Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-09-26, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. september 2013síða 7

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Fríggjadagur 27. september 2013 · Nr. 111 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 arbeiðsmarknaður FAKTA 927 fólk eru í dag skrásett sum arbeiðsleys hjá ALS. 209 av hesum eru skrásett at hava eina yrkisútbúgving. Tey hava hesar útbúgvingar: 58 fólk - skrivstovuyrkið 29 fólk - byggiyrkið 29 fólk - matvøruyrkið 25 fólk - handilsyrkið 18 fólk - tænastu- og tilvirkisyrkið 15 fólk - metallyrkið 14 fólk - el- og samskiftisyrkið 11 fólk - flutningsyrkið 9 fólk - grafikk- og miðlayrkið 1 fólk - fiskaídnað- og aliyrkið Talan er um ta útbúgving, ið fólk upplýsa, tá tey skráseta seg sum arbeiðsleys. Tað merkir ikki, at tey hava arbeitt innan hetta økið, tá tey gjørdust arbeiðsleys. FAKTA Gongdin við arbeiðsloysinum: Árstal Fulltíðar Prosent arbeiðsleys av arbeiðsstyrki 2001 770 3,1 2002 596 2,3 2003 664 2,5 2004 960 3,5 2005 1052 3,8 2006 765 2,7 2007 433 1,5 2008 374 1,3 2009 1076 3,9 2010 1561 5,7 2011 1844 6,8 2012 1490 5,5 2013 1464 4,8 (Tølini fyri 2013 eru meðal fyri januar-august) Kelda: Hagstovan Jón Brian Hvidtfeldt Arbeiðsloysið í Føroyum er í minking. Nærum dag­liga frættast tíðindi um, at trot er á fólki til arbeiðis. Serliga eru tað handverkarar av ymisk­ um slag, sum ikki eru at fáa fatur á. Men skuggasíðan av søgu­ni sæst framvegis í arbeiðsloysistølum hjá ALS. Tí hóast talið av arbeiðs­leysum mink­ar, so hevur Arbeiðs­loysis­ skipan­ini framvegis 927 fólk skrásett sum arbeiðs­ leys. 541 kvinnur og 386 menn standa at vera arbeiðs­leys. Harumframt eru 103 fólk dottin úr skipanini í ár, tí at tey hava brúkt allar sínar dagar sum arbeiðsleys. Tey hava so­ statt ikki rætt til fleiri peng­ar úr ALS, men mugu leita sær hjálp frá Almannaverkinum, um tey ikki fáa til dagin og vegin á annan hátt ella flyta av landinum. Til­ samans eru eitt stað mill­ um 300 og 400 fólk inni í skipanini hjá Al­manna­ verkinum. Útbúgving Millum tey arbeiðsleysu eru 209 fólk, sum hava okkurt slag av yrkis­út­ búgv­ing. Í tølunum hjá ALS eru 58 fólk skrásett at hava út­búgving inn­an skrivstov­uyrkið. 29 fólk hava út­búgving inn­an mat­vøru­yrkið og somu­ leið­is 29 innan byggi­yrk­ ið. 25 fólk hava út­búgv­ ing innan handils­yrk­ið, 18 innan tæn­astu­yrk­ið, 15 innan metall­yrk­i­ð, 14 innan el- og sam­skift­is­ yrk­ið, meðan nøk­ur hava aðr­ar yrkis­út­búgv­i­ngar. Tá fólk gerast arbeiðs­ leys, skulu tey upplýsa ALS um sínar út­búgv­ing­ ar og førleikar. Tí kann í nøkr­um føri vera talan um gamlar útbúgvingar, sum tey arbeiðsleysu ikki hava brúkt í áravís. Greinaðu tølini hjá ALS stað­festa somuleiðis, at nógv tann størsti parturin av arbeiðsleysum eru fólk uttan útbúgving. 698 av teimum 927 fólku­num, sum fáa arbeiðs­loysis­ stuð­ul ídag, hava onga út­ búgv­ing. Lækking Arbeiðsloysið í Føroyum er í minking. Sambært nýggjastu tølunum frá Hagstovuni er ar­beiðsl­ oysið í august 4,4 pro­sent. Hagstovan hevur árs­ tíð­ar­javnað tølini, og tí geva tey tølini eina meira fullfíggjaða mynd, með­ an dagsaktuellu tølini hjá ALS eru meira at rok­ na sum ein løtumynd. Sam­bært Hagstovuni er árs­tí­ð­ar­javnaða arbeiðs­ loys­ið síðsta árið farið úr 5,4 prosentum niður í 4,4 pro­sent av arbeiðsfjøldini. 927 fólk arbeiðsleys Hóast arbeiðsloysið er minkandi, so eru framvegis 927 fólk skrá­ sett í arbeiðsloysisskipanini hjá ALS. Meira enn fimti hvør hevur okkurt slag av yrkisútbúgving - Óskipað viðurskifti vilja føra við sær nógv stríð og í ring­asta føri boykott móti arbeiðs­ gevarum, og tað er í longd­ini ikki til gagns fyri nakr­an, sigur Dánjal Pauli Djur­huus. Skrokkurin til Thor Alpha, sum varð smíðaður á Skála í 2007. Pólskir handverkarar stóðu fyri øllum sveisiarbeiðnum Mynd: Landsfelag Handverkaranna