeiða av
tí einføldu orsøk, at har eru
fleiri pengar at tjena. Tað
gevur føroyskum vinnulívi
ein trupulleika, og tí hava
arbeiðsgevarar í longri tíð
strongt á landsstýrið fyri
at lata føroyska arbeiðs
marknaðin upp aftur fyri
arbeiðsmegi úr ES. Argu
mentið hevur verið, at tá
føroyingar í stórum tali fara
uttan-lands at arbeiða, so má
bera til at fáa útlendingar
higar at arbeiða. Og nú verða
reglurnar broyttar.
Málið skuldi eftir ætlan
viðgerast á landsstýrisfundi
hesa vikuna, men er av
praktiskum ávum útsett til
næstu viku. Tað er tó eingin
ivi um støðuna hjá lands
stýrismanninum í vinnu
málum:
-
Ja,
reglurnar
verða
broyttar, soleiðis at arbeiðs
megi úr ES fær atgongd til
føroyska arbeiðsmarknaðin,
sigur Johan Dahl.
Sambært
landsstýris
manninum er talan um fólk
við serligum, fakligum før
leikum. Tað veri seg hand
verkarar,
elektrikarar
og
møguliga starvsfólk innan
skipasmiðjuyrkið. Fyrst og
fremst er talan um ES-borg
arar, men møguliga kann
eisini vera talan um at loyva
borgarum úr nøkrum, út
valdum londum uttanfyri ES
at sleppa hendavegin.
Kringlutur vegur
Danska
Integratiónsmála
ráðið og Udlændingeservice
má upp í málið fyri at broyta
galdandi reglur, og eisini
noyðist landsstýrismaðurin
í løgtingið við broytingini.
Kortini hevur Johan Dahl
vónir um, at málið kann av
greiðast skjótt.
- Eg rokni við, at málið
kann avgreiðast innan ein
mánað ella so, sigur Johan
Dahl.
3,5 prosentsreglan varð
sett inn í lógina fyri at forða
fyri, at útlendingar skul
du koma hendavegin at
arbeiða,
samstundis
sum
føroyingar gingu hendur í
lumma, arbeiðsleysir. Enn
er tó ógreitt, hvussu broyt
tu reglurnar koma at síggja
út, og um nakað nýtt loft
verður sett á, hvussu stórt
arbeiðsloysið verður í Før
oyum, áðrenn dyrnar verða
stongdar fyri útlendingum.
- Nei, tað dugi eg ikki at
siga enn, sigur Johan Dahl.
Málið verður ætlandi av
greitt
á
landsstýrisfundi
fyrst í næstu viku.
Jón Brian Hvidtfeldt
- Hevur samfelagið tørv á
handverkarum, so hava vit
í princippinum ikki nakað
ímóti, at útlendingar koma
hendavegin fyri at taka eina
hond í.
Tað sigur Dánjal Pauli
Djurhuus, formaður í Lands
felag Handverkaranna, sum
er felagið fyri handverkarar
í Suðuroy, Sandoy, Skála og í
Suðurstreymi.
Formaðurin
ásannar,
at rákið síðstu árini hevur
verið, at føroyskir hand
verkarar leita sær uttan
lands at arbeiða. Tað hevur
skapt ein tørv herheima.
Tí óttast Dánjal Pauli
Djurhuus ikki, at útlendskir
handverkarar koma at taka
arbeiðið úr hondunum á
føroyskum handverkarum.
- Nei, tað geri eg ikki í
løtuni. Men fortreytin fyri
at lata arbeiðsmarknaðin
upp má vera, at viðurskiftini
eru
skipað.
Útlendskir
handverkarar skulu arbeiða
eftir føroyskum sáttmálum
og organiserast í føroysk
fakfeløg.
Annars
standa
teir á berum, og so er vandi
fyri, at teir reelt koma inn
og dumpa marknaðin, sigur
Dánjal Pauli Djurhuus.
Tað er serliga hetta við
bíligu
arbeiðsmegini,
ið
fær fakfelagsformannin at
óttast.
- Tað má bara ikki henda,
at útlendskir handverkarar
floyma inn í landið og dum
pa marknaðin. Viðurskiftini
mugu vera skipað, endur
tekur Dánjal Pauli Djur
huus.
Eisini leggur hann dent
á, at fakligu førleikarnir hjá
útlendsku handverkar-un
um mugu vera í lagi.
- Vit hava bygt upp eitt
støði og eina fakligheit, sum
má virðast. Tað má tryggj
ast, at handverkið er í lagi,
soleiðis at tað ikki verður
ein røð av uppruddingar-
arbeiði aftaná, sigur Dánjal
Pauli Djurhuus.
Royndirnar
Tá tvey av frálandaskip
unum hjá Thor skuldu
byggjast á Skála fyri um
leið fimm árum síðani, varð
neyðugt at senda boð eftir
handverkarum úr Pólandi.
Ta ferðina av tí einføldu
orsøk, at ov fáir føroyingar
duga at sveisa. Tí komu
okk-urt um 20 pólskir
sveisarar hendavegin fyri
at gera arbeiðið.
- Tað var ein roynd, ið
Landsfelag
Handverk
aranna gjørdi saman við
skipasmiðjusamtakinum
Mest. Talan var um skipað
viðurskifti,
har
pólsku
handverkararnir
komu
hendavegin,
gjørdu
eitt
ávíst arbeiði, og fóru síðani
avstað aftur. Tað gekk væl,
staðfestir Dánjal Pauli Djur
huus ídag.
Tað eru slíkar royndir, ið
eigur at vera bygt víðari á,
metir fakfelagsformaðurin,
sum enn einaferð undir
strikar týdningin av skip
aðum viðurskiftum.
Krevja skipað viðurskifti
Landsfelag Handverkaranna er á varðhaldi, nú landsstýrið letur dyrnar upp fyri
útlendskum handverkarum. Tað má vera undir skipaðum viðurskiftum, og útlendingarnir
skulu organiserast í føroyskum fakfeløgum, sigur Dánjal Pauli Djurhuus
Dyrnar verða
latnar upp fyri
útlendingum
Reglurnar, sum í løtuni forða føroyskum fyritøkum at fáa útlendska arbeiðsmegi hendavegin, verða strikaðar
- Føroyski
arbeiðsmarknaðurin
skal latast upp fyri
handverkarum úr ES-
londum og møguliga
onkrum, útvaldum londum
afturat, sigur Johan
Dahl, landsstýrismaður
í vinnumálum