Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-09-26, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. september 2013síða 10

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 27. septmeber 2013 · Nr. 111 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 11. september fingu Jacoba Jensen og Arthur á Líknargøtu, Vestmanna, eina dóttur. Hon var 55 cm long og vigaði 4080 gr. 15. september fingu Hanna og Benjamin Berg, Hvalba, eina dóttur. Hon var 52 cm long og vigaði 3520 gram. 16. september fingu Súsanna og Atli Danielsen, Klaksvík, eina dóttur. Hon var 53 cm long og vigaði 4290 gr. 22. september fingu Bergtóra Høgnesen og Sámal Hansen ein son. Hann vigaði 4150gr og var 53,5cm 22. september fingu Annika og Jón Eli Ole-Jacobsen, Miðvági, ein son. Hann vigaði 3180 gr og er 52 cm langur. 20. september fekk Heidi Larsen Winther ein beiggja. Hann vigaði 4270 g og 52 cm langur. Foreldrini eru Vinnie og Edvard Winther, Hirtshals. 23. september fingu Beinta Rasmussen og Chris Ørvar­ odd, Sandavágur, eina dóttur. Hon var 53 cm long og vigaði 3500 gr. Føðingar Ganga undan ella renna undan... Høgni Hoydal Veljarakanningar kunnu vísa eina støðumynd, eina gongd og ein boðskap - og skulu sjálv­sagt altíð takast við fyri­ varni og eyðmýkt. Men tað gevur vón og virkis­hug, tá gongdin og boð­skapurin tykist greiður í nýggj­astu veljarakanningini. Ein vaksandi fjøld av fólk­ inum í Føroyum vil eina heilt aðra leið fyri okkara tjóð, okk­ara samfelag og felags­ skap. Og tað er tykkum fyri at takka, at ein verulig broyting brimar í samfelagnum móti nýggjari leið. Eini leið, har vit vraka teir partapolitisku rossa­handl­ arnar og tað niðurbræðandi valdsspælið millum úrvaldar bólkar og politikarar, sum bert spjaðir og syndrar fólkið í landinum, og setur øll upp móti hvørjum øðrum. Og sum tekur skorðarnar undan tí, sum ættarlið hava stríðst fyri at byggja. Eini leið, har vit savnast um tey grundleggjandi virð­ini og rættindini hjá tjóð­ini allari. At vit fylkjast um ta ábyrgd og tað álitið á okkara fólkaræði, ið kunnu skapa somu rættindi og møgu­leikar hjá ØLLUM fólkinum í landinum. Uttan mun til, at vit altíð fara at vera – og skulu vera – ósamd um ymisk politisk mál og ymiskar hug­sjónir. Eini leið, har vit kunnu vera errin og eyðmjúk í senn um at búgva, liva og virka í okkara egna landi, har vit øll eiga at hava framúr møgu­ leikar at liva við sømd - uttan mun til, hvussu vit eru borin inn í hendan heim, hvar vit búgva og hvørja lívs­leið vit hava valt. Har vit eru ymisk og fjølbroytt, men standa saman um, at ábyrgd, álit, lóg og landaskil, rættindi og skyld­ur skulu galda fyri øll. Eini leið, har vit ikki renna undan ella sleppa okkum und­an at taka støðu til og ábyrgd av tí, sum vit fremja og sum hendir í samfelagnum og kring okkum. Men har vit ganga undan at byggja ein­ar rættvísar og skapandi Før­oyar, ið ikki bert er fyri tey fáu, men fyri alt fólkið í Føroyum. Rættleiðing til grein á Norðlýsinum Brandur Sandoy Løgtingsmaður og Borgarstjóri Skal man verða vísur í at eins meining kemur rætt út, so skal man skriva eitt lesarabræv. Hetta er niður­ støðan eftir at undir­ritaði í dag varð spurd­ur av fjølmiðli um fallandi skattainntøku á Sandi. Tí hesi orð. Sands kommuna hevur seinastu árini havt fallandi skattainntøku. Hetta kemst serliga av at alsamt fleiri menn í besta aldri leita sær út í heim at sigla í lond­um, sum Føroyar hava dup­ult­ skatta­avtalur við. Hesar avtalur eru soleiðis samansettar fyri kommunur kring landið, at almennu Føroyar hava verið niðri í kommunukassunum og lóggivið pening úr hesum kassum. Tí er onki órímuligt í at taka málið upp, og varpa ljós á hesa avbjóðing sum landið hevur komið kommununum út í. Eg haldi at tað hevði verið rímuligt at landið helt kommununar skaðafríar, við at landið tók á seg allan peningamissin, ið stendst av avtalunum ið landið hevur gjørt við onnur lond. Vert er at leggja sær í geyma, at persónar sum í dag arbeiða í útlandinum eru gull verdir fyri land okkara, í og við at allur peningurin ið teir føra til lands kemur í umfar í landinum. Hesir somu persónar eru við til at leggja lunnar undir at makar teirra eru tøkir á ar­ beiðsmarknaðinum, í og við at tey velja at búgva í Føroy­ um. Hinvegin er tað órímuligt, at landið lóggevur pening úr kommunukassunum. Um so er at landið ynskir at hava dupultskattaavtalur við onn­ ur lond, so eigur landið at bera kostnaðin, ikki komm­ un­unar. Eg vil leggja dent á, at tað er almennu Føroyar ið hava eina stóra uppgávu fyri framman. Almennu Føroyar hava skyldu at syrgja fyri at gera slíkar avtalur við onnur lond, sum ikki ganga útyvir kommunubúskapir kring landið. Teir sum arbeiða í út­lond­ unum og búgva í Føroyum eru við til at bera hetta landið framá, eins og øll onnur. Tað er at fegnast um, at fíggarmálaráðharrin nú hev­ur boðað frá, at hann ætlar sær at forhandla hesar avtalur umaftur, soleiðis at skatturin av inntøkuni fellur har ið viðkomandi býr, og ikki har ið viðkomandi arbeiðir. Um so er at hetta ikki ber á mál, eigur og skal landið átaka sær allan peningamissin fyri kommunur kring landið, ið stendst av galdandi av­ talum. KJAK