hósdagur 26. september 2013síða 9
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Fríggjadagur 27. september 2013 · Nr. 111
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
hjálpa til á sjúkrahúsinum.
Serliga fingu vit nógvar
kvinnur inn at hjálpa til, tí
ein stórur partur av kvinnu
num har sita tær bara heima.
Eg
upplærdi
nakrar
av
hesum kvinnunum til at gera
tað arbeiðið, sum sjúkra
røktarfrøðingar gera, tað vil
siga, eg lærdi tær at leggja
dropp, taka blóðroyndir og
so framvegis, greiðir Haifaa
Awad frá og leggur afturat, at
hesar kvinnurnar arbeiddu
vanliga einar 18 tímar um
samdøgrið.
Javnan
hendi
tað,
at
fólk, sum høvdu tilknýtið
til harðrenda stýrið hjá for
setanum Assad, komu á
sjúkrahúsið við ógvusligum
skaðum. Hóast Haifaa Awad
hevur valt síðu og hevur
stuðlað
kollveltingini
frá
fyrsta degi, hugsaði hon
ongantíð, at hon ikki vildi
hjálpa teimum fólkunum, ið
stuðlaðu Assad.
- Líka mikið hvør tað
var, sum kom inn, gjørdi
eg mítt arbeiði. Eg skal
veita fólkum hjálp, ið hava
tørv á tí, og geri eg ikki tað,
haldi eg ikki læknalyftið.
Ta einu ferðina upplivdi
eg, at ein maður, ið var illa
særdur, kom á sjúkrahúsið,
og tá vit kliptu skjúrtuna
upp, sóu vit eina tatover
ing við orðunum “assad
forever”. Starvsfelagi mín,
sum júst hevði upplivað
eitt bumbuálop, valdi tá at
steðga við at veita hjálp.
Tað beyð honum ímóti. Ein
annar
starvsfelagi
kom
ístaðin at hjálpa mær. Sjálv
hevði eg tann hugburðin, at
læknaarbeiðið skal gerast,
og so kanst tú kjakast um
politikk aftaná.
Tíð til at hugsa
Tá tíðin sum sjálvboðin lækni
í Sýria var av hjá Haifaa
Awad, fór hon til Danmark
ar, har hon var í eina viku,
áðrenn leiðin gekk til Føroya.
- Tað var ein rættiliga
strævin vika, tí eg gjørdi
ikki nógv annað enn at práta
við journalistar, sum vóru
áhugaðir í at hoyra meira
um dagbøkurnar, eg hevði
skrivað, og annars um tað
eg hevði sæð í Sýria, fortelur
Haifaa Awad.
Tá tann heldur rokuta
vikan í Danmark var av, fór
Haifaa Awad til Føroya, og
1. september byrjaði hon
á medisinska deplinum á
Landssjúkrahúsinum. Sum
nýútbúgvin lækni er vanligt
at vera á sokallaðum turnus,
har mann er í starvsvenjing á
ymsum deildum.
- At eg skuldi til Føroya,
tá summarfrítíðin var av, var
avgjørt, langt áðrenn eg fór
til Sýria. Eg eri ótrúliga glað
fyri, at eg eri komin higar, tí
eg havi fyri neyðini at kunna
taka mær av løttum og líka
sum hava tíð til at hugsa um
tingini. Og tað kann eg her,
fortelur Haifaa Awad.
- Serliga ta fyrstu tíðina, eg
var á Landssjúkrahúsinum,
samanbar eg ofta umstøð
urnar her við umstøðurnar
á sjúkrahúsinum í Sýria. Tað
geri eg onkuntíð framvegis,
men tað er ivaleyst natúrligt,
sigur Haifaa Awad.
Sjálv heldur hon seg hava
tað gott sálarliga, eftir at hon
er komin úr Sýria.
- Onkursvegna havi eg
ikki havt tíð til at fyrihalda
meg til alt tað, eg havi upp
livað, meðan eg arbeiddi á
sjúkrahúsinum í Sýria, men
eg havi tað gott og merki, at
síðani eg kom til Føroya eri
komin eitt sindur meira nið
ur aftur á jørðina, um mann
kann siga tað so, sigur Haifaa
Awad, sum sigur seg arbeiða
við sær sjálvari og øllum tí
ræðuliga, hon hevur sæð, við
at tosa opið um tað.
- Eg eri í fjølmiðlunum og
fortelji um mínar upplivingar
aftur og aftur. Harafturat ro
yni eg annars bara at venda
tað til nakað positivt og
hugsi, at eg sum lækni havi
møguleika at fortelja hes
ar søgurnar úr Sýria. Kans
ka fólk hava torført við at
identifisera seg, men tað
hjálpir, at ein danskur lækni
hevur verið har, sigur Haifaa
Awad, sum sigur seg stórtrív
ast í Føroyum.
- Onkur hugsar kanska,
at eg hevði gjørt meira nyttu
í Sýria, men alt er relativt.
Læknaarbeiðið her skal ikki
undirmetast, og eg haldi, at
eg eisini kann gera ein mun
her.
Til ber at lesa dagbøkur
nar úr Sýria á heimasíðuni
www.information.dk/dagbog
Úr Sýria til Føroya