hósdagur 26. september 2013síða 8
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 27. september 2013 · Nr. 111
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Rannvá G. Fossaberg
- Tá eg eri til arbeiðis á
medisinska
deplinum
á
Landssjúkrahúsinum, havi
eg rættiliga nógv um oyru
ni, og tá havi eg ikki stundir
til at hugsa so nógv um
alt tað, eg havi upplivað í
summar. Men tá eg havi frí
leita tankarnir ofta til Sýria,
børnini og tær mongu familj
urnar, sum hvønn dag upp
liva ræðuleikarnar, ið stand
ast av krígnum.
Tað sigur 27 ára gamla
Haifaa Awad, sum er úr
Sýria, men sum síðani 1993
hevur búð í Danmark. Hon
er nýútbúgvin lækni, og
tann 1. september kom hon
til Føroya at røkja sítt fyrsta
læknastarv á Landssjúkra
húsinum. Bert fáar vikur
áðrenn Haifaa Awad kom
til Føroya, hevði hon arbeitt
sum sjálvboðin lækni har
norðuri í Sýria, har borgara
kríggj hevur verið í hálvttrið
ja ár.
Ímeðan hon var í brenni
deplinum í summar, skriv
aði hon 13 dagbøkur til
netavísina hjá danska dag
blaðnum Information, har
hon við myndum og teksti
greiddi frá ræðuleikunum, ið
fara fram í Sýria. Fleiri enn
200.000 fólk hava fylgt við í
gerandisdegnum og ógvus
ligu upplivingunum, sum
Haifaa Awad hevði í Sýria.
Neyðugt við
myndunum
Tær 13 dagbøkurnar, sum
Haifaa Awad skrivaði til
Informationen, hava fingið
nógv uppmerksemi og hava
eisini elvt til kjak. Serliga
ein mynd var við til at vekja
áhugan hjá lesarunum.
- Tað, sum fekk øði í
fleiri lesarar, var myndin av
eini fýra ára gamlari gen
tu, sum júst var komin inn
á sjúkrahúsið, eftir at eitt
hernaðarflogfar hevði skotið
við rakettum við spreingi
løðing. Gentan hevði fingið
ógvusligar skaðar á allan
kroppin, og eitt nú var annar
armurin skræddur av, greiðir
Haifaa Awad frá og vísir á,
at hon hevur fingið nógvar
ábreiðslur, eftir at hon valdi
at vísa hesa myndina.
- Nógv spurdu meg, hví eg
vildi vísa ein slíka ræðuleika.
Eg havi tað soleiðis, at tað
eru júst myndir sum hesar,
ið skulu verða vístar. Tær
vísa ein gerandisdag hjá fleiri
túsund børnum, sum hvønn
dag verður avbrotin á ein
ræðuligan hátt, av tí at kríggj
er. Myndin av illa skaddu
gentuni vísir veruleikan. At
lesararnir ógvaðust við, tá
teir sóu myndina, er bara
gott, tí tað vísir, at vit ikki eru
immun fyri slíkum mynd
um. Tann dagin, vit eru tað,
er nakað galið við okkum og
ikki myndunum, sigur Hai
faa Awad.
Hon heldur tað vera av
alstórum týdningi, at vestur
heimurin
verður
gjørdur
varugur við ræðuleikarnir, ið
standast av krígnum í Sýria.
- Bæði dagbøkurnar og
myndirnar, ið blivu vístar
í Information, skuldu fáa
lesaran at fyrihalda seg til
veruleikan. Ofta velja vit
bara at venda blinda eygað
til, tá okkurt ræðuligt fer
fram í fjarskotnu londunum,
tí onkursvegna er tað so
óveruligt og fjart frá okkara
egna, trygga gerandisdegi.
Og tey neyðars børnini í
Sýria hava ongan annan enn
okkum, ið hava tað gott, har
vit eru, til at hjálpa teimum
úr neyðini.
Betri enn einki
Haifaa Awad búði í Sýria
tey fyrst sjey árini av sínum
lívi. Síðani hevur hon búð í
Danmark, men hevur hvørt
ár ferðast aftur til heimland
ið. Tá hon fyrr í summar varð
liðug við læknaútbúgvingina,
var hon als ikki í iva um, at
hon skuldi fara til Sýria sum
sjálvboðin lækni.
- Fyrst og fremst fór eg til
Sýria, tí eg havi havt rættiliga
stóran áhuga fyri borgara
krígnum síðani 2011. Í roynd
og veru havi eg kent tað sum
kapprenning við tíðina, og tí
fór eg beint avstað, tá eg var
liðug við útbúgvingina. Eg
havi altíð havt eitt ynski um
at sleppa til fjarskotin lond at
hjálpa, og tað er eisini høvuðs
orsøkin til, at eg av fyrstan tíð
valdi at gerast lækni. Tíverri
var tað so, at nú var tað mítt
heimland, ið var ein krígssona,
sigur Haifaa Awad.
Ein onnur orsøk til, at
ungi læknin valdi at fara
til Sýria at hjálpa, var, at
17.000 læknar høvdu verið
í økinum, har Haifaa Awad
skuldi arbeiða, men í summar
var hetta talið farið niður á
einans 20 læknar.
- Eg veit væl, at eg eri ung
og nýggj innan læknayrkið
og havi eina rúgvu at læra,
men eg fór avstað, tí tað er
hóast alt betri enn einki at
gera, sigur Haifaa Awad og
leggur afturat:
- Tá eg fór niður til Sýria
tann 27. juli, legði eg merki
til tað vakra fjallalendið, og
eg minnist væl, at eg hugs
aði við mær sjálvari, at hetta
staðið kann ómøguliga vera
merkt av bumbum, hernað
arflogførum, barnafamiljum
ið flýggja og øðrum ræðu
leikum. Men eg fór skeiv.
Tú ert desperat
Tær vikurnar, Haifaa Awad
var í Sýria, arbeiddi hon á
einum felthospitali, har tey
hvønn dag og alt samdøgrið
fingu fólk inn, ið antin høvdu
ógvusligar skaðar av bumbu
spreingingum ella vóru deyð.
- Eg var desperat, tí jú
meira eg arbeiddi, jú meira
arbeiði kom til mín. Tað
er akkurát sum, at tú gert
ongantíð nóg nógv, tað er
ongantíð nokk, sigur Haifaa
Awad, sum eisini bleiv sjokk
erað, tá hon upplivdi, hvørji
fólkini vóru, sum komu inn á
sjúkrahúsið til viðgerðar.
- Har komu ótrúliga nógv
børn og kvinnur. Eisini komu
nógv ung, sum vóru á mínum
aldri. Onkuntíð kendi eg tað,
sum eg bleiv lammað av tí,
eg sá og upplivdi, fortelur
Haifaa Awad.
Av tí at tey vóru so undir
mannað á sjúkrahúsinum,
fekk Haifa Awad eisini sum
uppgávu at upplæra nýggj
starvsfólk á sjúkrahúsinum.
- Har var stórliga brúk fyri
fleiri starvsfólkum av ymsum
slag á sjúkrahúsinum, og har
brúktu tey ta mannagongd
ina, at tey fóru eftir fólkum
á gøtuni fyri at fáa tey at
Onkuntíð kendi
eg tað, sum eg bleiv
lammað av tí, eg sá
og upplivdi
Úr Sýria til Føroya
- Hóast tað er stórur munur at arbeiða sum lækni á einum felthospitali í Sýria og á
Landssjúkrahúsinum, so merki eg, at eg eisini kann gera ein mun her í Føroyum. Soleiðis
sigur 27 ára gamla Haifaa Awad, sum seinastu mánaðirnar hevur arbeitt sum sjálvboðin
lækni í krígsherjaða Sýria. Nú er arbeiðsdagurin á Landssjúkrahúsinum í Tórshavn
Her geri eg
eisini mun