Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-05-12, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. mai 2004síða 10

‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 80 • hósdagur • 4. mai 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo Ein av hetjunum frá minniliga dystinum móti Eysturríki í Landskrona, Allan Mørkøre, heldur, at tað er alt ov nógv, sum ikki ruggar rætt í sambandi við føroyska landsliðið. Sjálvur heldur Allan, at tað í veruleikanum er Jógvan Martin Olsen, ið stýrir tí heila LANDSLIÐIÐ Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Mangan hevur man hoyrt, at fólk í føroyska fótbólts- heiminum hava sett spurn- artekin við føroyska a- landsliðið, og hvussu liðið verður úttikið. Klaksvík- ingurin Allan Mørkøre, sum hevur spælt ikki færri enn 54 dystir á lands-liðn- um, loysir nú frá posa- bandinum. Henrik Larsen einki siga Allan sigur, at hann dugir ikki at skilja, at FSF kann liva við einum venjarapar- ið, har høvuðsvenjarin býr í Danmark og bert av og á vitjar í Føroyum, meðan hjálparvenjarin venur eitt føroyskt 1. deildarlið, og tí ikki fær ferðast runt og hugt eftir landsliðsevnum. Allan Mørkøre heldur tað verða undir alt lágmark, at tað ferð aftaná ferð kann staðfestast, at tað ikki eru teir bestu leikararnir í før- oysku kappingini, ið verða úttiknir til landsliðið. Fyri mær at síggja, sær tað út til, at føroyska landsliðið er eitt lukkað land, og tað skal óvanliga nógv til, áðrenn portið til lukkaða landið verður latið upp, sigur klaksvíkingurin. Allan Mørkøre, sum var fyrsti landsliðsleikarin, ið rund- aði teir hálvthundrað dyst- irnar, sigur seg ikki duga skilja, at menn sum Hans á Lag, Ove Nysted og Símun Eliasen. Hetta eru menn, sum nú í fleiri ár hava verið millum teir allarbestu í før- oysku kappingini, uttan at teir hava fingið møguleikan á landsliðnum, sigur Allan. Hinvegin skal tað eisini ómetaliga nógv til, áðrenn nakar spælir seg av liðnum aftur, heldur Allan og legg- ur afturat, at eftir hansara tykki eru tað fleiri lands- liðsleikarar, ið hava spælt seg av fleiri ferðir, hóast hann heldur, at stamman á liðnum er í lagi. Allan Mørkøre sigur, at eftir hansara tykki er føroyska landsliðið í dag ikki mann- að við teimum bestu leikar- unum, ið vit eiga. Tað tykist sum um, at teir ungu leik- ararnir skulu hava møgu- leikan heldur enn at royna royndari og sterkari kreftir. Tá ið tað kemur til úttøk- una av landsliðnum, sigur Allan Mørkøre seg ivast í, hvør tað er í veruliga sten- dur fyri úttøkuni. Klaksvík- ingurin sigur, at í hansara verð er tað eingin ivi um, at tað er Jógvan Martin Olsen, sum stýrir tí heila. Sjálvur heldur Allan, at Henriki Larsen bara er settur, tí at FSF vil hava eitt stórt navn sum høvuðsvenjara. Allan Mørkøre sigur seg vita frá fleiri landsliðsleikarum, at danin er stak fittur, men hann hevur millum lítið og einki at siga. Ongar garderingar í sambandi við avboð Tað er eisini undrunarvert, at tá ið onkur meldar avboð, so verður tað ikki garderað fyri hesi avboð. Við hesum meini eg, at tá ið t.d. ein áleypari meldar avboð, so verður kanska ein verjuleikari úttikin í staðin, og tað gevur onga meining, sigur Allan Mørkøre. Eitt gott dømi um hetta var, tá ið vit í fjør leiktu móti skot- um á útivølli. Til tann dyst- in høvdu bæði Pól Thorst- einsson og Johannus Joen- sen, ið stríðast um høgra bakkpláss, meldað avboð, men eingin bakkur bleiv úttikin ístaðin. Heldur valdu venjararnir at seta ein óroyndan miðvallaleikara, sum lítlar og ongar royndir hevði við at leika sum verjuspælari, á hetta pláss, og tað kom eisini at kosta, heldur Allan Mørkøre. Eisini sóu vit herfyri, tá ið landsliðið fór á venjingar- legu í Spania, at ein mál- verji og ein miðvallaleikari melda avboð, og at ein verjuleikari og ein áleypari verða úttiknir ístaðin. Tað er fullkomiliga burturvið, sigur Allan Mørkøre. Somuleiðis haldi eg, at tað er ein trupulleiki, at alt ov nógvir av okkara lands- liðsleikarum ikki spæla sama pláss á landsliðnum, sum teir gera til dagligt í felagi sínum. Hetta ger, at teir ikki eru so vanir við sítt pláss á liðnum, og tað sæst sjálvsagt aftur á spælinum. Er støðið hjá útisetum nøktandi Viðvíkjandi teimum leikar- um, ið leika uttanlands, loyvir Allan Mørkøre sær eisini at seta spurnartekin. Hann sigur seg ivast stór- liga, um tað er nóg gott hjá einum føroyskum lands- liðsleikara at verða eyka- maður á einum botnliði í næstbestu donsku deildini. Tvørturímóti heldur Allan, at tað hevði verið nógv betur við leikarum, sum hvørja viku spæla tættar dystir í fremstu føroysku deildini. Dagsformurin er alfa og omega, og hann er nógv betur hjá heimligu spælarunum, sum spæla hvørt vikuskifti, enn hann er hjá teimum, sum sita á beinkinum í Danmark, vísir Allan Mørkøre á. Í mínari verð merkir tað, at man spælir við Fremad Amagar, ikki tað sama sum at man er tryggjaður ein landsliðs- sess, heldur klaksvíkingur- in. Eykaliðið hjá Fremad Amager spælir á støði beint oman fyri ÍF Føroyar, so tað er nær við, at man eisini skuldi hugt har eftir lands- liðsevnum, sigur Allan. Sjálvur hevur Allan Mørkøre spælt í bestu íslendsku deildini, og hann heldur støðið har verða væl hægri enn í næstbestu donsku deildini. Allan Mørkøre, fyrrverandi landsliðskempa - Jógvan Martin stýrir føroyska landsliðnum Fyrrverandi landsliðsleikarin, Allan Mørkøre, sigur Henrik Larsen bert verða eitt navn, og at tað í veruleikanum er Jógvan Martin Olsen sum stýrir føroyska A-landsliðnum Mynd: Jens Kr. Vang framhald á síðu 20 19 18 Nr. 89 - 12. mai 2004 Danir skylda mest Tey seinastu níggju árini hava danir skuldarbundið seg so nógv, at teir eru nú teir mest skuldarbundnu í Norðurlondum. Fyri níggju árum síðani skyldaðu danir hálvaaðru ferð ta tøku inntøkuna, men í dag er skuldin tvær ferðir so stór sum tann inntøkan, sum fólk hava at ráða yvir. Tað vísa tøl hjá danska tjóðbankanum, sum ávar- ar ímóti gongdini. Hugo Frey Jensen, deildarstjóri í tjóðbankanum, segði við danska útvarpið í morgun, at nógvir dansk- ir húsaeigarar hava so stóra skuld, at broytingar í teirra viðurskiftum kunnu koma teimum illa við. Sum broytingar nevndi hann millum annað rentuhækking, ar- beiðsloysi og hjúnaskiln- að. Donsku realkreditfe- løgini halda kortini ikki, at nakar vandi er á ferð. Í felagnum Realkredit Danmark verður sagt, at sjálvt um rentan hækkar eitt sindur, er hon fram- vegis lág, og tí heldur felagið ikki, at nøkur or- søk er til at rópa varskó. Vil hava færri kommunur Í Føroyum eru fleiri kommunur lagdar saman seinastu tíðina, og í Danmark hevur stjórnin lagt fram eitt uppskot, sum fer at bera í sær, at talið á donskum komm- unum fer at minka nógv. Eisini í Noregi verður tosað um kommunusam- anlegging. Ein serlig nevnd hjá flokkinum Høgra hevur gjørt eitt uppskot, sum skal gera, at norska kommunutalið fer niður um 300. Í orða- skiftinum um saman- legging hava fleiri kom- munur gjørt vart við, at tær hava ongan hug at leggja saman við komm- unum, sum eru verri fyri fíggjarliga enn tær sjálv- ar. Men nevndin hjá Høgra sigur, at fáa kommunur boð um at leggja saman, skulu tær gera tað. Tær skulu heilt einfalt ikki hava loyvi til at seta seg upp ímíti tí. Nevndin hjá Høgra sigur eisini, at flokkurin er ímóti, at landsmynd- ugleikarnir skulu áseta, hvussu nógv tær einstøku kommunurnar skulu nýta til tey ymsu endamálini so sum eldrarøkt. Tað skulu tær einstøku kommunurnar gera av. Kanna havbotnin Grønlendskir, danskir og kanadiskir serfrøðingar hava leingi tosað um at kanna millumlandastøðið ímillum Grønland og Kanada, og nú er líkt til, at kanningarnar verða gjørdar. Trupulleikin hevur verið, at Kanada hevur ikki viljað játta pengar til verkætlanina, men nú hevur stjórnin har sett pening á fíggjarlógina til kanningarnar. Tað er kortini ikki greitt, nær kanningarnar verða settar í verk, men Kaj Sørensen í Danmarks og Grøn- lands Geologiske under- søgelser sigur við grøn- lendska útvarpið, at helst verður farið undir kann- ingarnar næsta ár ella í 2006. Ætlanin er at kanna havbotnin norðan fyri Ellesmore Island fyri at fáa greiði á, hvat av lond- unum eigur rættindini til økið og møgulig ríki- dømi í undirgrundini. Barnaporno í Bodø Fyri einum ári síðani fann ein kvinna í Bodø í Noregi eina barnaporno- grafiska mynd í kuffert- inum hjá fosturpápanum. Hon boðaði løgregluni frá, og síðani hevur løg- reglan funnið heilar 1.300 barnapornograf- iskar myndir í telduni hjá manninum. Løgreglan í Bodø sigur við Avisa Nordland, at maðurin hevur tikið myndirnar á alnótini, og at børnini á myndunum eru ímillum fýra og 16 ár. Umframt myndirnar fann løgreglan einar 15 filmar við barnapornografisk- um innihaldi. Kvinnan, sum kunnaði løgregluna um myndina í kuffertinum, hevur eisini meldað fosturpápan fyri at hava misnýtt seg kyns- liga. Hon sigur, at tað hendi fyri umleið átta árum síðani. Tað hevur gjørt, at ákæruvaldið hevur skuldsett mannin fyri kynsliga samveru við børnum undir 16 ár, tí fyri átta árum síðani var kvinnan 14 ára gom- ul. Um tað barnaporno- grafiska tilfarið sigur ákæruvaldið, at málið er tað størsta av sínum slagi í Bodø higartil. UTTAN ÚR HEIMI Bara 600 av 43.000 irakskum fangum eru rættarsøktir. Allir hinir vóru ósekir IRAK Árni Joensen fartekst@mail.dk Tølini standa í einari frá- greiðing, sum Reyði Kross- ur gjørdi, og sum varð latin amerikonsku stjórnini í februar. Upplýsingarnar hevði Reyði Krossur frá fregnartænastumonnum hjá USA, Bretlandi og hinum londunum, sum eru við í krígnum í Irak. Frágreiðingin hevur ver- ið loynilig, men nú hevur Los Angeles Times fingið fatur á henni. Har stendur millum annað, at av teim- um 43.000 irakunum, sum teir sameindu hava tikið í Irak, máttu næstan allir latast leysir, tí tað vísti seg, at teir vóru ósekir. Bara 600 eru latnir iraksku myndug- leikunum til rættarsøkn. Í frágreiðingini stendur eisini, at irakskir fangar hava verið illa viðfarnir, og at í flestu førum byrjaði tann ringa viðferðin, longu tá teir vórðu tiknir. Frá- greiðingin nevnir 250 til- burðir um ringa viðferð. Los Angeles Times hevur biðið amerikonsku her- leiðsluna um viðmerking til frágreiðingina hjá Reyða Krossi, men svarið var, at eingin í herleiðsluni hevði lisið frágreiðingina, og tí kundi eingin har gera nakra viðmerking til innihaldið. Tony Blair hevði mist for- sætisráðharrasessin, var val nú. Hevði parlamentsval ver- ið í Bretlandi nú, hevði Tony Blair, forsætisráð- harri, tapt. Tað sæst í einari kanning, sum blaðið The Times hev- ur gjørt. Kanningin vísir, at flokkurin hjá Blair, Labour, hevði fingið 32 prosent av atkvøðunum, og at tann konservativi andstøðu- flokkurin hevði fingið 36 prosent. Undirtøkan hjá Labour er tann minsta síð- ani 1987. Fyri nøkrum døgum síð- ani vísti ein onnur kanning, at tað er Tony Blair, sum oyðileggur møguleikarnar hjá Labour. Hevði Gordon Brown, fíggjarmálaráð- harri, komið í hansara stað sum floksformaður, hevði Labour fingið eitt munandi betri úrslit. George W. Bush, for- seti, roynir at verja verjumálaráðharran, men kreftir í hervald- inum vilja hava hann frá Amerikanska hernaðar- blaðið Army Times krevur nú, at Donald Rumsfeld, verjumálaráðharri, skal fara frá. Sama krav verður sett fram ímóti ovastanum í herleiðsluni, generalinum Richard B. Myers. Mánadagin fingu Rums- feld og Myers av grovfílini í Army Times og fleiri øðrum amerikonskum bløðum. Teir báðir verða lagdir undir at hava misrøkt sítt arbeiði. Army Times kravdi, at ábyrgdin av tí, sum er hent í teimum iraksku fongslunum, verður staðfest, og at viðkomandi mugu taka avleiðingarnar, sjálvt um tað ber í sær, at landið má skifta sína ovastu herleiðslu í krígstíð. Republikanskir politikar- ar hava higartil valt at stuðla Rumsfeld, men fleiri teirra stúra fyri nýggjum avdúkandi myndum og sjónbondum úr Irak, skrivar Washington Post. Rumsfeld hevur sjálvur ávarað um, at fleiri myndir kunnu vera á veg. Myndirnar úr Irak hava eisini ávirkað umdømið hjá George W. Bush, forseta. Í gjár vísti ein kanning, at forsetin hevur undirtøku frá 46 prosentum av ameri- konsku veljarunum, og at nú halda bara 44 prosent, at tað var rætt av USA at leypa á Irak. Á.J. Blair hevði fallið Krevja Rumsfeld frá Kreftir í amerikanska her- valdinum vilja hava Donald Rumsfeld, verjumálaráð- harra koyrdan frá orsakað av teimum nógvu avdúkingun- um um harðskap ímóti irakskum fangum Mynd: Reuters Næstan allir fangarnir eru ósekir Teir sameindu hava tikið 43.000 fangar í Irak. Næstan allir vóru ósekir Mynd: Reuters C M Y K 18